Jump to content

Lopra

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Lopra
Lobra (danskt)
Bygd
Lopra
Lopra
Land  Føroyar
Sýsla Suðuroya sýsla
Oyggj Suðuroy
Kommuna Sumbiar kommuna
Íbúgvar 85 (2015)[1]
Postnummur FO-926
Markatal -

Lopra er ein niðursetubygd í Suðuroynni, bygdin liggur 5 km sunnan fyri Vág. Fólkatalið var 86 við ársbyrjan 2014. Ein tunnil bindur bygdirnar Lopra og Sumba saman, sumbiartunnilin læt upp í 1997. Akrar er lítil bygd, sum liggur 2 km eystanfyri Lopra. Lopra liggur í einum dali rundan um Lopransfjørð. Tá ein kemur koyrandi úr Vági til Lopra, sæst toppurin av Beinisvørði daga undan Hestinum. Eitt spískt fjall í Lopra sum minnir um eina pyramidu eitur Kirvi, toppur eitur Kirviskállur. Fjallið sunnan fyri Lopra móti Økrum eitur Siglifelli. Beint áðrenn ein kemur til Lopra er ein vík sum eitur Kirrivík, hon verður eisini nevnd Ónavík. Úr Kirrivík er ein vegur gjørdur eitt petti vestureftir, hesin førir til Lopranseiði, tó ikki heilt vestur. Lopranseiði er sera vakurt og sermerkt stað á vestursíðuni av Suðuroynni. Har er eisini Lopranshólmur. Útsýnið suðureftir móti Beinisvørði er einastandandi.

  • 1834 fyrsta búsetingin var í Lopra, tá bóndin Andreas Thomassen flutti sín bóndagarð úr Sumba til Lopra
  • 1901 Hvalastøð varð gjørd í Lopra, hetta var tann fjórða í Føroyum
  • 1908 Ein verksmiðja sum gjørdi leivdir av stórhvali til náttúrutøð varð tikin í nýtslu
  • 1946 Stórhvalaveiða byrjaði aftur úr Lopra, eftir at onki virksemi hevði verið síðan 1940
  • 1953 er talið av stórhvali minkað so nógv, at hvalastøðin varð stongd
  • 1957 Felags skúli og kirkjubygningur fyri Lopra og Akrar varð vígdur
  • 1981 Tað varð borað niður í 2178 metra dýpd, og tey funnu lítlar nøgdir av gassi, men ikki nokk til at tað loysti seg
  • 1991 Tað varð sprongt fyri seinastu ferð í februar og hol var komið ígjøgnum fjallið úr Lopra til Sumbiar, tunnilin var tó ikki tikin alment í nýtslu fyrr enn í 1997
  • 1996 Í juli varð aftur farið at bora í Ónavík nærhendis Lopra, og hesaferð varð borað niður í 3558 m uttan at olja varð funnin, men úrslitini vóru virðismikil í sambandi við oljuleiting úti á havinum
  • 1997 Í desember læt Sumbiartunnilin upp. Ein kelda var funnin tá tunnilin varð gjørdur. Seinni fingu øll hús í Sumbiar kommunu vatn úr kelduni. Ein krani varð settur upp á kaiini í Lopra, og har koma fólk ymsastaðni frá at fáa sær reint kelduvatn. Vágbingar nevna vatnið lopransvatn.
  1. Hagstova.fo
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið


Coordinates: 61°26′40″N 6°46′8″W / 61.44444°N 6.76889°W / 61.44444; -6.76889