Bóltfelagið Royn

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
(Ávíst frá Royn)
Jump to navigation Jump to search
Bóltfelagið Royn
Navn Bóltfelagið Royn, Royn
Stovnað 23. oktober, 1923
Leikvøllir Á Skørinum
Formaður Føroyar Eyðfinn Debes
Høvuðsvenjari Rúni Thomsen
Liga 2. deild
2015 5 í 2. deild
Heimasíða Royn.fo
Heimavøllur
Útivøllur

Bóltfelagið Royn ella Royn er eitt fótbóltsfelag úr Hvalba, sum varð stovnað 23. oktober 1923. Formaður í felagnum er Maud Næs. Venjari hjá 2. deild er Ingi Mortensen, venjari hjá ungdómsliðunum hjá Royn og TB 2011 er Milan Cimburovic. Samskipari hjá Royn er Rúni Thomsen. Royn hevði eitt lið í 3. deild hjá monnum í 2010. Liðið gjørdist nummar 3, og av tí at næstbesta liðið longu hevði eitt lið í 2. deild frammanundan, so gjørdist tað Royn sum skuldi spæla í 2. deild í 2011. Sostatt vóru tað øll trý fótbóltsfeløgini í Suðuroynni, sum høvdu lið í 2. deild í 2011, tí TB og FC Suðuroy høvdu lið har frammanundan. Umframt liðið í 2. deild hevur Royn nøkur lið í barnadeildunum bæði hjá gentum og dreingjum.

Fótbóltsvøllurin og Roynhøllin[rætta | rætta wikitekst]

Royn spælir sínar heimadystir á grasvøllinum í Hvalba. Fótbóltsvøllurin hjá Royn er beint við sandstrondina í Hvalba og við Roynhøllina, sum er mitt í bygdini. Roynhøllin er ein av fyrstu ítróttarhøllunum, sum varð bygd í Føroyum. Bara KÍ-høllin í Klaksvík er eldri. Báðar høllirnar vórðu bygdar fyrst í 1970'unum.

Fótbóltshópurin hjá Royn 2. deild menn[rætta | rætta wikitekst]

No. Pláss Leikari
16 Føroyar Kim Mortensen
1 Føroyar Ve Johan Hammer
2 Føroyar Ve Thorstein Thomsen
3 Føroyar Ve Poul Poulsen
4 Føroyar Mi Andru J. Joensen
5 Føroyar Mi Pætur Ellendersen
6 Føroyar Ve Uni Holm
6 Føroyar Ve Herálvur Thomsen
7 Føroyar Mi Signar H. Olsen
8 Føroyar Ál Allan Sveinbjørnsson
No. Pláss Leikari
9 Føroyar Mi Jónar Holm
10 Føroyar Ve Jón Thomsen
11 Føroyar Mi William Berg
12 Føroyar Mi Ólavur Sigurheim
13 Føroyar Mi Teitur Midjord
13 Føroyar Ve Njálur Niclasen
15 Føroyar Michael Bertholdsen
16 Føroyar Mi Olgar Nielsen
17 Føroyar Ál Bjarni á Hólalagi
18 Føroyar Ál Kristian Bertholdsen

Nøkur hagtøl frá mansfótbólti 1992 til 2009[rætta | rætta wikitekst]

  • Í 1992 spældi Royn í 2. Deild, liðið gjørdist nummar 4 við 23 stigum, LÍF og ÍF gjørdust nummar eitt og tvey, bæði liðini fingu tá 24 stig. MB var nummar trý við 23 stigum. pdf-fíla
  • Í 1993 endaði Royn næstniðast men slapp undan niðurflyting, tí MB og SÍF løgdu saman til FS Vágar og kundi ikki hava tvey lið í 2. Deild, so MB flutti niður og Royn bleiv verandi í 2. Deild. pdf-fíla
  • Í 1994 gjørdist Royn nummar 6 í 2. Deild við 16 stigum. pdf-fíla
  • Í 1995 endaði Royn næstniðast og flutti niður í 3. Deild. pdf-fíla
  • Í 1997 spældi Royn aftur í 2. Deild og gjørdist nummar 4 við 33 stigum. Tað árið vann Sumba 2. Deild við 39 stigum, B36 gjørdist nummar 2 við 36 stigum og TB nummar 3 við 34 stigum. Av tí at B36 frammanundan hevði lið í bestu deildini vóru tað Sumba og TB sum fluttu upp til bestu deildina. pdf-fíla
  • Í 1998 gjørdist Royn nummar 4 í 2. Deild við 29 stigum. B71 gjørdist vinnari av deildini við 41 stigum og rykti upp í 1. Deild. LÍF gjørdist nummar tvey við 33 stigum og FS Vágar gjørdist nummar trý við sama stigatali sum Royn, nevniliga 29 stig. pdf-fíla
  • Í 1999 gjørdist Royn nummar 5 í 2. Deild við 24 stigum. Vinnarin tað árið gjørdist FS Vágar við 48 stigum. pdf-fíla
  • Í 2000 spældi Royn í 2. deild men endaði niðast við 17 stigum og rykti niður í 3. Deild. pdf-fíla
  • Í 2003 gjørdist Royn vinnari av 3. Deild við 49 stigum og rykti upp í 2. Deild. EB/Streymur gjørdist nummar 2 við 35 stigum. pdf-fíla
  • Í 2004 gjørdist Royn nummar 5 í 2. Deild við 28 stigum. TB gjørdist vinnari av deildini við 38 stigum og rykti upp í 1. Deild. VB endaði aftast við 7 stigum og rykti niður í 3. deild. (VB hevði tó eitt lið í bestu deildini ta árið). pdf-fíla
  • Í 2005 skiftir besta deildin navn frá 1. Deild til Formuladeildin, næstbesta deildin skifti ikki navn fyrr enn seinni.
  • Í 2005 spældi Royn í 2. deild og gjørdist nummar 7 við 20 stigum. pdf-fíla
  • Í 2009 spældi Royn í 3. Deild í bólki B. Royn gjørdist 3 í bólkinum við 21 stigum. [1]
  • Í 2010 spældi Royn í 3. deild og gjørdist nummar 3 í finalurunduni. Av tí at B36, sum gjørdist nummar 2, longu hevði eitt lið í 2. deild, so verður tað Royn sum flytir upp í 2. deild í 2011.[1]

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. Sportal.fo


Útvortis ávísingar[rætta | rætta wikitekst]