Ísland

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Ísland
Flagg Ísland
(Flagg Ísland)
Skjaldarmerki Ísland
(Skjaldarmerki Ísland)
Tjóðarslagorð: Einki
Tjóðsangur: Lofsöngur
Alment mál Íslendskt
Høvuðsstaður Reykjavík
Forseti Guðni Th. Jóhannesson
Forsætisráðharri Katrín Jakobsdóttir
Fullveldi
Vídd
 - tilsamans
 - vøtn (%)
 
103 125 km²
2,7%
Íbúgvar
 - tilsamans 2023
 - tættleiki
 
393.483
3,1/km²
Gjaldoyra Íslendsk króna (ISK)
Tíðarøki UTC +0
Økisnavn á alnetinum .is
Telefonkota +354

Ísland (íslendskt: Ísland) er heimsins norðasta tjóðveldi. Høvuðsstaður Íslands er Reykjavík, og í Íslandi búgva umleið 393.483 fólk. Av hesum búgva eini 120.000 í Reykjavík. Hægsti staður í Íslandi er tindurin Hvannadalshnúkur, sum er 2109,6 m. Ísland er oyggjarland og oyggin er 108.846 km2, harav 11.800 km2 av oynni er innlandsísur. Gjaldoyra Íslands er íslendsk króna (ISK). Miðallívsævin í landinum er 80 ár.[1] Ísland hevur verið undir norskum og donskum harradømi, til landið í 1944 fekk fullveldi. Ísland var undir norskum stýri í árunum 1262 til 1380 og donskum stýri frá 1380 til 1944.

Norskir niðursetumenn komu til Ísland um somu tíð, sum landnámið var í Føroyum. Eins og Føroyar var Ísland fyrst undir norskum (12621397) og seinni undir donskum valdi (13971944). Ísland fekk heimastýri í 1904, gjørdist fullveldi í 1918 og lýðveldi í 1944.[2]

Íslendskur tjóðardagur er 17. juni. Íslendingar hava valt føðingardag Jóns Sigurðssonar, tjóðarhetju, sum sín tjóðardag.

Navnauppruni[rætta | rætta wikitekst]

Navnið Ísland er fyrstu ferð nevnt í norrønum kvæðum í 10. øld, á enskum korti og rúnasteini frá 11. øld og í verkinum hjá erkibiskupinum Adam av Bremen 1072 um erkibiskiparnar í Hamborgar erkibiskupdømi. Heitið íslendingur kemur fyri fyrstu ferð í sáttmála, sum íslendingar gjørdu við Ólav Haraldsson Noregskong í 1022, skrivaður um 1080. Orðið íslendingur kemur fyri í íslendskum vísum frá 11. øld.

Søga[rætta | rætta wikitekst]

Frá byrjanini av 9. øld búðu írar spjaddir um landið, og ikki fyrr enn í landnámstíðini byrjaði verulig búsetning og eina mest úr Noregi. Ísland gjørdist skipað, sjálvstøðugt samfelag í 930, tá ið Altingið var sett á stovn. Ár 1000 verður samtykt í Altinginum, at trúgvin skal vera tann kristna. Um ár 1000 búðu uml. 60,000 fólk í landinum. Lógir landsins vera niðurskrivaðar í byrjanini av 12. øld. Nakrar fáar ættir fingu stórt vald, og bardagarnir teirra millum viknaðu so nógv um valdið hjá Altinginum, at norski kongurin Hákun 4. í 1262 kundi gera Ísland til norskt hjáland. Tá ið drotning Margreta I í 1380 eisini gjørdist drotning av Noregi, kom Ísland undir danskt yvirvald.

Danmarkar kongur, Kristian 3., sum eisini ráddi í Íslandi, sendi í 1538 íslendingum boð at kvitta við ta katólsku læruna og góðtaka trúbótina. Men tá ið málið kom fyri á altingi, varð tað felt. Á vári 1541 komu tvey donsk krígsskip til Íslands. Ørindi teirra vóru millum annað at fáa trúbótina samtykta. Tá ið altingið kom saman hetta árið, fekk Gizur bispur trúbótina samtykta í Skálholts bispadømi, men í hinum bispadøminum, har Jón Arason sat, kom viðtøka altingsins ikki í gildi. Stutt eftir hetta doyði Gizur bispur, og nú var Jón Arason mætasti maður í Íslandi; tað var líkt til, at trúbótin fór at verða trokað av landinum. Men í árinum 1550 tapti Jón Arason í einum bardaga. Hann og tveir synir hansara vórðu so settir í varðhald til næstu altingssetu. Men brádliga vórðu teir tiknir av døgum. Tað varð gjørt 7. nov. í 1550. Árið eftir komu 4 krígsskip úr Danmark at fullfíggja trúbótina í Íslandi. Tann katólska kirkjan varð tá skjótt avtikin, og trúbótin kom at valda í øllum landinum.

Á søguliga staðnum Þingvellir varð Ísland lýst lýðveldi at vera tann 17. juni 1944.
Alting Íslands, elsta ting í heiminum, er í Reykjavík. Í Altinginum verða landsins lógir samtyktar.

Tá ið danski kongurin Fríðrikur 6. í 1834 skuldi stovna stættating síni, var ætlan hansara, at Ísland, har hann hevði valdið, eisini skuldi senda umboðsmenn á stættating. Hetta var ikki væl umtókt av íslendingum, og ein teirra, Baldvin Einarsson, helt fyri, at Ísland hevði ikki neyðugt at senda nakað umboð; teir høvdu sítt gamla, halga stættating á Tingvøllum. Baldvin, andaðist, áðrenn málið var avgreitt. Men íslendingar kjósaðu sær ongar sendimenn; og tí setti kongur tveir fulltrúar at taka sær av íslendsku málunum, men hetta var illa dámt av íslendingum. Tá ið Danmark fekk sína fríu grundlóg í 1849, var ætlanin at hon eisini skuldi gjalda í Íslandi. Men við Jóni Sigurðssyni á odda mótmæltu íslendingar tí. Teir vildu hava sjálvstýri fyri Ísland; einasta samband, sum við Danmark skuldi vera, var ein felags kongur. So langt vildi Danmark ikki ganga teimum á møti, men tá ið íslendingar í 1874 høvdu túsund ára minningarhaldið fyri landnáminum, fingu teir meiri sjálvstýri, enn teir fyrr høvdu havt.

Næsta mál, sum ósemja stóðst av, var flaggmálið. Eins og norðmenn ta tíðina, teir stóðu saman við Svøríki, stríddust fyri egnum flaggi, soleiðis fóru íslendingar undir at útvega landi sínum flagg. Eisini her gjørdist ein togan aftur og fram. Tað var ikki einans flaggmálið, men eisini ymsi stjórnarmál, ið togað varð um. Í 1918 fór ein donsk sendinevnd til Íslands at samráðast um øll trætumál. Nú varð farið til botns í øllum, ið ósemja stóðst av. Úrslitið var eitt uppskot til nýggja skipan landanna millum, har Ísland kom at gerast eitt leyst og óheft ríki, sum einans hevði kong felags við Danmark. Í Íslandi skuldu danir hava somu sømdir sum íslendingar, og í Danmark skuldu íslendingar hava somu sømdir sum danir. Hesin sáttmáli varð góðtikin av íslendska fólkinum og Altinginum. Síðan varð hann góðtikin av danska ríkisdegnum, og kongur settu hond sína undir hann 30. nov. í 1918, og longu dagin eftir kom hann í gildi.

Í 1920 fekk Ísland nýggja grundlóg samsvarandi hesi nýggju samtykt. Og í 1944, tá ið alt sambandið millum Danmark og Ísland var avkvett av krígnum, søgdu íslendingar seg leysar av kongsfelagsskapinum við Danmark og skipaðu landið sum eitt lýðveldi. Fyrsti forseti Íslands var Sveinn Björnsson. Undir Seinna heimsbardaga var Ísland fyrst hersett av Stórabretlandi og síðan av USA. Í 1946 fóru amerikumenn av landinum aftur, men vóru tó verandi á flogstøðini í Keflavík, sum teir kundu nýta, um teir afturfyri vardu Ísland hernaðarliga.

Búskapur[rætta | rætta wikitekst]

Reykjavík er miðdepilin fyri handli, mentan og tænastu. Í Reykjavík er eisini landsins størsta fiskivinnuhavn.

Íslendska húsarhaldið hevur altíð verið bundið at fiskiskapi. Av teirri grund flutti Ísland fiskimarkið út á 200 fjórðingar í 1979, men tað var við tógvið stríð og nógv rok á fiskigrunnunum. Havið uttanum Ísland er reint, millum annað tí Ísland ikki sjálvt er eitt dálkandi land. Í havinum kring Ísland er ein rúgva av fiskasløgum, m.a. toskur, hýsa, lodna, upsi, sild og kalvi. Av skeljadjórum, sum nógv er til av, kann nevnast jomfrúhummarar, rækjur og jákupsskeljar. Fiskiflotin er nýmótans og telist millum teirra best útgjørdu í heiminum. Útflutningurin av fiskavørum er megin­parturin frystur fiskur, men teir útflyta eisini turran fisk, saltfisk, niðursjóðaðan fisk, fiskaolju og fiskamjøl.

Bert 1 % ella 1030 km2 av Íslandi er dyrkað jørð. Grasið verður mest nýtt til jóturdýr, men eitt sindur av hoyggi selja teir av landinum. Áseyðatalið liggur um 500.000. Hvørt heyst verður umleið helvtin av stovninum slaktaður. Neytini eru uml. 75.000, rossini uml. 77.000, svín uml. 4.000 og høsn uml. 160.000. Um heystið verður á rossabaki farið eftir seyðinum, sum verður rikin í eina serliga rætt, sum líkist einari ringreið. Fyrst verða allir seyðirnir riknir inn í miðjuna á rættini, og so verða teir býttir út til eigararnar, sum hvør eigur eina rætt út frá miðjuni. Seyðirnir eru markaðir, so hvør kennir sínar. Ísland flytir seyðakjøt av landinum, og einki verður flutt inn. Eitt sindur av ullarvørum verða eisini útfluttar.

Í Íslandi er lítið av ráevnum, men tað er hampiliga lætt at fáa fatur í orku. Hetta hevur havt við sær, at teir hava bygt sínar egnu verksmiðjur, ið framleiða burtur úr innfluttum rá­evnum. Henda fram­leiðsla hevur stóran týdning fyri út­flut­ning­in. Nærindis Reykjavík liggur ein nýmótans aluminiumsverksmiðja. Fyri at tað skal bera til at framleiða aluminium, noyðast teir at innflyta rávøruna, og framleiðslan má hava nógva og bíliga el-orku. Til at framleiða eitt tons av aluminium mugu teir hava 22.000 kWh. Í 1988 brúkti verksmiðjan 33,5 % av allari el-orkuni, sum varð framleitt í Íslandi. Verksmiðjan var bygd í 1968, og har arbeiða 600 fólk. Hon liggur tætt við strondina, so tað er lætt at lossa málmin, ið kemur frá Avstralia, Afrika og Grønlandi. Ætlanir eru nú um at byggja eina verksmiðju aftrat, tætt við ta gomlu.

Seyður hevur altíð havt ómetaligan týdning fyri Ísland. Í øldir hava fólk hórað undan orsakað av seyðinum. Av seyðinum fingu fólk bæði mat og klæði. Í gomlum døgum mjólkaðu íslendigar eisini seyðunum og brúktu seyðamjólkina til "skyr". Tað gera tey ikki longur, men tey eta nógv seyðakjøt, og av tí bleytu ullini gera teir teppir, klæðir o.m.a.

Í 2015 var bruttotjóðarúrtøka Íslands 51.261,875 fyri hvønn íbúgva.[3]

Í Íslandi eru nøkur av virknastu eldgosum í heiminum. Eldgosini eru í beinari linju úr Norðuratlantsrygginum.

Politikkur[rætta | rætta wikitekst]

Ísland er eitt tjóðveldi, sum verður stýrt av einari stjórn. Stjórnin er Altingið, sum er tað íslendska tingið, og forsetin. Forsetin, sum ikki er limur í nøkrum politiskum flokki, verður valdur 4. hvørt ár. Leikluturin hjá íslendska forsetanum er symbolskur. Tað eru 63 fólkavald umboð í Altinginum úr øllum teimum politisku flokkunum. Ísland hevur sum einasta land í heiminum ein politiskan kvinnuflokk.

Ísland hevur ongantíð havt egna hermegi, men í 1951 gjørdu Ísland og USA avtalu um, at ein NATO støð skuldi vera í Íslandi. Hon er í Keflavík, og er ein heimur fyri seg.

Ísland hevur verið tað av Norðurlondum, sum eina harðast hevur verið ímóti limaskapi í ES. Hendi tað, so fór allur tjóðskapur og samleiki og sjálvsavgerðarrættur fyri bakka. Men meina fíggjarkreppan í Íslandi seinastu tíðina hevur fingið stóran part av íslendingum at hálsa um. Seinastu meiningakanningarnar vísa, at heili 80 pst. av íslendingum halda, at Ísland eigur at søkja um ES-limaskap.

11. juni 2010 samtykti íslendska stjórnin at broyta vígslulógina soleiðis, at samkynd hava rætt til at giftast í landinum. Lógin er broytt soleiðis, at hjúnaband er millum "mann og kvinnu, "mann og mann" og "kvinnu og kvinnu". Tað Íslendska Altingið samtykti lógina við 49 atkvøðum fyri og ongari ímóti. Ísland er tað einasta landið í heiminum, sum hevur havt ein samkyndan stjórnarleiðara. Tað er Jóhanna Sigurðardóttir, ið sat frá 1. februar 2009 til 23. mai 2013.

Menningarhjálp[rætta | rætta wikitekst]

Íslendska stjórnin letur 57,6 evrur í almennari menningarhjálp fyri hvønn íbúgva í Íslandi í 2013 [4]. Tað er minst av øllum Norðurlondum. 57,6 evrur fyri hvønn íbúgva í Íslandi er bert ein tíggjundi partur av tí, sum Noreg letur; 689 evrur fyri hvønn íbúgva í Noregi. Svøríki letur 426 evrur í almennum stuðli fyri hvønn íbúgva, Danmark 378 og Finnland 187,5. Íslendska stjórnin hevur boðað frá, at hon fer at minka játtanina til stuðul í 2014

Fólkið[rætta | rætta wikitekst]

Hallgrímskirkjan í Reykjavík er tann størsta kirkjan í Íslandi.
Størsta vatn í Íslandi er Þingvallavatn.
Gullfossur í mars 2007.
Kort av Íslandi

325 671 fólk búgva í Íslandi (í jan 2014). Av hesum býr meiri enn helmingurin um Reykjavíkarleiðina. Eins og hjá okkum eru menninir betri umboðaðir í íslendska fólkatalinum enn kvinnurnar. Í 2014 eru 164 130 menn og 162 920 kvinnur. Næstan 24 000 av teimum, sum búgva í Íslandi, eru útlendskir ríkisborgarar. Størsti parturin av fólkinum býr í sunnara og vestara partinum av landinum, har veðurlagið er tað rætta, orsakað av havstreyminum. 1 % av fólkinum eru ikki lesifør og 8 % av fólkinum eru arbeiðsleys2. Vinnuloysið var eitt hitt lægsta í Evropa í 2007 (1 %).

Átrúnaður[rætta | rætta wikitekst]

Víkingarnir høvdu fleiri ymiskar gudar. Áðrenn teir vórðu kristnaðir, skrivaðu teir spennandi sagnir um norrøna gudaheimin. Men henda trúgvin megnaði ikki at standa ímóti kristindóminum, ið kom til Íslands um leið ár 1000, tá ið víkingaøldin var um at vera liðug. Í fólkakirkjuni eru 90,5% av íslendska fólkinum limir. Tríggjar evangelisk-lutherskar fríkirkjur eru í Íslandi, og tær hava 3,5% av fólkinum sum limir. Síðan 1944 hevur kirkjumálaráðharrin staðið fyri øllum viðurskiftum í kirkjuni. Biskupurin er hægsti kirkjuligi myndugleiki; biskupur og kirkjan avgera, hvat skal ganga fyri seg í kirkjuni. Minni enn fjórðingurin av prestunum eru kvinnur. Tann fyrsti kvinnuligi presturin fekk starv í 1974. Kvennakirkjan hevur kvinnugudstænastu eina ferð um mánaðin. Kanningar vísa, at íslendingar eru trúgvandi fólk. Tað gongur ikki nógv fólk í kirkju vanliga, men í smamband við høgtíðir og serlig høvi, sum dóp, ferming, hjúnavígslu og jarðarferðir, verður dúgliga vitjað. Um 72 % av fólkinum hoyrir til fólkakirkjuna, og restin hoyrir til ymsar aðrar smærri trúarbólkar - flestu kristnir.

841 muslimar búgva í Íslandi og tvey muslimsk samfeløg eru í landinum: Muslimska Foreiningin í Íslandi og Islamiskt Kultursentur. Tað hevur elvt til kjak í Íslandi, at ein moska verður bygd í 2015.

Útbúgving[rætta | rætta wikitekst]

Fyrsta universitetið í Íslandi var sett á stovn í 1911. Útbúgving hevur altíð verið raðfest frammaliga í Íslandi. Íslendingar hava verið kendir fyri at lesa í útlandinum, ikki bara í Danmark og USA sum teir felstu gera, men eisini í nógvum øðrum londum. Føroyar hava leingi havt gott samband við Ísland, men kortini hava ikki nógv leita sær til Íslands at lesa hægri lestur. Tey sum eru farin hava fyri tað mesta lisið íslenskt ella ymsar listagreinir, serliga tónleik. Nú eru nógv skeið fyriskipaði á enskum og tískil er tað lættari hjá útlendskum studentum at lesa í Íslandi.

10 stovnar bjóða hægri lestur í Íslandi. 8 av teimum eru góðkendir sum universitet, men bara eitt teirra veitir allar tær vanligu universitets lærugreinirnar. Hini hava øll lagt seg eftir nøkrum fáum lærugreinum ella í summum førum bert einari lærugrein.

Útbúgvingarskipanin í Íslandi er skipað á sama hátt, sum í nógvum øðrum londum við bachelorstigi og masterstigi. Ein bachelorútbúgving tekur vanliga 3-4 ár og ein masterútbúgving vanliga tvey ár. Einstakar útbúgvingar hava fimm ella seks ára normeraða lestrartíð. Millum annað løgfrøði (5 ár), lækni (6 ár) og tannlækni (6 ár).

Flestu útbúgvingunum er frálæran á íslendskum, men fleiri og fleiri verða nú eisini á enskum. Háskóli Íslands í Reykjavík er tann stovnurin, sum hevur flestu tilboðini á enskum. Háskólinn í Reykjavík (enskt: University of Reykjavik) er eitt privat universitet undir íslendska handilskamarinum. Millum annað fæst BS útbúgving teldufrøði og BS útbúgving í 'business administration' á skúlanum.

Landafrøði[rætta | rætta wikitekst]

Geysir

Ísland er næststørsta oyggj í Evropa og er 103 000 km2 til støddar. Oyggin er 500 km long eystur og vestur og 313 km breið suður og norður. Ísland er háslætti á Norðuratlantshavsryggi. Fleiri hundrað gosfjøll eru í landinum, men bert uml. 30 eru virkin. Mikil hiti í undirgrundini elvir til, at heitt vatn rennur og spríkur upp úr jørðini. Ongastaðni í heiminum eru so nógvar heitar keldur sum í Íslandi, og í mongum býum verður heita vatnið nýtt at hita hús við. Umleið 90 % av húsarhaldunum eru upphitað við jarðarhita.

Hægsta fjall er Øræfajøkul, sum er 2110 m. høgt.

Jarðfrøði[rætta | rætta wikitekst]

Jarðarskorpan er stórar plátur, sum flyta seg spakuliga sum ísur á vatni. Sumstaðni brotna pláturnar, men aðrastaðni verða tær trýstar ella eltar saman. Í saman­komingunum eru ofta eldgos og jarðskjálvti. Ísland er á Norðuratlants­rygginum, sum gongur mitt norður ígjøgnum Atlantshavið. Á hesum ryggi koma tvær jarðarplátur saman, Evrasiatiska plátan og Amerikanska plátan. Pláturnar flyta seg hvør sín veg, 1-2 cm um árið. Eldgos hava verið nógvastaðni á rygginum.

Í Íslandi eru nøkur av virknastu gosfjøllum í heiminum. Í Íslandi eru fleiri enn 30 virkin gosfjøll, og síðan landnámið hevur eldgos verið í miðal fimta hvørt ár. Eldgosini eru í beinari linju úr Norðuratlantsrygginum, sum gongur í landnyrðing ígjøgnum Ísland. Yngstu grótsløgini eru mitt í landinum, og tey elstu eystan fyri og vestan fyri gosfjøllini. Har eldgosini eru í Íslandi, kemur jarðarhitin upp. Rundan um tær heitu keldurnar eru øki, sum ikki eru so heit. Har eru teir heitu svimjihyljarnir. Jarðarhitin er íslendingum til stórt gagn. Teir brúka hann at hita sethús og vakstrarhús við og til serídnað. 86 % av íbúðunum í Íslandi eru hitaðar við jarðarhita.

Býir[rætta | rætta wikitekst]

Annar hvør íslendingur býr í Reykjavík, sum er høvuðsstaður landsins.
Á Ísafirði búgva eini 3500 fólk.
Íbúgvar
1 Reykjavík 118 861
2 Kópavogur 30 000
3 Hafnarfjörður 25 107
4 Akureyri 17 304
5 Reykjanesbær 14 000
6 Garðabær 10 139
7 Mosfellsbær 8 317
8 Árborg 7 693
9 Akranes 6 419
10 Fjarðabyggð 5 000

Dýralívið[rætta | rætta wikitekst]

Nøkur av størstu fuglabjørgum í heiminum eru í Íslandi.

Í Íslandi eru fá vill djór samanborið við onnur lond. Orsøkin er, at Ísland er ein oyggj langt frá øðrum londum, og tí er trupult hjá djórunum at koma higar. Í sjónum við Ísland eru tvey kópasløg, láturkópur og steinkópur. Steinkópur er allastaðni við Ísland. Láturkópur er sjáldsamari. Fyrr varð nógvur kópur veiddur, kjøtið varð etið og skinnið nýtt.

Revurin er einasta súgdjórið, sum var í Íslandi undan fólkunum. Sannlíkast hevur revurin verið her síðani síðst í farnu ístíð. Hann verður eisini nevnur fjallrevur og hvítrevur. Revurin er allastaðni í Ísland.

Minkurin kemur upprunaliga úr Norður-Amerika. Hann kom til Íslands í 1931, tí menn ætlaðu at ala minkar í búrum og selja skinnini. Nógvir minkar sluppu leysir og spjaddu seg um alt landið.

Rottan ella brún rotta kom til Íslands uml. 1750 og var fyrst at síggja í Reykjavík. Í dag er hon allastaðni og mest við strendurnar og á ruskplássum. Í Íslandi eru tvey músasløg. Heimamúsin heldur til nær fólki. Hagamúsin heldur til í náttúruni eins væl og í bygdum øki.

Reindjór vórðu fyrstu ferð flutt til Íslands í 1771 úr Noregi, og nøkur ár seinni komu fleiri. Í dag eru um 3,000-4,000 djór, og tey halda til á Eysturlandinum. Á sumri eru reindjórini í fjøllunum, men á vetri koma tey oman í bygdirnar. Á heysti er loyvt at skjóta ávíst tal av reindjórum, tí annars verða tey ov nógv í tali.


Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. "CIA World Factbook". https://www.cia.gov/library/publications/the-world-factbook/geos/ic.html. Heintað 2008-09-29. 
  2. Store Norske Leksikon
  3. World Economic Outlook Database - April 2015
  4. http://epp.eurostat.ec.europa.eu/tgm/table.do?pcode=tsdgp520&language=en

Sí eisini[rætta | rætta wikitekst]

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið