Norrønt

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Navnið norrønt verður vanliga brúkt um málið í Noregi, Hetlandi, Orknoyum, Føroyum og Íslandi frá 10. øld og fram at umleið 1350. Tá var málið í hesum londum næstan tað sama, tí føroyingar og íslendingar vóru upprunaliga norskir útfarar – flestir av Vesturlandinum. Nútíðar íslendskt og føroyskt hava tí eisini eyðsýndan líkskap við málførini í Vesturnoregi, sum kanska partvíst kemur av teirra felags upphavi, men onnur vilja vera við, at tað eisini kann stava frá sambandi við Noreg seinni í tíðini.

Á norrønum máli eru til stórar bókmentir, sum fyrst og fremst eru verk eftir íslendingar – tær íslendsku miðaldarbókmentirnar á móðurmálinum eru munandi størri og týdningarmeiri enn á øllum øðrum norðurlendskum málum til samans. Tey flestu bókmentaligu verkini eru varðveitt í handritum, sum fyri tað mesta røkka aftur til 13. øld.

Danskt og svenskt mál vóru longu hesa tíðina nakað ólík norrønum, t.e. at málføraskilnaðurin millum norðurlendsku málini var longu á veg – serliga sást, at danskt tók at skilja seg burturúr.

Hygg eisini at[rætta | rætta wikitekst]

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið