FC Suðuroy

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
FC Suðuroy
Navn FC Suðuroy
Stovnað 2010
Leikvøllir Á Eiðinum í Vági
Á Krossi í Sumba
Rúmd 3.000
Formaður Føroyar Julius Vest Joensen
Høvuðsvenjari Føroyar Jón Pauli Olsen
Liga Effodeildin
2014 2 (í 1. deild)
Heimasíða http://www.fcsuduroy.com/
Heimavøllur
Útivøllur

FC Suðuroy er fótbóltsfelag í Suðuroynni, sum varð stovnað 1. januar 2010. Tað var fyrrverandi felagsliðið VB/Sumba, sum tók stig til at stovna FC Suðuroy, ætlanin var at savna øll liðini úr oynni í eitt felag, men tað eydnaðist ikki í 2010. FC Suðuroy spældi í Effodeildini (sum tá nevndist Vodafonedeildin) í 2010, men endaði sum nummar 9 og rykti tí niður í 1. deild. Teir vunnu 1. deild 2011 við 70 stigum og spældu aftur í bestu fótbóltsdeildini, Effodeildini, í 2012. Teir endaðu á niðasta plássi við 9 stigum, og spældu aftur í 1. deild í 2013 og 2014. Í 2014 endaðu teir á 2. plássi og fluttu upp í Effodeildina saman við hinum Suðuroyarliðnum TB.

Fótbóltshópurin hjá besta mansliðnum[rætta | rætta wikitekst]

Dagført 3. apríl 2016

No. Pláss Leikari
1 Føroyar Ólavur Ludvig
16 Føroyar Kári Jacobsen
22 Føroyar John Jacobsen
2 Føroyar Mi John Marni Lindenskov
3 Føroyar Ve Tóki Krosslá Mortensen
4 Georgia (land) Mi Valerian Iobashvili
5 Føroyar Ve Dánjal Godtfred
6 Føroyar Mi Gutti Kristiansen
7 Georgia (land) Mi Mamuka Toronjadze
8 Føroyar Ál Heri Kjærbo
No. Pláss Leikari
9 Føroyar Ál Búi Egilsson
10 Føroyar Ál Ari Krosslá Poulsen
11 Føroyar Mi Eiler Brattalíð
12 Føroyar Ve Jón Áki Jacobsen
17 Føroyar Ál Teitur Krosslá Mortensen
18 Føroyar Mi Gutti Kristiansen
19 Føroyar Mi John Villi Leo
20 Føroyar Ve Rani Johansen

Liðini hjá FC Suðuroy[rætta | rætta wikitekst]

FC Suðuroy - EB/Streymur í 1. deild vesturi á Eiðinum 1. mai 2011. FC Suðuroy vann dystin 5-3.
FC Suðuroy-EB/Streymur 1-4

FC Suðuroy hevur hesi lið hjá monnum: Í 1. deild, 2. deild og 3. deild. Í kvinnudeildini hevur FC Suðuroy lið í deildini sum spælir á hálvum vølli. Harumframt hevur FC Suðuroy hesi lið í barnadeildunum: Dreingir, smádreingir, piltar, smápiltar, smágentur 12-14 ár og gentur 10-12 ár (hetta kann broytast, sí heimasíðuna hjá felagnum).

Styrk út øðrum londum[rætta | rætta wikitekst]

Tá FC Suðuroy skuldi leika í bestu deildini í 2010 leitaði felagið sær styrk úr øðrum londum. Hesir útlendingarnir vóru við í hópinum hjá FC Suðuroy í 2010: Stanislav Kuzma, málverji úr Slovenia, Obi Ikechukwu Charles, álopsleikari úr Nigeria, Mamuka Toronjadze, miðvallaleikari úr Georgia og Mustafa Adamu, verjuleikari úr Ghana. Eftir summarsteðgin var Obi Charles givin í felagnum, og avtalað varð gjørd við verjuleikaran Kasper Schultz úr Danmark. Mustafa Adamu spældi ongan dyst fyri bestu deildina hjá FC Suðuroy, og fór av landinum aftur áðrenn summarsteðgin. Í 2011 komu tveir leikarar úr Ghana at spæla við 1. deildar liðnum hjá FC Suðuroy, teir vóru David Asare og Kamil Yunus. David skoraði 20 mál fyri liðið og gjørdist nummar tvey á málskjýtta listanum hjá FC Suðuroy. Hann spælir eisini við í 2012, meðan avtalan við Kamil ikki varð endurnýggjað. Í 2011 spældu tveir danar við FC Suðuroy, Niklas Paulsen (álopsleikari) spældi við frá byrjan og fram til 13. umfar hin 18. juni. Hin danin, Jesper Fleckner, sum er verjuleikari, spældi við besta liðnum (1. deild) eftir summarsteðgin og til seinasta dystin. Stanislav Kuzma hevur verið málmaður hjá besta liðnum 2010, 2011 og 2012. Í 2012 er ein útlendskur leikari komin afturat, umframt David Asare og Stanislav Kuzma. Talan er um slovenska verjuleikaran Saša Kolman.

Høvuðs málskjúttar hjá FC Suðuroy, VB/Sumba og VB í nýggjari tíð[rætta | rætta wikitekst]

FC Suðuroy - B71 2-2 Inni í Dal 2. okt. 2010. FC Suðuroy leikaranir á myndini eru Palli Augustinussen og Martin Tausen.
1. deild kvinnur FC Suðuroy móti AB í apríl 2012.

5 mans hava til nú skorað í minsta lagi 50 mál fyri besta liðið hjá FC Suðuroy, VB/Sumba ella VB í nýggjari tíð, 4 av hesum spælarunum eru givnir at spæla fótbólt á høgum støði, bert Jón Krosslá Poulsen er enn aktivur í bestu deildini av hesum 5. Næstur teimum er Dan Djurhuus, sum hevur skorað 40 mál fyri feløgini. Dan spælir enn við FC Suðuroy í Vodafonedeildini. Hesi hagtøl eru dagførd eftir 25. umfar í Vodafonedeildini 2. oktober 2010:

Fótbóltsvøllir[rætta | rætta wikitekst]

Fótbóltsstadium hjá FC Suðuroy á Eiðinum í Vági.

FC Suðuroy hevur í løtuni tveir fótbóltsvøllir. Besta deildin hjá monnum, Vodafonedeildin, spælir á Eiðinum í Vági. Næstbesta deildin, 2. deild, spælir heimadystir á Krossi í Sumba. Hini liðini spæla eftir tørvi antin á Eiðinum ella á Krossi. Fótbóltsvøllurin á Eiðinum í Vági er einasti fótbóltsvøllur í Suðuroynni, sum lýkur krøvini fyri at spæla í Vodafonedeildini.

Fótbóltsstadium hjá FC Suðuroy á Krossi í Sumba.

Fyrrverandi leikarar[rætta | rætta wikitekst]

Her verða nevndir nakrir av fyrrverandi leikarunum frá nýggjari tíð, eisini frá tíðini, tá felagið bar navnið VB og VB/Sumba. Summir av hesum spælarunum eru enn aktivir í lægri deildum, t.d. 2. deild hjá FC Suðuroy.

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

Útvortis ávísingar[rætta | rætta wikitekst]

Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið