Beinisvørð
Beinisvørð er 469 metrar høgt forberg í Suðuroynni, millum bygdirnar Sumba og Lopra. Beinisvørð er sermerkt og sæst nógvastaðnis frá. Beinisvørð er tað næsthægsta forbergið í Føroyum, bara Enniberg er hægri. Nógvir flytifuglar byggja reiður hvørt ár í Beinisvørði. Sumbingar plagdu fyrr í tíðini at síga niður í bergi eftir fugli og eggum. Enn fara sumbingar í stakkin við Beinisvørð eftir lunda.
Yrkingar nevna Beinisvørð[rætta | rætta wikitekst]
Kenda skaldið Poul F. Joensen (1898-1970), úr Sumba yrkti ofta um Beinisvørð. Janus Djurhuus (1881-1948), sum ikki er minni kendur enn Pól F. yrkti eisini um Beinisvørð.
Beinisvørð rapaði[rætta | rætta wikitekst]
Í 1975 rapaði ein partur av Beinisvørði, og nógvar lomvigarøkur vóru oyðilagdar og fleiri staðarnøvn eru nú horvin [1].

Hesturin við Beinisvørð[rætta | rætta wikitekst]
Gamli vegurin millum Lopra og Sumba førir niðan á Hestin, hagani er stutt til Beinisvørð. Vegurin er tætt við eggina, eitt nú kunnu bilar ella bussar støðga við stóru antennuna uppi á Hestinum og síðan kunnu fólk ganga umleið 50 metrar út til eggina og eygleiða fuglabergið Beinisvørð. Støðgast kann eisini eitt sindur longri niðri mitt í einum breiðum svingi, har eru bert umleið 20-30 metrar til eggina. Har liggur ein træbrúgv, sum varð løgd har einaferð kongalig vitjan var í Suðuroynni. Eitt skelti er sett upp har, sum ávarar fólk, so tey ikki ganga seg útav eggini.
Sumbiartunnilin er undir Beinisvørði[rætta | rætta wikitekst]
Sumbiartunnilin var í ger í fleiri ár, hann varð tikin í brúk í 1997. Tunnilin fer ígjøgnum bergið Beinisvørð og er 3.240 metrar langur [2].
Myndasavn[rætta | rætta wikitekst]
Beinisvørð prýðir eitt føroyskt frímerki frá 1989
Útvortis ávísingar og keldur[rætta | rætta wikitekst]
- Visitsuduroy.fo
- Sumba.fo - Heimasíðan hjá Sumbiar kommunu- Myndasavn, myndir av Beinisvørð
- Myndir á Flickr.com av Beinisvørð