Klaksvík
Klaksvík | |
Klaksvig (danskt) | |
Býur | |
Klaksvík
| |
Land | Føroyar |
---|---|
Sýsla | Norðoyar |
Oyggj | Borðoy |
Kommuna | Klaksvíkar kommuna |
Íbúgvar | 4.997 (2021)[1] |
Postnummur | FO-700 og FO-710 |
Markatal | 59-12-00 mk.gl.sk. |
|
Klaksvík er næststørsti býur í Føroyum. Harumframt er Klaksvíkar kommuna næststørsta kommuna í Føroyum við umleið 4 900 borgarum. Kommunan fevnir um ein bý, fimm bygdir og er á trimum oyggjum. Á Borðoynni eru Norðoyri, Árnafjørður, Ánir og Klaksvík. Á Kalsoynni eru Mikladalur og Trøllanes. Harafturat er Svínoyggin komin við í Klaksvíkar kommunu frá 1. januar 2009. Klaksvíkin er størsti fiskivinnubýur í Føroyum.
Tann fyrsta búsetingin í Klaksvík røkkur heilt aftur í víkingatíðina, men tað var ikki fyrr enn í 20. øld, at býlingarnir veruliga vuksu saman til ein nýmótans føroyskan bý, sum gjørdist ein mentanarligur og vinnuligur miðdepil í Norðuroyggjum og Føroyum sum heild.
Í Klaksvík búgva 90 fremmandafók úr 25 ymiskum londum.[2]
Brot úr eldru søgu Klaksvíkar
[rætta | rætta wikitekst]Klaksvíkar kommuna varð sett á stovn í 1908, og síðani tá hevur bygdin ment seg til at verða miðdepil í Norðoyggjum, og størsti fiskivinnubýur í landinum, men søgan hjá bygdini gongur nógv longur aftur í tíðina. Í 1901 búðu 545 fólk í teimum fimm býlingunum.
Føroyar vóru bygdar av norðbúgvum frá umleið 825 til 970 e.Kr. Í hesum tíðarskeiðinum vóru tær føroysku landnámsbygdirnar til. Tað er ikki vist, at fyrsta norrøna búsetingin í Klaksvík er so gomul, men um ár 1100 hava fólk búleikast har. Tað er møguligt at fyrsta búsetingin í Klaksvík gongur heilt aftur til um ár 1000. Nakar miðdepil hevur staðið kortini ikki verið ta fyrstu tíðina.
Tey umleið 6 heimatingini, sum umframt tingið í Tórshavn hava verið í Føroyum frá fornari tíð, ganga helst aftur til búsetingina. Heimatingini vóru upprunaliga sett á óbygdum stað millum bygdir. Norðoya ting kom saman í Køtlum omanfyri Árnafjørð, men einaferð í 17. øld vóru heimatingseturnar fluttar oman millum húsini. Í Norðoyggjum savnaðust menn at halda ting í Vági – núverandi Klaksvík. Hetta tingið virkaði til 1896, tá øll heimatingini í Føroyum vóru niðurløgd.[3]
Hendan miðsavnanin av Norðoya tingsetuni í Vági í 17. øld var møguliga tekin um, at fólkatalið í Klaksvík var farið at økjast í mun til onnur støð í Norðoyggjum. Klaksvíkin var kortini ikki til sum samanhangandi eind um hetta mundið. Tvørturímóti vóru fýra býlingar á staðnum, sum vóru óheftir av hvørjum øðrum. Hesir vóru í Gerðum, á Myrkjanoyri, í Vági og í Uppsølum.
Fólkatalið var ikki stórt. Í 1802 – tá fólkatalið í Føroyum var umleið 5000 - búðu tilsamans 88 fólk í teimum fýra býlingunum. Í Uppsølum 43, í Vági 23, í Gerðum 15 og á Myrkjanoyri 7. Hesi tøl siga nakað um, hvussu stór vanlukka skalvalopini í Gerðum í 1745 og 1765, sum kostaðu ávikavist 4 og 20 fólkum lívið, vóru fyri býlingin. Bóndahúsini í Gerðum vóru bygd upp aftur á sama stað í 1745, men í 1765 vóru tey bygd uppaftur á øðrum stað.[4]
Í fyrru helvt av 20. øld var Klaksvík tann býurin í Føroyum, sum hevði nógv tann størsta vinnuliga framburðin. Býurin vaks frá at vera fimm smáir býlingar í Norðuroyggjum miðskeiðis í 1800-árunum til at vera fremsta fiskivinnuhavn í landinum um 1960.
Í 2006 vóru Norðuroyggjar knýttar at miðstaðarøkinum við Norðoyatunnlinum.
Christianskirkjan
[rætta | rætta wikitekst]Sí grein um Christianskirkjuna
Christianskirkjan er fyrsta stóra kirkjan í Norðurlondum, sum er bygd eftir fornum norrønum byggihátti. Kirkjan kostaði umleið tvær milliónir krónur at byggja.[5]
Norðoya Fornminnasavn
[rætta | rætta wikitekst]Norðoya fornminnasavn
[rætta | rætta wikitekst]Norðoya Fornminnasavn varð stovnað í 1968. Savnið heldur til í teimum gomlu einahandilshúsunum í Klaksvík, bygd í 1838. Norðoya Fornminnasavn hevur tvey framsýningarhøli. Annað vísir fram arbeiðsamboð og lutir frá farnari tíð so sum fískireiðskap, búnýti, amboð og annað frá gerandislívinum. Nevnast kann t.d. ein gomul kvørn, seinast nýtt at mala korn við í seinna heimsbardaga. Nakrar gamlar myndir av Norðoyggjum eru eisini at síggja. Hitt hølið er Apotekið. Upprunliga varð tað gjørt í 1919 til toystovu, men varð brúkt sum apotek frá 1932 til 1961. Sum partur av savnsarbeiðinum hevur savnið ognað sær motorbátin Nólsoyar Páll, smíðaður í Klaksvík í 1927. Hann liggur fyri teymi á vánni og verður varðveittur sum útróðrarbátur. Savnið eigur eisini aðrar ognir kring allar Norðoyggjar, fráfluttu bygdina Fossá, hjall í Gerðum og eina mylnu í Kunoy.
- Joensen, Súsanna: 17 málningar í Klaksvík. Í: Mondul, nr. 3/1981
- Kierkegaard, Bo og Jørgen Wadum: Pilastrar, kannilurar og rosettir. Í: Mondul, nr. 1/1984
Leikalund
[rætta | rætta wikitekst]Nógv kenna handilin Leikalund, sum heldur til í einum gomlum handilshøli hjá kongliga einahandlinum. Leikalund er handil og mentanardepil í gomlu handilshølunum hjá kongaliga einahandlinum úti í Klaksvík. Elsti parturin av húsinum er tann norðasti. Hann varð tikin í nýtslu í 1838. Nú kenna vit betur tann partin av handlinum sum Spaniastova, og heldur enn at vera brúkt sum handilshøli, er Spaniastova karmur um konsertir, sjónleikir, fyrilestrar, framsýningar og er eitt vælumtókt veitsluhøli. Sunnara lonin varð bygd í 1847, og var tá kallað “nýggja pakkhús”, meðan norðari bygningurin tá var róptur “gamla pakkhús”.
Gamla apotekið
[rætta | rætta wikitekst]Norðoya Fornminnissavn varð stovnað í 1968 og yvirtók í 1974 gamla apotekið í Klaksvík. Hetta er eitt vakurt, gamalt høli við gomlum innrætningi. Á veggirnar vóru málaðir 17 málningar við motivum úr Klaksvík.
Savnið hevur eisini ognað sær tey gomlu Faktorshúsini, sum standa beint oman fyri gamla apotekið. Faktorshúsini vórðu bygd til faktorin samstundis sum handilshúsini.
Stevnur, mentanardagar og festivalar í Klaksvík
[rætta | rætta wikitekst]Í Klaksvík eru stevnur av ymiskum slag fleiri ferðir um árið.
Myndasavn
[rætta | rætta wikitekst]-
Klaksvíkar býarkort.
-
Skip og bátar við Skipasmiðjuna.
-
Klaksvíkar Havn.
Sí eisini
[rætta | rætta wikitekst]Klaksvíkar Ítróttarfelag Býráðsformenn í Klaksvíkar kommunu Klaksvíkar kommunu
Keldur
[rætta | rætta wikitekst]- ↑ Hagstova.fo
- ↑ "Archive copy". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2017-04-16. https://web.archive.org/web/20170416012900/http://www.in.fo/news-detail/bbc-ger-upptoekur-i-foeroyum/. Heintað 2017-04-13.
- ↑ klaksvik.fo
- ↑ hagstova.fo
- ↑ "Archive copy". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2022-10-05. https://web.archive.org/web/20221005080229/https://www.visitnordoy.fo/index.asp?pID=%7B60CB68D9-8B59-4B89-A775-A361F9810B9F%7D. Heintað 2017-04-13.
Slóðir
[rætta | rætta wikitekst]- Heimasíðan hjá kommununi: klaksvik.fo
- Norðoya Fornminnasavn Archived 2021-05-17 at the Wayback Machine
Coordinates: 62°13′35″N 6°35′00″W / 62.22639°N 6.58333°W
Klaksvíkar kommuna |
---|
Klaksvík | Árnafjørður | Ánirnar | Norðoyri | Mikladalur | Trøllanes | Svínoy |