Vágur
Vágur | |
Våg (danskt) | |
Bygd | |
Vágur
| |
Land | Føroyar |
---|---|
Sýsla | Suðuroyar |
Oyggj | Suðuroy |
Kommuna | Vágs kommuna |
Vídd | 20,6 km² |
Íbúgvar | 1.331 (2015)[1] |
Postnummur | FO-900 |
Markatal | 49-11-00 |
|
Vágur (danskt heiti Våg) er størsta bygd og næststørsta kommunan í Suðuroy í Føroyum og hevur umleið 1330 íbúgvar. Vágur liggur kring Vágsfjørð. Eitt vatn, Vatnið, er vestanfyri býin, har er gjørd ein gongugøta rundan um Vatnið, og longri vesturi er Vágseiði. Sunnanfyri Vág eru Eggjarnar, har útsýni er heilt suður til Beinisvørð. Norðanfyri Vág i ein útnyrðing er Fámara og eitt sindur longri norðuri er vatnorkuverkið Í Botni, sum fær vatn frá vøtnunum Ryskivatni, Miðvatni, frá Vatninum í Tindalíð og Vatnsnesi.[2] Ein viðarlund er omanfyri bygdina og ein onnur er nú eisini Á Sandinum í Vági.[3]
Í Vági er fólkaskúli, Vágs Skúli, til børn frá fyrsta til 10. flokk. Fleiri søvn eru í Vági. Fjølbroytt vinnulív er eisini í Vági, mest innan fiskivinnu og alivinnu, og hevur ein peningastovnur, Suðuroyar Sparikassi, høvuðssæti í Vági.
Søga
[rætta | rætta wikitekst]- 1350 Vágur verður fyri fystur ferð nevnd í søguligum skjølum, bygdin verður nevnd í Hundabrævinum, í hesum brævi verður nevnt, at fleiri hundaeigarar eru í Vági.
- Fólk úr bygdini verða frífunnin fyri at hava handlað við eitt hollendskt skip, tí mett varð at handilin var farin fram orsakað av hungursneyð í Suðuroynni.
- 1538 Tann fyrrverandi presturin Andrass heldur sína fyrstu luthersku talu í Føroyum í Vágs kirkju. Tí varð Vágs kirkja mett at vera ein av teimum mest heilagu kirkjunum í Føroyum.
- 1584 sambært tingbókunum búðu 17 fólk í Vági.
- Í 1804 keypti Nólsoyar-Páll saman við Jákup í Toftum og Per í Gjørðum, Porkeri eitt skipsvrak (enska Sally&Polly) á einari uppboðssølu í Hvalba. Vrakið varð bygt uppaftur á Fløtuni Fríðu í Vági og fekk navnið "Royndin Fríða". Nólsoyar-Páll og manning hansara úr Vági og Porkeri vóru við "Royndini Fríðu" teir fyrstu føroyingar ið mótmæltu einarættinum hjá dønum at sigla við Føroyar.
- Í 1860 stovnaði Jacob Dahl sína fyritøku A/S J. Dahl, sum skjótt gjørdist ein av Føroya størtu handilsfyritøkum, og nøkur ár seinni eisini reiðarí.
- Í 1870 bygdi William Askham eitt pakkhús á Marknoyri í Vági. Hann keypti fisk frá enskum sluppum og hagreiddi hann til klippfisk, sum síðan varð útfluttur.
- Frá 1870-árunum er Vágur sammen med Tvøroyri ein av høvuðshavnunum fyri tað umfatandi havfiskaríið við Ísland og Grønland, og bygdin var í nógv ár eitt av teimum samfeløgunum í Føroyum, sum hevði ta skjótastu menningina.
- 1884 - Skúlin á Oyralag varð bygdur og tikin í nýtslu. Í dag eru tvey søvn í húsinum.
- 1905 - Vágs Bóltfelag, VB, varð stovnað 6. juni. 1. jan. Hondbóltsfelagið í Vági eitur enn VB, fótbóltsfelagið hevur brúkt navnið FC Suðuroy síðan 1. januar 2010.
- 1906 - Tráðbani varð bygdur vesturi á Eiðinum, frá Múlagjógv og eystureftir, soleiðis at bátarnir kundu hiva veiðuna upp tann vegin, bátarnir kundu eisini hivast upp og førast til land við tráðbananum, um veðrið var ov ringt til at sigla ella rógva forbí Heltnarnar til Kleivina.
- 1921 - Vágs kommuna læt byggja Føroya fyrsta elektrisitetsverk, tá vatnorkuverkið í Botni varð bygt.
- 1939 - Vágs kirkja varð vígd.
- 1939 - 1945 Vágur misti 9 skip undir Seinna heimsbardaga.
- 1951 - Nýggjur skúli varð bygdur beint eystanfyri kirkjuna. Skúlin varð tikin í nýtslu í 1951.
- 1967 - Fiskavirkið Suðurfisk varð bygt og tikið í brúk.
- 1973 - Henning Joensen læt upp málingahandilin Vágs Litbúð.
- 1977 - Flakavirkið Polarfrost varð bygt og tikið í nýtslu. Jákup Joensen úr Lopra (føddur í Sumba) var stjóri. Fleiri trolarir avreiddu til virkið, nøvnini endaðu við borg, t.d. Polarborg I og II, Akraborg, Brimborg, Nýborg og Varðborg.
- 1977 - Ein standmynd varð reist á økinum, sum nú verður nevnt Minnisvarðin í Vági, saman við koparplátum við nøvnunum á teimum vágbingum, sum lótu lív á sjónum.
- 1979 - Vágs Skúli varð útbygdur, niðara lon varð tikin í nýtslu við skúlabyrjan 1978, ovara lon og svimjihøllin vóru tikin í nýtslu 2. september 1979.
- 2001 - Stóra Pakkhús var liðugt umvælt og læt upp alment 19. oktober sum mentanarhús. Tað var felagið Stóra Pakkhús, sum keypti húsið frá DJ Vilhelm, sum hevði keypt allar ognirnar, sum A/S J. Dahl átti fyrr. Í felagnum vóru umboð fyri Vágs Kappróðrarfelag, Vágs Sóknar Bygdasavn, Johanna TG 326, Felagið Garðabrúgv, Grindabátafelagið og Nýggjársnevndina. Umframt løntir hondverkarar vóru eini 70 sjálvboðin fólk við til at endurbyggja Stóra Pakkhús.[4]
- 2007 - Susvim (Suðuroyar Svimjifelag) varð stovnað 6. september. Tað vóru feløgini Vágs Svimjifelag og Tvøroyrar Svimjifelag (stovnað 6. mars 1964) sum løgdu saman.
- 2010 - FC Suðuroy varð sett á stovn 1. januar, liðið var tað sama sum VB/Sumba, ið var ein samanrenning av VB (stovnað 1905) og Sumba (stovnað 1949).
- 2011 - Ellisheimið Hamragarður varð latið upp alment hin 28. mai.
- 2013 - 15. mai. Barnagarðurin Eikilund læt upp á Kráarvegi í Vági. Hetta er fyrstu ferð, at Vágs kommuna hevur bygt ein barnagarð til endamálið, fyrr hava vanlig sethús verið brúkt til barnaansingina umframt dagrøkt. Barnagarðurin hevur 6 stovur og er 350 m2 til støddar. Fyrsti spakin varð settur í september 2011. Í barnagarðinum er vøggustova, barnagarður og frítíðarskúli. Barnagarðurin er til 66 barnagarðs- og frítíðarskúlabørn og 24 vøggustovubørn. Dagrøktarskipanin hjá kommununi heldur fram, tó bert fyri børn undir 3 ár.
- 2013 - 16. desember varð Føroya fyrsti langhylur reistur á Oyrunum í Vági.
- 2015 - 16. oktober varð Páls Høll, ið hevur Føroya fyrsta 50-metra svimjihyl, tikin alment í nýtslu. Høllin er uppkallað eftir Pál Joensen.
Vinnulív
[rætta | rætta wikitekst]Fiskavirkir og alivirki eru á kaiini mitt í býnum, nevnast kunnu Faroe Farming, sum er eitt fiskavirkið ið arbeiðir við aldum laksi. Løðhamar Seafood er eitt av fiskavirkjunum á kaiini, tað felagið eigur fleiri línuskip. Eitt virki er sum ger tangar og ymiskt annað, tað eitur Tangavirkið og varð stovnað av Palla Mortensen, eisini nevndur Argja Palli, síðan rak sonurin Bent virkið og í dag er tað abbasonur Argjapalla, Mortan Mortensen, ið rekur virkið. Ein skipasmiðja er í Vági, Vágs Skipasmiðja, Gudmund Jacobsen er stjóri, teir arbeiða mest við at umvæla træskip men eisini onnur skip. Eitt trollemmavirki og ein timburhandil eru yviri á Oyrunum, sum er á syðru síðu av fjørðinum. Lemmavirkið eitur Rock, Hans í Líðini er stjóri har. Timburhandilin eitur Vágs Timburhandil, tað eru brøðurnir Helgi og Sølvi Kristiansen ið reka handilin. Fleiri smærri smápartafeløg eru við handverkarum og reiðarar eru eisini fleiri. Harumframt eru fleiri handlar í býnum, nevnast kunnu eitt nú Torgið, sum er ein handilsmiðdepil mitt í býnum, har er ein matvøruhandil, kiosk og aðrir handlar. Vesturi á Gørðunum er handilin hjá DJ Vilhelm, matvøruhandil er niðri undir og møblahandil er á ovaru hæddini.
Ítróttur
[rætta | rætta wikitekst]Í Vági er fjølbroytt ítróttarlív, serliga svimjing, fótbóltur, hondbóltur og kappróður umframt at fólk spæla bridge og sjavs. Vágs Bóltfelag varð sett á stovn 5. juni 1905, tað var serliga fót- og hondbóltur ið felagið luttók í. Hondbólturin í Vági brúkar enn navnið VB, men fótbóltsfelagið eitur nú FC Suðuroy, navnabroytingin fór fram 1. januar 2010, áðrenn tað nevndist fótbóltsfelagið í nøkur 1995 Sumba/VB og frá 2005 til 2009 VB/Sumba. Kappróðrarfelagið í Vági eitur Vágs Kappróðrarfelag, tað varð sett á stovn í juli 1943, kappróðrarneystið í Líðini var bygt í 1955.
50-metra svimjihylur
[rætta | rætta wikitekst]Í 2010-11 varð nógv tosað um at gera ein langhyl, sum skuldi vera 50 metrar langur yviri á Oyrunum í Vági, soleiðis at avlopshitin frá SEV verkinum, sum annars bara rennur út á sjógv, kundi nýtast til at hita hylin við, og soleiðis kundi svimjihylurin vera sera bíligur at upphita. Ætlanin var, at hylurin skuldi vera liðugur áðrenn OL í London 2012, tí vágbingurin Pál skuldi svimja til OL, og so kundi hann sleppa at venja í langhyli í heimbygdini. Ætlanin var sjálvandi ikki bert at byggja hylin til Pál Joensen men eisini til allir svimjarnar hjá Susvim og svimjarar úr øllum Føroyum. Harumframt var ætlanin at gera eina grøna multihøll, soleiðis at svimjihylurin ikki bert skuldi nýtast av elitusvimjarum men eisini kundi vera eitt tilboð til barnafamiljur og til sjúklingar ið høvdu tørv á endurvenjing. Nógv ymisk hugskot vóru til, hvat ið høllin kundi brúkast til. Stigtakarnir savnaðu inn pening frá privatum stuðlum og fingu eisini játtað stuðul frá landinum, harafturat vóru stuðulslán sett á stovn í Suðuroyar Sparikassa, hesi vóru nevnd Pál-lán. Fólk ið taka eitt Pál-lán á 9.600 krónur stuðla erkætlanini við 9000 krónum, ongin renta var á láninum, bara eitt avgreiðslulán á 600 krónur. Afturfyri at taka lánið fær alt húskið hjá lántakaranum loyvið at nýta allar hentleikar í svimjihøllini ókeypis í fýra ár.[5]
Grøna multihøllin á Oyrunum bleiv ikki bygd áðrenn OL í 2012 sum upprunaliga ætlað, og eftir OL flutti Pál Joensen niður til Danmarkar at búgva. Ætlanin bleiv tó ikki slept, og í november 2012 kom gongd á byggingina. Hin 16. desember 2013 varð bygningurin reistur, seinastu sperrurnar vóru lagdar á norður síðuni, og tak-elementini vóru longu løgd á suður síðuni.[6] Í januar 2014 varð tak lagt á svimjihøllina, í februar 2014 vóru rør løgd í og botnurin varð stoyptur, og í mars 2014 varð hylurin settur upp. Væntandi verður grøna multihøllin latin upp fyri almennari svimjing í 2015. Langhylurin er 50 metrar langur og hevur seks geilir. Harafturat er ein barnahylur sum er 4x6 metar og 40 cm djúpur, hesin er ætlaður smærri børnum. Í síðubygninginum til svimjihøllina verður vælverudepil við heitum og køldum pottum, og við gos-baði og sauna, umframt at eitt rúm verður, har tilber at fáa massagu. Umklæðingarrúm og forhøll verður eisini í síðubygninginum, sum harumframt eisini húsar kantinuni, sum er umleið 130 m2 til støddar. Svimjihøllin er sjálvsagt bygd soleiðis at tey, ið bera brek, sita í rullustóli ella eru illa gongd, lætt fáa brúkt hentleikarnir í svimjihøllini.[7]
Trúarlív
[rætta | rætta wikitekst]Í Vági er kirkja og meinigheitshús, Brøðrasamkoman hevur samkomuhúsið (salin) Bethel, Frelsunarherðurin hevur sín egna møtisal og harafturat er samkomuhúsið Zion.
Kirkjan í Vági
[rætta | rætta wikitekst]Í 1927 legði Jákup Dahl, próvstur, grundarsteinin, men kirkjan var ikki liðugt bygd og vígd fyrr enn 19. februar 1939. Sofus Johan Hofgaard, arkitektur av Tvøroyri, hevur teknað Vágs kirkju. Kirkjan undan hesi, var tann sum í dag stendur í Hovi. Hon varð bygd á Kirkjukletti 1853, tað er har sum gamli kirkjugarðurin er, beint við prestagarðin í Vági, men næstan heilt niðri í mølini. Tað var vanligt fyrr, at fólk lovaðu olmussu til Vágs Kirkju, antin tí fólk vóru bjargaði úr neyð ella av øðrum orsøkum.
Ein múgvandi einkja í Noregi, sum hevði mist mann sín á sjónum, gav eina kirkju í olmussu. Hon læt allan stórviðin gera til, bant hann saman og slepti honum út á sjógv, og hon legði tað lyftið á, at har sum henda kirkja rak á landi, har skuldu tey eiga hana. Kirkjan rak til Føroya. Kirkjan kom so rekandi inn á Vágsfjørð, og rak sjálv á land á tí staði, sum síðan kallast á Kirkjukletti. [8]
Søvn í Vági
[rætta | rætta wikitekst]Trý søvn eru í Vági:
- Ruth Smith Savnið er at finna á Vágsvegi 101 í Gamla Skúla. Ruth Smith (1913 – 1958) varð borin í heim í Vági í 1913. Ruth Smith telist sum ein tann týdningarmesti koloristurin í føroyskari myndlist. Hóast hennara skeið sum listakvinna varð stutt – hon doyði av einari syndarligari druknivanlukku í 1958, bert 45 ára gomul – kom hon at seta sín dám á málningalistina. Opið er sambært avtalu.
- Sjósavnið er í Stóra Pakkhúsi vesturi á Gørðunum í ovastu hæddini. Sjósavnið hevur skiftandi framsýningar hvørt summar frá mai til september. Opið er sambært avtalu.
- Vágs Sóknar Bygdasavn hevur fasta framsýning undir heitinum "Vágur og seinni heimsbardagi". Har eru modellir av teimum átta sluppunum úr Vági, sum gingu burtur undir seinna heimskríggi. Opið er sambært avtalu.
Vágs skúli
[rætta | rætta wikitekst]1. apríl 1951 varð nýggjur skúli vígdur í Vági. Bókasavn og svimjihylur eru í Vágs Skúla. Áðrenn tað gingu børnini í Vági í skúla í tí bygninginum, sum nú verður róptur Gamli Skúli, nú er Ruth Smith Savnið á ovaru hæddini í Gamla Skúla. Skúlin sum var vígdur í 1951 varð útbygdur seinast í 1970'unum og svimjihylur varð eisini bygdur. Svimjihylurin var tikin í nýtslu í 1980 og er 25 metrar langur.
Elverkið í Botni
[rætta | rætta wikitekst]Høvuðsgrein: Elektrisitetsverkið í Botni
Elverkið í Botni var tað fyrsta vatnorkuverk í Føroyum. Arbeiði byrjaði seint í 1919, og tað gekk skjótt fyri seg. Anlægskompagniet úr Bergen stóð fyri arbeiðnum við Haakon Blaauw á odda.
Nærum alt tilfarið var flutt til Botn frá Eiðinum í Vági. Rørini vóru sleipað av Eiðinum og norður um Gjógvaráfjall. Segldúkur varð settur fyri endarnar. Skinnarar vóru lagdir niðan gjøgnum hagan við einum spæli í erva. Sjálv støðin varð bygd niðri í Botni, har vóru settar upp tvær turbinur á 400 HK hvør. Tær koyrdu 1000 snúningar um minuttin og vóru mettar at geva 400 HK við eini fallhædd uppá 206 metrar. Vatnið til elektrisitetsverkið í Botni kom frá trimum vøtnum: Ryskivatn, sum er 0,1 kvm og 241 m yvir havinum, Miðvatn, sum er umleið 0,09 kvm og er 343 m yvir havinum og Vatnið í Tindalíð, sum eisini verður rópt Ovastavatn, tað er umleið 0,04 kvm og 361 m yvir havinum. Byrging var bygd við Ryskivatn, hon var 2 m høg men kundi lættliga hækkast.
Tey fyrstu árini gav elverkið í Botni bara streym til Vágsbygd, men í 1928 fekk Tvøroyri eisini streym. Lopra fekk elektrisitet í 1935, tá Gudmund Mortensen av Tvøroyri, sum átti hvalastøðina í Lopra, sendi umsókn um at fáa elektrisitet til hvalastøðina. Nakrir týskir verkfrøðingar høvdu leigað hvalastøðina frá honum. Sóknarstýrið í Vági játtaði umsóknini og sostatt fekk Lopra elektrisitet í 1935. Porkeri fekk elektrisitet í 1953. Hinar bygdirnar í Suðuroy fingu háspenningslinjur lagdar í 1958 og frameftir, tær bygdirnar vóru: Sumba, Víkarbyrgi, Akrar, Hov, Fámjin, Hvalba og Sandvík. Tó fingu Hvalbingar sítt egna motorelektrisitetverk í nakað fyrr, tað lýsti fyri fyrstu ferð á jólum 1951. (Kelda: Poul Andreasen "Elektrisitetsverkið í Botni", egið forlag, Tórshavn 1996.)
Tráðbanin
[rætta | rætta wikitekst]Tráðbanin varð gjørdur í 1906, so vágbingar kundu draga bát úr Múlagjógv heim til neystini. Tráðbanin lætti munandi um hjá útróðrarmonnum, sum róðu út frá Eiðinum í Vági. Hesin fyrsti tráðbanin varð nýttur til 1930,tá ein nýggjur elekstriskur tráðbani varð tikin í nýtslu.
Tráðbanin var lutvíst fíggjaður við brúksgjaldi og so figgjaði kommunan restina. Hvørja ferð ein bátur var flotaður, so skuldu 40 oyru latast til Eiðiskassan. Um tað mundi, tá vágbingar fingu tráðbanan, róðu 22 bátar út av Eiðinum.
Myndir
[rætta | rætta wikitekst]-
Vágur og Vágsfjørður.
-
Brúna og gula húsi mitt í myndini er Gamli Skúli. Ruth Smith Savnið er á ovaru hæddini í Gamla Skúla.
-
Drotningavitjan í Vági í 2005.
-
Vágur.
-
Sluppin Johanna TG 326 er heimahoyrandi í Vági, hon varð bygd í Onglandi í 1884.
-
Grindabátar úr Vági vesturi á Vágseiði á Hvítusunnu 2010.
-
Vágseiði: Kleivin, Heltnarnar og Skúvanes.
-
Ein mina, sum stendur við Undirhúsið, yvirav Vágs Kirkju.
-
Vágur, miðbýurin og Oyrarnar hinumegin land.
-
Eggjarnar, útsýnið suðureftir móti Beinisvørð. Fremst á myndini sæst staðið, har bretsk kanón stóð undir Seinna Heimsbardaga.
-
Kappróðrarbáturin Smyril hjá Vágs Kappróðrarfelag stendur á Garðabrúgv.
-
Bjørgini við Fámara.
-
Fámara.
Keldur
[rætta | rætta wikitekst]- ↑ Hagstova.fo
- ↑ Sudurras1.com[deyð leinkja]
- ↑ "A-Sandinum.com". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2011-09-01. https://web.archive.org/web/20110901120302/http://www.a-sandinum.com/. Heintað 2011-08-31.
- ↑ Storapakkhus.com, Søgan[deyð leinkja]
- ↑ "svimjihollin.com, PÁL-LÁN’ini farin ígongd". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2016-03-06. https://web.archive.org/web/20160306125043/http://www.svimjihollin.com/?p=482. Heintað 2014-03-28.
- ↑ sudurras.fo, Nú flaggar á Oyrunum í Vági
- ↑ "svimjihollin.com, Ein fólksligur svimjihylur tekur skap". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2020-08-04. https://web.archive.org/web/20200804061833/http://www.svimjihollin.com/?p=383. Heintað 2014-03-28.
- ↑ www.faroestamps.fo
- Faroestamps.fo[deyð leinkja] Um Vágs Kirkju
- Bók: Poul Andreasen "Elektrisitetsverkið í Botni", egið forlag, Tórshavn 1996.
Slóðir
[rætta | rætta wikitekst]- Vágs kommuna
- Ruth Smith Savnið í Vági Archived 2010-01-29 at the Wayback Machine
- Ruth Smith[deyð leinkja]
- Myndasavn hjá Erik Christensen
- Flickr.com Myndir úr Vági á Flickr.