Orknoyggjar

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Orkney
Arcaibh
Flagg Orknoyar
(Flagg Orknoyar)
Tjóðarslagorð: Ongin
Tjóðsangur: Ongin
ScotlandOrkneyIslands.svg
Alment mál Enskt, skotskt gæliskt
Høvuðsstaður Kirkwall (umsitingarmiðdepil)
Drotning Charles III kongur
Stjórnarleiðari
Fullveldi Onki
Vídd
 - tilsamans
 - vøtn (%)
 
990 km²
0 %
Íbúgvar
 - tilsamans 2010
 - tættleiki
 
20 110
20/km²
Gjaldoyra Bretskt pund GBP
Tíðarøki UTC +0
Økisnavn á alnetinum .uk
Telefonkota +44

Orknoyggjar (skotskt gæliskt: Arcaibh, enskt: the Orkney Islands) eru ein oyggjabólkur millum Hetland og skotska meginlandið. Oyggjabólkurin er ein av 32 skotskum regiónunum. Tað eru 200 smáar oyggjar 16 km í ein norðan úr Caithness í Norðurskotlandi. Størsta oyggin nevnist Mainland (sama orð sum føroyskt meginland). Fólk býr á umleið 20 oyggjum.

Orkney hevur umleið 20 100 íbúgvar, harav búgva 7000 í høvuðsbýnum Kirkwall. Í ferjubýnum Stromness búgva umleið 2000 fólk.

Søga[rætta | rætta wikitekst]

Longu í 8. øld settu fyrstu norðmenninir búgv her. Oyggjarnar komu sum frá leið undir norskt vald, og norsk mentan, mál og virksemi gjørdist ráðandi.

Skara Brae[rætta | rætta wikitekst]

Bygdin Skara Brae varð bygd í yngru steinøld um 3000 f.Kr. Hon varð funnin av tilvild í 1850, tá ið sandurin, sum hevði fjalt bygdina øld eftir øld, feyk burtur í einum herviligum ódnarveðri. Í bygdini eru eini tíggju laðað hús. Veggirnir vóru laðaðir av fløtum hellum, gólvini vóru steinsett við stórum hellum. Innbúgvið var laðað av gróti ella høgt inn í veggin. Búnyttur og amboð vóru eisini av steini, sumt av beini. Viður var eingin, tí skógur veksur ikki í Orknoyggjum.

Skara Brae varð sett á heimsmentanararvslistan hjá UNESCO í 1999.

Landalæra[rætta | rætta wikitekst]

Føroyar og Orknoyggjar[rætta | rætta wikitekst]

Tað er vorðið alt meira vanligt, at føroyingar vitja Orknoyggjar, hetta kemst millum annað av tí at stuttleikabátar eru vorðnir alramannaogn, og at nógvur av bátaeigarunum dámar væl at vitja næstu grannalondini.

Myndasavn[rætta | rætta wikitekst]

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

Slóðir úteftir[rætta | rætta wikitekst]

Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið