San Marino
|
|||
| Tjóðarslagorð: "Libertas" (føroyskt: "Frælsi") |
|||
| Tjóðsangur: "Inno Nazionale della Repubblica" | |||
| Alment mál | Italskt | ||
| Høvuðsstaður | San Marino | ||
| Kapteynar regentar | Gianfranco Terenzi Guerrino Zanotti |
||
| Átrúnaður | Katolisma 96 % Aðrir 4 % |
||
| Fullveldi | 3. september 301 | ||
| Vídd - tilsamans - vøtn (%) |
60,57 km² 0,1 % |
||
| Íbúgvar - tilsamans 2012 - tættleiki |
32 471 536,1/km² |
||
| Gjaldoyra | Evra (gjaldoyrakota: EUR) |
||
| Tíðarøki | UTC +1 | ||
| Økisnavn á alnetinum | .sm | ||
| Telefonkota | +378 |
||
Lýðveldið San Marino (alment navn: Repubblica di San Marino) er eitt lítið landfast land í Italia. San Marino hevur bara mark við Italia. San Marino er fjallaland og elsta lýðveldi í heiminum. Høvuðsmálið er italskt. Hetta lítla fjallalandið, nakað norðarlaga í Italia, er minsta lýðveldi í Evropa. Tað er eisini av minstu londum. Í vídd er San Marino bara 61 km2.
Tað er eisini ímillum tey elstu, helst grundað um ár 900. Í miðøld var Italia býtt sundur í rík, valdmikil býarríki, sum Florens og Venesia. Hesi ríki vórðu, sum tíðin leið, limað inn í onnur, størri landøki, men San Marino megnaði at hava sjálvræði sítt. Á italienska meginlandinum eru tvey smá ríki, Vatikanríkið og San Marino.
Hóast landið er av smæstu londum, hevur tað fótbóltslandslið, sum er við í undankappingunum til HM og EM í fótbólti.
Náttúrutilgeingið er lítið í San Marino, og blómandi ferðavinnan er størsta inntøkukelda landsins. Miðaldarborgin Rocca er t.d. sum tikin úr einum ævintýri.
Londini, sum ikki eru limir í ES, men hava beinleiðis tollsamgongu við ES, eru Mann, Ermarsundsoyggjar, Andorra og San Marino.
Ávisingar úteftir[rætta | rætta wikitekst]
- SanMarinoSite.com (enskt, italskt)
- VisitSanMarino.com (enskt, italskt)
| Lond í Evropa |
| Albania | Andorra | Armenia² | Aserbadsjan¹ | Belgia | Bosnia-Hersegovina | Bulgaria | Danmark | Estland | Eysturríki | Finnland | Frakland | Georgia¹ | Grikkaland | Hvítarussland | Írland | Ísland | Italia | Kasakstan¹ | Kekkia | Kosovo | Kroatia | Kýpros² | Lettland | Liktinstein | Litava | Luksemburg | Lýðveldið Makedónia (FYROM) | Malta | Moldova | Monako | Montenegro | Niðurlond | Noreg | Pólland | Portugal | Rumenia | Russland¹ | San Marino | Serbia | Slovakia | Slovenia | Spania | Stóra Bretland | Sveis | Svøríki | Turkaland¹ | Týskland | Ukraina | Ungarn | Vatikanríkið |
| Sjálvstýrandi øki: Akrotiri og Dhekelia² | Áland | Føroyar | Gibraltar | Guernsey | Jersey | Man |
| 1. Land lutvíst í Asia. 2. Landafrøðiligani í Asia, men ofta roknað sum partur av Evropa av mentanarligum og søguligum ávum. |