1. mars
<< | Mars 2023 | >> | ||||
Má | Tý | Mi | Hó | Fr | Le | Su |
1 | 2 | 3 | 4 | 5 | ||
6 | 7 | 8 | 9 | 10 | 11 | 12 |
13 | 14 | 15 | 16 | 17 | 18 | 19 |
20 | 21 | 22 | 23 | 24 | 25 | 26 |
27 | 28 | 29 | 30 | 31 | ||
MMXXIII |
1. mars er dagur 60 í árinum í gregorianska kalendaranum (dagur 61 um skotár er). 305 dagar eru eftir av árinum.
Hendingar[rætta | rætta wikitekst]
- 1700 - Danmark skiftir frá julianska kalendaranum til gregorianska kalendaran. Hetta árið fylgir 1. mars beint eftir 18. februar, soleiðis at 10 dagar verða lagdir burturúr.
- 1815 - Napoleon Bonaparte fer í land í Cannes eftir at hava sitið sum fangi á oynni Elba.
- 1950 - Chiang Kai-shek lýsir Lýðveldið Kina (eisini kent sum Teivan) á oynni Teivan.
- 1971 - Havnar Judofelag verður sett á stovn.[1]
- 2014 - 22 ára gamli pianisturin Mattias Kapnas vann fyrstu Stella Polaris tónleikakappingina, sum Musikkskúlin skipaði fyri. Nummar tvey gjørdist guitarspælarin Alvi Joensen, og nummar trý varð Heiðrun Petersen, violin. Fyrsta virðislønin er á 25 000 krónur, onnur virðislønin er á 10 000 krónur, og triðja virðislønin er á 5 000 krónur. Eisini vórðu virðislønir latnar í aldursbólkinum upp til 12 ár og í aldursbólkinum upp til 18 ár. Kappingina fyri tónleikarar undir 18 ár vunnu Alda Sigurdsdóttir Lamhauge og Aksel Remmel. Vár Iversen Lindenskov gjørdist nummar eitt hjá luttakarunum undir 12 ár.
- 2015 - Føroyski rógvarin Dánjal Martin Hofgaard gerst heimsmeistari, tá ið hann vinnur HM í 2000 metrar inniróðri í Boston í opna bólkinum lættvekt menn.
Fótbóltur[rætta | rætta wikitekst]
- 2014 Gibraltar - Føroyar 1-4. Málini hjá Føroyum gjørdu: Jóan Símun Edmundsson, Christian Lamhauge Holst, Hallur Hansson og Christian Lamhauge Holst.
Føðingar[rætta | rætta wikitekst]
- 1810 - Frédéric Chopin, polskur tonasmidur (d. 1849)
- 1910 - David Niven, bretskur sjonleikari (d. 1983)
- 1922 - Yitzhak Rabin, israelskur politikari (d. 1995)
- 1927 - Harry Belafonte, amerikanskur sjonleikari og sangari (d. 2023).
- 1944 - Tróndur Patursson í Kirkjubø.
- 1954 - Ron Howard, amerikanskur leikstjori.
- 1959 - Nick Griffin, bretskur politikari.
- 1969 - Javier Bardem, spanskur sjonleikari.
- 1987 - Kesha, amerikonsk songkvinna.
- 1994 - Justin Bieber, kanadiskur sangari.
Andlát[rætta | rætta wikitekst]
- 2014 - Alain Resnais, franskur leikstjori (f. 1922)
Keldur[rætta | rætta wikitekst]
Januar | Februar | Mars | Apríl | Mai | Juni | Juli | August | September | Oktober | November | Desember |