Vágs Svimjihøll

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Pál Joensen venur í 25 metra langa svimjihylinum í Vági.

Vágs Svimjihøll er ein svimjihøll í Vági. Høllin hevur ein svimjihyl, sum er 25 metrar langur og hevur fýra banar. Svimjihøllin í Vági læt upp í 1979 og er bygd saman við Vágs Skúla. Inngongdin er frá Toftavegi. Skúlabørnini í syðru helvt av Suðuroynni brúka svimjihøllina sum partur av teirra undirvísing. Svimjihøllin er opin umleið annan hvønn dag, mánadag, mikudag, fríggjadag og leygardag fyri almennari svimjing. Harumframt brúkar svimjifelagið Susvim svimjihøllina til teirra svimjivenjingar.

Útvortis ávisingar[rætta | rætta wikitekst]