Louisiana

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Flagg Skjøldur
Flag of Louisiana.svg Seal of Louisiana 2010.png
Map of USA LA.svg
Land: Flag of the United States USA
Alment mál: Enskt og franskt de facto
Høvuðsstaður: Baton Rouge
Størsta býur: New Orleans
Innlima: 30. apríl 1812
Guvernørur: Bobby Jindal (R)
Vídd: 134,382 km²
Íbúgvar (2011): 4,533,372
fyri km²: 39.61/km²
Tíðarzona: UTC -6/-5
Heimasíða: www.louisiana.gov

Staturin Louisiana (enskt: State of Louisiana, franskt: État de Louisiane) er ein statur í Sameindu Statunum í Amerika við umleið 4,5 mió. íbúgvar. Høvuðsstaðurin kallast Baton Rouge og størsti býurin er New Orleans. Í 1812 bleiv hann lutstatur í USA. Í norðri hevur hann mark við Arkansas, í eystri við Mississippi, og vestri við Texas. Í suðri liggur Meksikoflógva. Eyknevni hansara er Bayou State. Bayou er eitt slag av streymur ella mýri. Orðið kemur úr Choctaw bajuk. Almennu málini eru tvey í tali, franskt og enskt. Bobby Jindal (R) er guvernørur. Hann er ættað úr India.

Íbúgvafrøði[rætta | rætta wikitekst]

Cajunfólkið í Suðurlouisiana er av franskari rót og málið er franskt.

Mynd: Prosentvísa útbreiðslan av teimum ið siga seg duga franskt mál.

Fólkið er av blandaðum uppruna, úr næstan øllum heimi. Í Fronskum Louisiana í Suðurlouisiana býr ein stórur bólkur, sum er ættaður úr Quebec í Kanada (ið áður hoyrdi til Frakland sum partur av hjálandinum Fronskum Kanada). Hetta fólkið kalla við Cajun. Teir tala egið mál, kreolfranskt; 200,000 fólk ella umleið fimm % av fólkinum í Louisiana tala franskt. Cajun-franskt er eitt ríkt mentanarmál við stórum og týdningarmiklum verkum innan bókmentir, mati, list og tónleiki. Tey flestu eru fiski- ella veiðifólk. Cajun-franskur matur er fyri tað mesta matur av krabbadjórum. Djúpt inni í skógini eru nógv krabbadjór; serstakliga eru nógvar rækjur, krabbagággur og hummarar, har slagið crawfish (Astacoidea) er hitt mest vanliga. Jambalaya er kreolfranskur matur, ið er bógvur av fiski, rækjum og rísi. Cajun-tónleikur er eitt slag av fronskum-amerikanskum tónleiki, ið byrjaði seint í 18. øld og tíðliga í 19. øld. Ljóðførini eru oftast violin, banjo, gittari og mandolin. Sangurin “Alligator Man" er eitt dømi um cajuntónleikin hjá Jimmy C. Newman.



Upprunafólkið í Louisiana eru indianar. Á láglendinum búðu teir í smáum bygdum og leitaðu eftir mati t.d. í skógunum. Upprunafólkið, indianararnir, telur nú bert 1 prosent av íbúgvatalinum.[1]

Landafrøði[rætta | rætta wikitekst]

Fram við strondini eru stórar mýrar. Mýrlendi, vanliga nevndur bayou, fevna um umleið 50 % av landaøki.



Stívur 40-45 % av mýrlendi í USA er í Louisiana[2]; í Suðurlouisiana eru stórar mýrar, sum kunnu vera avvaksnar við tættum skógi. Eystanfyri vátlendið byrjar hin stóra Mississippi River-oyrin. Tá ið Mississippiáin er komin út ímóti Meksikoflógvan, hevur hon stórar mongdir av leiri og sandi við sær. Gruggið leggur hon í áarmunnan, og um ikki streymur ber tað út í Atlantshavið, verður tað liggjandi og hópast upp, til áin er komin í typpi. Tá ið áin er typt, loypir hon út um alla oyrina. Hvørt lopið verður stór á, sum aftur leggur grugg fyri munnan og typpist. Soleiðis veksur Mississippi River-oyrin út í havið. Mississippi River-oyrin er væl størri enn allar Føroyar - 12,000 km2. Mississippi River-oyrin er nógvastaðni avvaksin við kjarri av takrørum og sevi. Í oyrini eru tjarnir, vøtn og hólmar. Hólmarnir eru vaksnir við høgum plantum, undir teimum yður av ymiskum fiskum, og kring teir eitt ótal av ymiskum fuglum. Har eru m.a. pelikanar, sum eiga millum sevini á oyrini. Á oyrini búgva ikki nógv fólk, men tey, sum búgva har, liva av fiskiskapi ella fuglaveiði.

Við jøvnum millumbilum eru tropiskar ódnir í landsynningspartinum í USA. Í august 2005 gjørdi Ódnin Katrina stóran skaða, serliga í Louisiana. Um leið 1500 fólk lótu lív í ódnini, og líka so nógv afturat doyðu av fylgjunum av henni. Ódnin Katrina gjørdi skaða fyri 600 milliardir krónur. Í 2015 eru tíggju ár síðani Ódnin Katarina oyðilegði stórar partar av søguliga jazz-tónleikabýnum New Orleans í Suður-Louisiana.

Búskapur[rætta | rætta wikitekst]

Oljuboripallur úti fyri Louisiana.

Skipasmiðjurnar eru nógvar. Handilin er so ovurhonds stórur, og hetta hevur gjørt, at Louisiana nú eigur millum tann størsta skipaflota í USA. Mong túsund fólk starva eisini í oljuvinnuni. Nýtslan av reinolju og bensini og øðrum, sum gjørt verður úr jarðolju, veksur í hvørjum, og tí noyðast tey stóru oljufeløgini í Louisiana at vaksa um oljureinsiverkini í heilum. Fiskiskapur er eisini týdningarmikil vinna.

Djóra- og plantulív[rætta | rætta wikitekst]

Her halda m.a. fuglar, fiskar og skjaldbøkur til. Amerikanski alligatorurin livir eisini í mýrunum í Louisiana.

Tjarnir, vøtn, blotar, áir og mýrar eru vátlendi í Louisiana, har mong dýr og mangir vøkstur eru. Alligatorur, froskar, bisamrottur, paddur, skjaldbøkur, fiskar og óteljandi plantur eru í Louisiana. Í blotum og mýrum broytist vatnnøgdin alt eftir veðrinum. Um summarið torna stór lendi, og um veturin stendur alt undir í vatni. Vanligastu vøkstirnir á vátlendi í Louisiana eru sev, vatnsarvi, tjarnaks, svanagras, stør, ymisk steinbrot, dúnurt og ymisk grøs. Á vátlendi vaksa eisini mangrovutrø. Mangrova er serligur viðarvøkstur í mórutum, tropiskum mýrum. Summi mangrovutrø vaksa í vatni, onnur vaksa í sjógvi fram við landi og í áarósum. Hesin vøkstur ger, at móran ella moldin verður ikki skolað burtur. Fræini spira á trøunum, so tá ið tey detta niður í móruna, spira tey og festa røtur beinanvegin, so tey skola ikki burtur. Pílur og onnur smærri trø, ið tola móru, vaksa sumstaðni við vøtn í mýrum.



Landbúnaðurin og ídnaðurin hótta nógv vátlendisdýr og plantur. Grái pelikanurin er nú t.d. sjáldsamir, tí búøki teirra eru oyðiløgd. Pelikanurin er eisini nýttur sum mynd á flagginum. Hesir fuglarnir, ið serliga taka fisk, eiga á vátlendi í Suðurlouisiana, har trupult er at koma at. Summi sløg gera sær reiður á sløttum, summi eiga uppi í trøunum. Flestu slangur bæði kliva og svimja væl og skríða lættliga ígjøgnum mýrilendið eftir fongi. T.d. hevur eisini norðuramerikanska vatnmokkasinin eitrandi bit. Tær stóru, norðuramerikonsku mýriharurnar duga bæði at kava og at svimja. Tær spila tærnar út og sparka aftureftir við beinunum, so tær sleppa skjótt undan ránsdýrum. Tær liva av vatnsplantum, grasi og øðrum vøkstri.

Sí eisini[rætta | rætta wikitekst]

Kelduávísingar[rætta | rætta wikitekst]

  1. http://quickfacts.census.gov/qfd/states/22000.html
  2. http://www.doi.gov/pmb/oepc/wetlands2/v2ch8.cfm


Flag of the United States.svg
Høvuðsstaðarøki
Flag of the United States.svg
District of Columbia
Amerikanskir statir
Alabama · Alaska · Arizona · Arkansas · Colorado · Connecticut · Delaware · Florida · Georgia · Hawaii · Idaho · Illinois · Indiana · Iowa · Kalifornia · Kansas · Kentucky · Louisiana · Maine · Maryland · Massachusetts · Michigan · Minnesota · Mississippi · Missouri · Montana · Nebraska · Nevada · New Hampshire · New Jersey · New Mexico · New York · Norðurcarolina · Norðurdakota · Ohio · Oklahoma · Oregon · Pennsylvania · Rhode Island · Suðurcarolina · Suðurdakota · Tennessee · Texas · Utah · Vermont · Vesturvirginia · Virginia · Washington · Wisconsin · Wyoming
Amerikonsk hjálond
Amerikanska Sámoa · Bakeroyggj · Guam · Howlandsoyggj · Jarvisoyggj · Johnston Koralloyggj · Jómfrúoyggjar ·
Kingman Koralloyggj · Midwayoyggjar · Navassaoyggj · Norðaru Marianaoyggjar · Palmyra Koralloyggj · Puerto Riko · Wakeoyggj