Kosta Rika

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
República de Costa Rica
Tjóðveldið Kosta Rika
Flagg Kosta Rika
(Flagg Kosta Rika)
Skjaldarmerki Kosta Rika
(Skjaldarmerki Kosta Rika)
Tjóðarslagorð: "Vivan siempre el trabajo y la paz"
Tjóðsangur: "Noble patria, tu hermosa bandera"
Alment mál Spanskt
Høvuðsstaður San José
Forseti Laura Chinchilla
Varaforseti Alfio Piva
Fullveldi 10. mai 1850
(frá Spania)
Vídd
 - tilsamans
 - vøtn (%)
 
51 100 km²
0,7 %
Íbúgvar
 - tilsamans 2011
 - tættleiki
 
4 301 712
84,0/km²
Gjaldoyra Kostarikanskt Kolón (CRC)
Tíðarøki UTC -6
Økisnavn á alnetinum .cr
Telefonkota +506

Tjóðveldið Kosta Rikasponskum República de Costa Rica) er eitt land Miðamerika. Ólíkt øðrum miðamerikanskum londum hevur friður valdað í Kosta Rika. Høvuðsstaðurin eitur San José. San José er í hálendinum mitt inni í landinum, við høvuðsvegin ímillum amerikonsku heimspartarnar.

Landafrøði[rætta | rætta wikitekst]

Søga[rætta | rætta wikitekst]

Búskapur[rætta | rætta wikitekst]

Mesti útflutningurin er kaffi, bananir og sukur, og ógvuliga væl veksur í fruktagóðu gosøskumoldini.

Í Kosta Rika, sum er ein av heimsins størstu útflytarum av bananum, er eitt slag av undantaksstøðu lýst fyri bananbøndurnar í landinum í 2013, tí ullarlýs hava gjørt, at ein fimtingur av kostarikansku banangrøðini longu nú er burturbeindur [1]. Nú stúra myndugleikarnir fyri, at landið ikki megnar at liva upp til longu gjørdar handilsavtalur. Úr kostarikanska landbúnaðarmálaráðnum verður sagt, at tað eru veðurlagsbroytingarnar, sum gera, at ullarlúsin er farin at gera nógv meira um seg. Lúsin ger plantuna veikari og bananin fær blettir, sum gera, at keyparin ikki skoytir um hana. Samstundis sum Kosta Rika hevur stórar trupulleikar, vísir amerikansk gransking, at ein soppur hóttir banangrøðina aðrastaðni í heiminum. At byrja við hildu vísindafólk, at soppurin Fusarium oxysporum f. sp.cubense var avmarkaður til Avstralia og partar av Ásia, men soppurin er nú eisini staðfestur í bæði Jordan og Mosambik. Og nógv halda tað bara vera ein spurning um tíð, áðrenn soppurin eisini kemur til Latínamerika. Hendir tað, kunnu soppurin og ullarlúsin í felag hótta alla banangrøðina í latínamerikansku londunum og oyggjalondunum í Karibia. Heili 80 prosent av heimsins bananum koma úr hesum londunum.

Størsti havnabýur er Limón á eysturstrondini við Karibiahav. Meira enn helvtin av øllum fólkum í Kosta Rika býr á fruktagóðum háslætta, við høgum gosfjøllum uttanum. Á øllum slættanum eru smágarðar, og har velta tey t.d. rís, sukur, kaffi og mais. Í San José verður nógv frukt, ið veksur í dølunum tætt við, virkað og pakkað. Býurin var miðdepil fyri tubbaksdyrkan, tá ið spaniamenn ráddu har, og gjørdist høvuðsstaður í 1823.

Atlantsjarnbreytin, gjørd liðug í 1890, varð mest løgd til at flyta kaffi úr lundunum og oman til útflutingshavnirnar á eysturstrondini. Trupult var at leggja jarnbreytina, og mangir túsund verkamenn doyðu. Breytin gjørdist so dýr, at landið kom sær í stóra skuld. Kosta Rika var fyrsta land í Miðamerika, sum fór at dyrka kaffi, og í meiri enn 100 ár var kaffi týdningarmesta útflutningsvøran. Tað hevði við sær, at búskaparstøða landsins var eftir, hvat fekst fyri kaffi á heimsmarknaðinum. Kaffi verður gjørt úr fruktini av kaffitrænum, sum veksur best í turrari, væl veittari jørð. Kaffitræið skal hava heitt veður, men ikki ov heitt, og veksur best í skugganum av stórum trøum. Tað kann bera nógvan ávøkst í eini 15 ár. Kaffitræið verður um 3 m høgt. Blómurnar hava søtan anga og følna eftir 3 til 4 døgum. Kaffifruktin minnir nógv um kirsuber. Fruktin er fyrst myrkagrøn, so gul og at enda reyð, tá er hon búgvin. Kaffi verður malið úr báðum bønunum inni i fruktini. Kaffibønirnar verða hentaðar við hond. Royndur hentari hentar eini 25 kg um dagin.

Politikkur[rætta | rætta wikitekst]

Kosta Rika var einaferð avtakið við regnskógi, og har vuksu til dømis mahogni og tropiskur setrisviður. Men nú er næstan eingin skógur eftir, hann er høgdur niður, tí at har var nógvur dýrur viður, og tí at lendið mátti leggjast inn til kaffilundir. Myndugleikunum er greitt, at verður skógartýningin ikki tálmað, hvørvur bæði plantulívið og dýralívið, og tí varð farið at friða skógin. Nú eru um 23 % av regnskógunum, ið eftir eru, friðað øki og tjóðargarðar.

Ríkidømi[rætta | rætta wikitekst]

Kosta Rika er í mongum førum ólíkt grannalondum sínum í Miðamerika. Har er friðarligt, og síðan 1949 hevur eingin herur verið í landinum [2]. Landið er eisini sera ríkt borið saman við grannalond síni. Skúlagongdin er ókeypis, og rættiliga stórur partur av fíggjarlógini verður nýttur til skúlaverkið [3]. Fá fólk eru fátæk í Kosta Rika, og miðallívsævin er tann hægsta í Miðamerika.

Dýralívið[rætta | rætta wikitekst]

Í Kosta Rika eru flest sløg av vakstrar- og djórasløgum í mun til støddina á landinum enn nakra aðrastaðni í heiminum. Millum sjáldsomu fuglarnar í Kosta Rika er Vangabláa kolibriin, ið er, bara 12 cm long. Hon hongur still í luftini og sýgur hunang úr blómum við langa nevi sínum. Á surruflogi, tá ið hon hongur still í luftini, láta veingirnir einar 55 ferðir um sekundið.

Kelduávísingar[rætta | rætta wikitekst]

  1. "Archive copy". http://voxxi.com/2013/12/12/bananas-phytosanitary-emergency-costa-rica/. Heintað 2013-12-18. 
  2. http://costarica-information.com/about-costa-rica/politics-and-government/military-1
  3. "Archive copy". http://www.infocostarica.com/education/education.html. Heintað 2011-12-28. 
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið