2010

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Árstal
2007 2008 200920102011 2012 2013
Áratíggju
2000-árini2010-árini2020-árini
Øldir
20. øld21. øld22. øld

2010 var sambært gregorianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byjaði á einum fríggjadegi.

Hendingar[rætta | rætta wikitekst]

Ítróttur[rætta | rætta wikitekst]

Fótbóltur[rætta | rætta wikitekst]

  • 1. januar - FC Suðuroy varð stovnað.
  • 29. september - kvinnurnar spældu seinasta dystin, sum var móti EB/Streymi og vunnu 7-1. Tær vunnu føroyameistaraheiti enn einaferð, tær vunnu við 54 stigum, tær vunnu 17 dystir, spældu 3 javnar og taptu ongan dyst.
  • 16. oktober - Seinasta umfarð í 1. deild var leikt. 07 Vestur og KÍ vunnu teirra seinastu dystir, 07 Vestur vann deildina við 61 stigum, KÍ flutti upp við 58 stigum.
  • 23. oktober - HB spældi seinasta dystin í Vodafonedeildini og gjørdist føroyameistari. FC Suðuroy leikti móti AB á Argjum og skuldi bara fáa 1 stig fyri at varðveita sessin í bestu deildini, men tapti 1-0, samstundis sum B71 tapti 9-1 og álíkavæl varðveitti sessin í Vodafondeildini. Tað var longu greitt áðrenn seinasta umfarð, at AB flutti niður.

Svimjing[rætta | rætta wikitekst]

  • 11. august - Pál Joensen vann silvur til EM í Budapest í 1500 m frí við tíðini 14.56.90, sum var hansara besta tíð og nýtt norðurlendskt met. Tað var av ítróttar viðmerkjarum mett at vera størsta altjóða ítróttarbragd av føroyingi til tá.

Frælsur ítróttur[rætta | rætta wikitekst]

Havrógving[rætta | rætta wikitekst]

  • 31. juli - Føroyski rógvarin og ævintýrarin Livar Nysted setti nýtt heimsmet saman við trimum øðrum, tá teir róu um Atlantshavið úr New York til Scilly Oyggjarnar á 43 dagar, 21 tímar og 26 minuttir. Gamla metið, ið var 114 ára gamalt, varð sett av tveimum norðmonnum.

Føðingar[rætta | rætta wikitekst]

Andlát[rætta | rætta wikitekst]

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið