El Salvador

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
República de El Salvador
Lýðveldið El Salvador
Flagg El Salvador
(Flagg El Salvador)
Skjaldarmerki El Salvador
(Skjaldarmerki El Salvador)
Tjóðarslagorð: Dios, Unión, Libertad

(føroyskt: Gud, Felagsskapur, Frælsi)

Tjóðsangur: Himno Nacional de El Salvador
Alment mál Spanskt
Høvuðsstaður San Salvador
Forseti Antonio Saca
Forsætisráðharri Nelson O. Oduber
Fullveldi 15. september 1821
(frá Spania)
Vídd
 - tilsamans
 - vøtn (%)
 
21,040 km²
1.4
Íbúgvar
 - tilsamans 2007
 - tættleiki
 
6 948 073
318.7/km²
Gjaldoyra Amerikanskur dollari
Tíðarøki UTC -6
Økisnavn á alnetinum .sv
Telefonkota +503

El Salvador (spanskt: República de El Salvador) er eitt land í Miðamerika við marki móti Guatemala og Honduras. Høvuðsmálið í El Salvador er spanskt. Høvuðsstaðurin í El Salvador eitur San Salvador.

Frá 1979 til 1991 var blóðugt borgarakríggj ímillum stjórnarherin, sum USA stuðlaði, og vinstrasinnaðar uppreistrardeildir. Eini 75 000 fólk doyðu. 16. januar í 1992 kom friðaravtala í gildi.

Søga[rætta | rætta wikitekst]

Í øldir áttu nakrar fáar ríkar ættir alla jørðina í landinum, og mesta fólkið leið hungur og hall.

Í 1970-árunum kravdu fólk í El Salvador jørð og arbeiði til tey fátæku; katólska kirkjan við Óscar Romero (15. august 191724. mars 1980) erkibiskuppi á odda stuðlaði hesum. Í 1979 tóku nakrir herovastar valdið. Teir lovaðu at bøta um viðurskiftini, men kúgaðu alla andstøðu við harðari hond. Romero varð myrdur í 1980. Borgarakríggj brast á ímillum stjórnarherin, ið fekk stuðul úr USA, og uppreistrardeildir. 75 000 fólk lótu lív. Friðaravtala varð undirritað í 1992.

Landafrøði[rætta | rætta wikitekst]

Ein fjallaryggur við nógvum gosfjøllum eyðkennir landslagið.

Skógirnir, har nógvur setrisviður, mahogni og eik vuksu, eru ruddaðir til landbúnaðarjørð.


Sí eisini[rætta | rætta wikitekst]

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið