Pól Thorsteinsson

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Jump to navigation Jump to search
Pól Thorsteinsson

Pól Thorsteinsson føddur 1973 í Vági er ein føroyskur fótbóltsspælari og fyrrverandi landsliðsleikari. Pól starvast sum fíggjarleiðari í Vágs kommunu. Í 2009 spældi Pól Thorsteinsson við bestu deildini hjá VB/Sumba, sum gjørdist nummar eitt í 1. deild og rykti upp í Vodafonedeildina. Pól Thorsteinsson avgjørdi, at hetta var seinasta árið, at hann spældi fótbólt á høgum støði. Eftir 1. januar 2010 skiftið felagið navn frá VB/Sumba til FC Suðuroy. Pól Thorsteinsson var nevndarlimur og peningarøkil hjá FC Suðuroy í 2010 og 2011, hann bar seg undan afturvalið á aðalfundinum síðst í 2011.

Fótbóltslívsleið[rætta | rætta wikitekst]

Fótbólsfeløg í Føroyum og Íslandi[rætta | rætta wikitekst]

Pól Thorsteinsson hevur spælt við trimum føroyskum feløgum: VB (seinni VB/Sumba), B36 og NSÍ og einum íslendskum fótbóltsfelag Valur.

  • VB 1991-1997
  • B36 1998-99
  • Valur, Ísland 2000 [1]
  • B36 2001
  • NSÍ 2002
  • B36 2003-2005
  • NSÍ 2006-2007
  • VB/Sumba 2007-2009 (eftir 1. jan. 2010 eitur liðið FC Suðuroy).
  • FC Suðuroy 2010-2012 hann spældi av og á við næstbesta liðnum, sum spælir í 2. deild

Løgmanssteypið[rætta | rætta wikitekst]

Pól Thorsteinsson hevur verið við til at vunni Løgmanssteypið tríggjar ferðir: 2001 við B36, 2002 við NSÍ og 2003 við B36. Løgmanssteypið æt fyrr Ísafjarðarsúlan.

Føroyameistari[rætta | rætta wikitekst]

Pól hevur harumframt vunnið Føroyameistaraheitið tríggjar ferðir: 2001 og 2005 við B36 og 2007 við NSÍ.[2]

Ársins leikari og ársins lið[rætta | rætta wikitekst]

Pól Thorsteinsson varð kosin Ársins leikari í 2003, tá spældi hann við B36. Sama ár var hann eisini eitt av teimum 11 nøvnunum á "Ársins lið" hjá Dimmalætting. Í 2001 var Pól Thorsteinsson ein av teimum 11 leikarunum sum vóru valdir til "Ársins lið" hjá Sosialinum og hjá Sjónvarpi Føroya.[3]

Føroyska Landsliðið[rætta | rætta wikitekst]

Pól Thorsteinsson spældi 37 landsdystir við føroyska A-landsliðnum í fótbólti í tíðarskeiðnum 1997-2004 [4]. Pól spældi sum verjuleikari á A-landsliðnum.

1800 minuttir út í eitt á landsliðnum[rætta | rætta wikitekst]

Pól Thorsteinsson leikti yvir 1800 min út í eitt á landsliðnum uttan at verða skiftur út ella skaddur yvir 20 dystir á rað. Tað var met tá.

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

Slóðir[rætta | rætta wikitekst]

Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið