Georgia (land)

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
საქართველო
Georgia
Flagg Georgia
(Flagg Georgia)
Skjaldarmerki Georgia
(Skjaldarmerki Georgia)
Tjóðarslagorð: ძალა ერთობაშია
(føroyskt: Styrkin er í sameining)
Tjóðsangur: Tavisupleba
(føroyskt: Frælsi)
Alment mál Georgiskt
Høvuðsstaður Tbilisi
Forseti Salome Zurabishvili (სალომე ზურაბიშვილი)
Forsætisráðharri Irakli Garibashvili (ირაკლი ღარიბაშვილი)
Fullveldi Frá Sovjetsamveldinum 9. apríl 1991
Vídd
 - tilsamans
 - vøtn (%)
 
69,700 km²
Lítið og einki
Íbúgvar
 - tilsamans 2012
 - tættleiki
 
4 497 600
66/km²
Gjaldoyra Lari (GEL)
Tíðarøki UTC +4
Økisnavn á alnetinum .ge
Telefonkota +995

Georgia (georgiskt: საქართველო - Sakartvelo), frá 1990 til 1995 kent sum Lýðveldið Georgia, er eitt land í Kaukasus og liggur við Svartahavið. Í norðri hevur Georgia mark við Russland og suðri við Turkaland, Armenia og Aserbadjan. Høvuðsstaður er Tbilisi og høvuðsmálið er georgiskt.

Søga[rætta | rætta wikitekst]

Høvuðsgrein: Georgisk søga

Í 1991 fekk Georgia sjálvstýri tá Sovjetsamveldið fór til grundar. Fyrst undir leiðslu av Moskva-trúgva, fyrrverandi sovjetska uttanríkisráðharranum Eduard Sjevarnadse og síðan – eftir friðarligu rósukollveltingina í 2003 – av verandi forsetanum Mikhail Saakasjvili. Fyrstu árini var Saakasjvili nógv avhildin, men lyfti hansara um vælferð í búskaparliga avmergjaða landinum hava ikki hildið. Og kríggið móti Russlandi í 2008, sum hevði við sær, at Georgia misti Abkasia og Suðurossetia, hava ikki gjørt støðuna betri. Næstan 20 prosent av Georgia er enn undir russiskum hervaldi.

Fólkið[rætta | rætta wikitekst]

Høvuðsgrein: Georgisk fólk

Georgia eigur sjáldsamt heimsmet. Ongastaðni í heiminum gerast so mong folk eldri enn 100 ára gomul. Enntá er ikki óvanligt, at fólk eru frísk og ferðug, tá ið tey eru farin upp um 120 ár. Granskarar vita ikki, hví tey liva so leingi, men teir halda, at góða veðurlagið, sunnur kostur, nógv útiarbeiði og óstrongda bygdalívið eru atvoldin til, at fólk gerast so gomul.

Politikkur[rætta | rætta wikitekst]

Georgiska kongshúsið, sum m.a. er í ætt við spanska kongshúsið, sigur seg vera avkom frá sjálvum Dávidi kongi, sum vit lesa um í Bíbliuni, og sum var kongur hjá Ísraels fólki. Ófriður valdaði eftir fullveldið í 1991, og nú hevur Georgia ikki veruligt vald í Abkasia og Suðurossetia, sum verða stuðlaði av Russlandi. Fyrrverandi sovjetiski uttanríkismálaráðharrin Eduard Sjevarnadse, sat við valdi í nógv ár, men kongin í 2003. Fátækradømi og tað at Georgia í veruleikanum ikki hevur vald á Abkasia og Suðurossetia, ger at landið ikki tykist serliga støðugt. Georgia roynir at nærkast Vestandlondunum, er partur av Partnership for Peace undir NATO og ætlar sær í ES. Georgia hevur seinastu øldirnar ligið mítt í stríðnum millum Russland, Turkaland og Persia, men er í dag tætt knýtt at USA, sum hevur stóran áhuga í at landið er støðugt, m.a. tí at USA hevur gjørt eina stóra íløgu í oljuveitingarskipan frá Aserbadjan umvegis Georgia og til Turkalands. Loysingarøkini Abkasia og Suðurossetia fáa bæði stuðul úr Russlandi, og viðurskiftini millum Georgia og Russland eru vánalig. Politiska støðan í Georgia er tí enn rokut.

Landafrøði[rætta | rætta wikitekst]

Høvuðsgrein: Georgisk landafrøði

Georgia er fjallaland. Kavkasusfjøll eru sum ein stórur marknamúrur norður ímóti Russlandi og vestur ímóti Svartahavi. Gróðrarlíkindini eru góð, jørðin fruktar væl, so umstøðurnar at dyrka vínber eru av teimum bestu. Georgia liggur soleiðis fyri – ímillum Svartahav og Kaspiskahav – at oljuflutningur og annar vøruflutningur ímillum londini her fer ígjøgnum landið.

Búskapur[rætta | rætta wikitekst]

Høvuðsgrein: Georgiskur búskapur

Hygg eisini at[rætta | rætta wikitekst]

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið