Portugal

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
República Portuguesa
Portugisiska lýðveldið
Flagg Portugal
(Flagg Portugal)
Skjaldarmerki Portugal
(Skjaldarmerki Portugal)
Tjóðarslagorð: Onki
Tjóðsangur: A Portuguesa
Alment mál Portugisiskt
Høvuðsstaður Lissabon
Forseti Marcelo Rebelo de Sousa
Forsætisráðharri António Costa
Fullveldi 1143 (frá Castilla)
Vídd
 - tilsamans
 - vøtn (%)
 
92 212 km²
0,5 %
Íbúgvar
 - tilsamans 2014
 - tættleiki
 
10 374 822
115,13/km²
Gjaldoyra Evro
Tíðarøki UTC
Økisnavn á alnetinum .pt
Telefonkota +351

Portugal ella Portugál (portugisiskt: República Portuguesa) er lýðveldi í Evropa. Lýðveldið fevnir eisini um um partvíst sjálvstýrandi oyggjabólkarnar Azorurnar og Madeira. Ferðavinnan hevur stóran búskaparligan týdning, helst á Algarvestrondini. Høvuðsstaður er Lissabon, og londinum hevur umleið 11 millionar íbúgvar. Aðrir stórir býir er Porto, Faro, Beja og Portalegre. Portugal hevur bara mark við Spania. Høvuðsmálið er portugisiskt.

Søga[rætta | rætta wikitekst]

Portugal, sum var mæt siglingartjóð og átti hjálond í Afrika, Suðuramerika og Asia, fekk sjálvræðið aftur í 1640, og hevði tá verið undir Spania í 60 ár. José kongur í Portugal setti Sebastião de Carvalho (seinni Markisur í Pombal) í høgt embætisstarv í 1750 og sum forsætisráðharra í 1756. Pombal var helst kendasti politikarin í Portugal í nýggjari tíð. Hann stýrdi í stívliga 20 ár og nýskapaði portugisiska búskapin, herin og skúlaverkið, styrkti ídnaðin, skapaði menning í hjálondunum, skerdi vald aðalsmanna, steðgaði inkvisitiónini og rendi jesuittarnar av landinum. Men hann stýrdi harðliga og fór ikki fram við mýkindum ímóti mótstøðumonnum sínum. Tá ið José kongur doyði í 1777, varð Pombal settur frá.

Fólkaslagið sigst vera einsartað, men eygleiðir tú fólkamongdina í býunum, til dømis Lisboa, leggur tú skjótt til merkis, at tey suðurevropeisku andlitini fáa mótspæl av afrikanskum. Hesi stava í høvuðsheitum frá fyrrverandi portugisiskum hjálondum, m.a. Angola og Mosambik, har tað var frítt at fara ímillum, áðrenn londini leysrivu seg frá Portugal.

Í 1800-árunum fluttu nógvir portugisar til Brasilia, og eftir seinna heimsbardaga fluttu nógvir til Fraklands og Týsklands. Samstundis eru nógvir portugisar fluttir aftur til Portugals frá afrikansku hjálondunum.

Fyrst í 15. øld stovnaðu portugisar sjómansskúla, og ta øldina og næstu hildu portugisiskir sjófarar um allan heim og løgdu landøki undir Portugal í Asia, Afrika og Suðuramerika. Frá 1932 til 1986 stýrdi einaræðisharrin Oliveira Salazar landinum, men eftir hernaðarkvett í 1974 tók herurin seg heilt burtur úr politikki. Portugal gjørdist limur í ES 1986, men er enn eitt av fátakastu londunum í Vesturevropa. Ferðavinnan hevur stóran búskaparligan týdning, helst á Algarvestrondini.

Fólkið[rætta | rætta wikitekst]

Næstan alt fólkið í Portugal er katolikkar. Portugisar eru ættkærir, og genturnar búgva ofta heima hjá foreldrunum, til tær verða giftar, tó er nú vorðið alt vanligari, at gentur nema sær útbúgving og fara út at arbeiða. Queima das Fitas er stevna, sum verður hildin í mai, tá ið lestrartíðin á lærdu háskúlunum er av. Seinastu árini eru einir 3 mió portugisar farnir í onnur lond at arbeiða. Summir fara einsamallir, men senda pening heim.

Mentan[rætta | rætta wikitekst]

Matur[rætta | rætta wikitekst]

Burgau, Algarve í Portugal.

Portugisar hava traditión fyri at eta bacalhau (klippfisk) í stórum mongdum. Summi siga, teir hava 365 ymiskar uppskriftir (eina til hvønn dag í árinum), onnur at uppskriftirnar eru minst 1000 í tali. Klippfiskurin verður keyptur úr norðurlondum, og eisini føroyingar hava útflutt klippfisk til Portugals. Nú á døgum framleiða føroyingar tó ikki klippfisk longur, og stórur partur av portugisiska døgurðamatinum verður innfluttur úr Noregi. Landið framleiðir millum annað portvín (serliga í Porto) og Vinho Verde (grønt vín), sum er eitt slag av óbúnum hvítvíni. Grønt sipar ikki til litin, men til, at vínið er ungt.

Listhandverk[rætta | rætta wikitekst]

Leirvøra úr Portugal er gitin fyri vakurleika, helst leirflísar, nevndar azulejos, sum mest verða nýttar til prýðis. Á gøtumarknaðum og torgum er vanligt at selja ymist listahandverk, til dømis litfagrar leirvørur, málaðan húsbúna, glassvørur og postalín. Snøgt silvursmíð og vakurt baldýrað klæði av portugisisku oynni Madeira verður flutt út um allan heim.

Landafrøði[rætta | rætta wikitekst]

Landslutur í Portugal.

Stórur partur av Portugal er víður háslætti, nevndur Meseta. Har er næstan eingin skógur. Um summarið er so heitt, at næstan allar áir eru turrar. Um veturin fellur hitin ofta niður um frostmarkið, og kavaroksódnir eru ikki óvanligar. Avfallið á háslættanum er so lítið, at bøndurnir mega veita vatn á dyrkilendi.

Landslutir í Portugal[rætta | rætta wikitekst]

1. Lisboa
2. Leiria
3. Santarém
4. Setúbal
5. Beja
6. Faro
7. Évora
8. Portalegre
9. Castelo Branco
10. Guarda
11. Coimbra
12. Aveiro
13. Viseu
14. Bragança
15. Vila Real
16. Porto
17. Braga
18. Viana do Castelo

Búskapur[rætta | rætta wikitekst]

Í Spania og Portugal er heitt miðjarðarhavsveðurlag, og í báðum londum hevur ferðavinnan stóran búskaparligan týdning.
Bæði londini hava stóran fiskiflota og eru ímillum størstu fiskivinnutjóðir í ES.

Serra da Estrela í Portugal.

Í Portugal verður m.a. framleitt portvín, kork (tundur) og pinjukjarnur til útflutnings. Harumframt hevur landið eina ríka leður- og skinnframleiðslu, og taskur, belti og skógvar verða ofta portugisiskt framleidd til heimsmarknaðin. Danska skógvamerkið
ECCO fær nú á døgum stóran part av vøruni framleidda í Portugal.

Arbeiðshættirnir í landbúnaðinum í Portugal eru enn nógvastaðni sum teir hava verið í øldir, og í summum bygdum er framvegis vanligt at pløga við oksum. Ein hin týdningarmesta grøðin er mais, sum Kristoffur Kolumbus hevði við sær úr Amerika í 15. øld. Nógv verður eisini dyrkað av oljuberum og fikum. Vín, tundur og tomatir eru týðandi útflutningsvørur, og fiskiskapurin hevur stóran týdning í býum og bygdum fram við strondini.

Um triðingin av Portugal veksur tundureikin. Tjúkki, óslætti børkurin verður flustur uttan av trænum og lagdur at turka. Síðan verður hann kókaður ella guvaður og trýstur saman í stórar plátur og er liðugur at selja. Einki land í heiminum flytur so nógv tundur út sum Portugal. Tundur verður m.a. nýtt til fløskutøppar, gólvflísar, inniskógvar og í badmintonbóltum. Tað er bara loyvt at flysa børk av einum træi 9. hvørt ár. Børkur veksur á trøunum á meiri enn eina øld.

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

Sí eisini[rætta | rætta wikitekst]

Slóðir úteftir[rætta | rætta wikitekst]

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið