Norðuramerika

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Norðuramerika á heimskortið
Fylgisveina mynd av Norðuramerika
Norski listamálarin Christian Krogh heldur, at tað sá soleiðis út, tá ið Leivur Hepni sá Norðuramerika fyri nærum 1000 árum síðani.

Norðuramerika er ein heimspartur. Norðuramerika eru londini Sambandsríki Amerika, Kanada og Meksiko, umframt heimsins størstu oyggj, Grønland. Í seinastu ístíð lá mikil ískappi um meginlandið, sum sumstaðni brýndi niður landslagið, dýpti láglendið við Stóruvøtn og legði eitt jaður av fruktagóðari mold oman á víðu grasfløturnar í Miðvestri. Klettafjøll eru norðan úr Alaska og suður í New Mexico eru ryggurin í meginlandinum. Eystanfyri eru Appalachiafjøll, og eystan og sunnan tey er lág strond. Í Eysturkanada er Kanadaskjøldur, ein ovurstór lægd við gomlum, niðurruddum fjøllum, sum nú liggja undir mold. Oyðimerkur eru í útsynningspartinum í USA og suður í Norðurmeksiko.

Fólkið í hesum heimsparti var einaferð upprunafólk - indiánar, sum livdu av tí, náttúran gav. Næstan alt fólkið har nú á døgum eru eftirkomarar hjá niðursetufólki, sum eru flutt hagar seinastu 400 árini. Sterkasta landið, bæði tá vit hugsa um fólkatal og vælferð, er USA, ríkasta land í heiminum. Norðan fyri USA er ovurstóra Kanada. Her býr ikki so nógv fólk, tí at har er berligari, kaldari og harðførari enn hjá grannanum fyri sunnan. Bæði londini vóru einaferð bretsk hjálond, og meginparturin av fólkinum talar enskt. Í Meksiko talar fólkið spanskt, tí at fyrr var Meksiko spanskt hjáland. Hóast nógv olja og gass eru í Meksiko, er landið fátækt.

Norðuramerika er ein av ótættast bygdu heimspørtunum í heiminum. Stívliga tveir triðingar av fólkinum búgva í USA. Næstflest fólk búgva í Meksiko, minst er í Kanada. Fyrr búði mesta fólkið í USA í eystara parti í landinum, men seinastu fimmti árini eru mong flutt til lýggjaru ríkini fyri sunnan og vestan (t.d. Kalifornia, Arizona og Texas). Soleiðis hevur eisini verið í Kanada, fólk eru flutt av eysturstrondini og til Stóruvøtn og til dømis Toronto í Ontario, ella tey eru flutt til býir á vesturstrondini, til dømis Vancouver í British Columbia.

Tilflytarar eru komnir í stórum tali til Norðuramerika, helst úr Evropa, men eisini úr Suðuramerika og Asia. Øll fóru ikki, tí at tey ætlaðu tað. Svarta fólkið í Amerika er ættað frá afrikonsku trælunum, sum við valdi vórðu fluttir til Amerika frá 1619 til 1808 at arbeiða í lundunum. Trælahaldið varð ikki avtikið fyrr enn í 1865. Afroamerikanarar, sum tey svørtu verða nevnd, fáa størri og størri ávirkan í amerikanska samfelagnum.

Øll trý londini í Norðuramerika eru sambandsríki. Tað er, at londini eru skift sundur í fleiri ríki. Hesi ríki hava egið lóggávuvald og senda eisini umboð til sambandstingið, so at øll kunnu verða við at gera av, hvussu landið skal verða stýrt.

Lond í Norðuramerika[rætta | rætta wikitekst]

Denali er hægsta fjallið í Norðuramerika, 6168 metrar høgt.
Grønland er heimsins størsta oyggj. Landafrøðiliga og jarðfrøðiliga er hon partur av norðuramerikanska meginlandinum.
Kanada er næststørsta land í heiminum. Tað er tveir fimtingar av norðuramerikanska meginlandinum.
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið