Ohio

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Flagg Skjøldur
Land: USA USA
Alment mál: Enskt de facto
Høvuðsstaður: Columbus
Størsti býur: Columbus
Innlimað: 1. mars 1803
Guvernørur: John Kasich (R)
Vídd: 116,096 km²
Íbúgvar (2011): 11,536,504
fyri km²: 107.05/km²
Tíðarzona: UTC -5/-4
Heimasíða: www.ohio.com

Staturin Ohio (enskt: State of Ohio) er ein lutstatur í Sambandsríkinum Amerika við umleið 11,5 mió. íbúgvum. Høvuðsstaðurin og størsti býurin er Columbus. Í 1803 bleiv Ohio lutstatur í USA. Í útnorðri hevur Ohio mark við Michigan, í eystri við Pennsylvania og West Virginia, í suðri við West Virginia og Kentucky, og í vestri við Indiana. Í norðri liggur Erievatn. Eyknevni er Hestkastanjutræstaturin (enskt: The Buckeye State). Orðið Ohio kemur úr Seneca og merkir stórur streymur.

Politikkur[rætta | rætta wikitekst]

Staturin Ohio verður mettur sum ein tann týdningarmesti í amerikanska forsetavalstríðnum. Ohio er ein av teimum sokallaðu sveigstatunum, og tann, sum vinnur har, fær 18 valmenn, og tí hevur staturin stóran týdning fyri úrslitið. Valsigurin í 2012 bleiv staðfestur, tá myndugleikarnir í statinum kunngjørdu, at Barack Obama (D) hevði vunnið har, tí við hesum sigrinum hevði hann tryggjað sær meiri enn teir 270 valmenninar, sum eru neyðugir fyri at vinna.

Søga[rætta | rætta wikitekst]

Indiánarnir[rætta | rætta wikitekst]

Hopewellfólkið helt til í Ohio frá um 300 f.Kr. til uml. 700 e.Kr. Mentanin er kallað upp eftir Hopewell-skipara, tá at í 19. øld vóru einir 30 gravheyggjar funnir á ogn hansara. Hopewellfólkið tók við mongum siðum eftir Adenafólkinum, serstakliga jarðarferðir. Líkið av vanliga hopewellborgaranum varð brent, men tey múgvandi vórðu jarðað við miklari dýrd í stórum gravum við mongum kømrum. Gravirnar vórðu fyltar við alskyns lutum og gripum, gjørdir av tilfari úr øllum USA. Hopewellfólkið flutti m.a. inn kopar, silvur, skjeljar og alligatortenn úr øllum USA at gera gravarfæ til tey deyðu. Andamanarar vóru serfrøðingar í gandi og at mana og skipaðu eisini fyri, tá ið arbeiði skuldu gerast í felag til dømis at gera gravheyggjar.

Hopewellfólki livdi í friði og vælferð. Tey dyrkaðu nógva mais, og tykjast at hava havt vælskipað stýri, stjórnarovastin arvaði sín myndugleika. Mentan teirra fór at vikna um ár 700 e. Kr.

Evropearar leggja Ohio undir seg[rætta | rætta wikitekst]

Fyri 1750 bardust bretar og fraklendingar í Norðuramerika javnan um handilsrættindi, og stríðið var eisini framhald av ósemjuni landanna millum í Evropa. Í 1753 fóru fraklendingar suðureftir úr Kanada og hersettu part av Ohio. Bretskir hermenn og niðursetumenn av eysturstrondini vórðu sendir ímóti teimum. Báðir partar vunnu nakrar bardagar, men hvørgin vann avgerandi sigur.

Búskapur[rætta | rætta wikitekst]

Í Ohio dyrka teir ógvuliga nógv tubbak umframt korn og longri suðuri bummull. Ikki er sjáldsamt, at vindur og regn kunnu gera stóran skaða upp á bøin í Ohiodalinum, og til at forða fyri, at moldin fýkur ella skolast burtur, hava teir tann máta, at teir pløga velturnar í longum fløttum á tvøran undir brekkunum og skifta so grøði í øðrumhvørjum fløtti.

Sí eisini[rætta | rætta wikitekst]

Ávisingar úteftir[rætta | rætta wikitekst]

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið

Coordinates: 40°30′00″N 82°30′00″W / 40.50000°N 82.50000°W / 40.50000; -82.50000

Keldur[rætta | rætta wikitekst]