Veðurlagsbroytingar

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
CO2-innihaldið á Hawaii síðani 1959.

Veðurlagsbroytingar (ella umhvørvisbroytingar) og árin teirra á menniskju og náttúru fevna um eitt ógvuliga breitt øki, og vísindafólk innan nógv ymisk fakøki mugu til fyri at lýsa spurningin í síni heild. Vísindalig úrslit um hesi viðurskifti verða tí kunngjørd í nógvum ymiskum vísindaligum tíðarritum, og nógvar vísindaligar greinir um evnið koma hvørt ár. Ymsar stjórnir og felagsskapir hava tí sett bólkar av serfrøðingum innan ymisk øki til saman at gera niðurstøður um verandi veðurlag, komandi broytingar og teirra avleiðingar.

Ein frágreiðing frá ST staðfestir, at broytingarnar í veðurlagnum verða munandi øktar frá dálking, skapt av menniskjum[1]. Samanumtikið eru serfrøðingar í ógvuliga stóran mun samdir um, at mannaelvdar veðurlagsbroytingar longu eru farnar í gongd, og at tær fara at versna tey komandi 100 árini og eftir tað alt eftir, hvussu stórt útlátið av CO2 og øðrum skaðiligum evnum verður. Tað ber ikki til at forða fyri komandi veðurlagsbroytingum, tí tað útlátið av CO2, sum longu hevur verið, fer at broyta veðurlagið í langa tíð enn. Men tey tiltøk, heimurin ger tey næstu 10-20 árini fyri at minka um útlátið av CO2, eru avgerandi fyri, hvussu veðurlagið verður í endanum á hesi øldini.

Náttúra[rætta | rætta wikitekst]

Ódnin Katrina.

Um allan heim eru seinastu órørdu náttúruøkini í bráðari minking. Veðurlagsbroytingar hava annað enn bara broytingar í veðurlagnum við sær. Øktur hiti og broytingar í avfalli og vindi hava longu broytt náttúruna í Norðurlondum.

Týdningarmikil tekin í náttúruni um veðurlagsbroytingar umfata millum annað, at:

  • Gróður byrjar fyrr um várið
  • Fiskastovnar flytast longur norðureftir
  • Minni er til av ávísum fuglasløgum ella at fuglur tillagar seg við at broyta síni flytingarmynstur
  • Hvítabjarnir eru hóttar, tí ísurin brýtur fyrr enn vanligt

Náttúruvanlukkur[rætta | rætta wikitekst]

Fleiri enn 295 000 fólk eru í 2010 deyð orsakað av náttúruvanlukkum [2]. Hetta ger árið til eitt av teimum mest oyðileggjandi árunum, síðani henda uppgerð byrjaði í 1990. Verður onki gjørt, kunnu hundraðtals milliónir av fólki væntast at verða rakt av vatntroti, hungri ella fløðandi sjógvi, so hvørt sum jørðin hitnar, og hetta kann elva til stórar trupulleikar av flóttafólki. Veksandi hitin fer at føra til meiri vætu og fleiri skriðulop, sum eisini kunnu elva til stórar lokalar skaðar.

Oyðimørkin veksur[rætta | rætta wikitekst]

Oyðimerkurnar vaksa alla tíðina.

Nú er Sahara uml. 10 mill km2 til víddar [3]. Tað svarar til 230 ferðir Danmarkar vídd. Sahara var einaferð gróðrarmikið lendi við nógvum skógi.[tørvar keldu] Men fyri sløkum 80-100 árum síðan fór veðurlagið spakuliga at broytast.[tørvar keldu] Tað gjørdist turrari og turrari. Menn tóku at brenna skóg og savannu so javnan. Teir vildu fáa sær størri beiti til fenaðin. Atvoldin er fólkavøksturin seinastu árini og menniskjans tránýtsla av náttúruríkidømi. Fátækir bøndur brendu skógin at fáa dyrkilendi ella beitilendi. Teir gróðursettu ikki trø aftur, og tí gjørdu teir landið til oyðimørk og beindu fyri lívsgrudarlagið sínum.

Á hvørjum ári verður eitt øki av góðari landbúnaðarjørð, 50 ferðir Føroyar til støddar, til oyðimørk. Nú á døgum ottar Sahara seg 48 kilometrar suðureftir fyri hvørt árið.[4] Frálíkur háttur at varðveita skógin og steðga oyðimørkum at vaksa er at endurplanta trø, sum vit fella.

Djórasløg í vanda[rætta | rætta wikitekst]

Orangutangin er hótt dýr. Mong dýrasløg hava mist bústað sín, og onnur eru týnd.

Helvtin av djórasløgum jarðar halda til í tropiskum regnskógi. Nú er bara helvtin av regnskóginum eftir. Serliga seinastu 20 árini eru ómetaligar víddir høgdar upp. Regnskógardjór fáa ikki livað aðrastaðni. Tá ið djóraslag er týnt, er tað farið í søguna. Slagið kemur ongantíð aftur. Í jarðarinnar longu menningarsøgu eru nógv sløg íkomin og horvin aftur. Onnur dýr eru komin í teirra stað. Fyrr gingu nógv túsund ár, áðrenn eitt slag á natúrligan hátt vann á øðrum slagi. Á okkara døgum koma eingi nýggj djórasløg eftir tey, ið menniskjan týnir. Oyðingin gongur alt ov skjótt. Náttúran verður við øðrum orðum fátækari. 200 súgdjór, fuglar og óteljandi onnur djórasløg eru longu týnd av menniskjuni[5]. Men nú eru nógv fleiri í stórum vanda at verða týnd. Ongantíð fyrr eru djórasløg farin undir heilt so brádliga sum á okkara døgum. Mong eru eisini í bráðum vanda at kólna burtur.

Veðurlagsbroytingar ávirka longu fuglalívið í Evropa, vísir gransking, sum granskarar úr Hollandi, Kekkia og Stóra Bretlandi hava greitt úr hondum. Granskingin vísir, at ávís fuglasløg trívast væl orsakað av veðurlagsbroytingum, men tey fuglasløg, sum hava fingið verri umstøður, eru munandi fleiri í tali [6].

Føroyar[rætta | rætta wikitekst]

Føroyar fara at merkja tær globalu veðurlagsbroytingarnar á ymsan hátt.

Lýggjari vetrar og glopraregn kunnu gerast vanligari komandi árini í Føroyum. Slíkar broytingar elva til økta skriðulop og erosión. Spáddu veðurlagsbroytingarnar kunnu væntast at merkja føroyska landslagið á ymsan hátt. Lýggjara veðrið kann skapa betri gróðrarlíkindi. Tað kann tó hugsast, at hetta ikki sæst aftur, um upphitingin mest verður um veturin uttanfyri vakstrartíðina. Lýggjari vetrar kunnu merkja minni kava. Tá hetta samstundis fellur saman við, at títtleikin av glopraregni um heystið og veturin kann væntast at økjast, merkir tað, at vandin fyri skriðulopum komandi árini økist.

Um ársskiftið 2002-2003 læt Heilsufrøðiliga Starvsstovan úr hondum frágreiðing til landsstýrismannin í umhvørvismálum, Eyðun Elttør, við kanningum og uppgerð um CO2-útlátið hjá føroyingum. Frágreiðingin staðfesti, at føroyingar í mun til íbúgvatalið hava millum størstu útlát í heiminum. Føroyar er eisini eitt tað mest dálkandi landið í heiminum í mun til fólkatalið [7].

Fløðandi hav fer, sum tíðin líður, at nerva verandi havnaløg og aðra bygging nær sjóvarmálanum. Eisini er trúligt, at vit fara at fáa meiri avfall, harðari óðnir og hægri aldur. Tey størstu vandamálini liggja tó helst í møguligum broytingum á okkara havleiðum. Veðurlagið í Føroyum er óvanliga heitt, tá vit samanbera við flestu onnur øki um sama breiddarstig [8]. Fyri ein part stavar hetta frá lýggjum vindi, men streymurin, sum førir heitan sjógv fram við okkum, eigur eisini sín stóra lut í hesum, og vandi er fyri, at hesin streymur fer at vikna. Enn ber ikki til at siga, um hetta fer at henda, ella hvussu stórar møguligar broytingar verða, men sjálvt ein lítil minking í streyminum kann gera, at kaldur sjógvur lættari kemur inn á landgrunnin, og tað kann fáa ógvisligar avleiðingar.

Eitt vandamál hjá okkum er gróðurin í sjónum. Alt tað, sum livir á landgrunninum, livir í seinasta enda av gróðrinum, og kanningar hjá Fiskirannsóknarstovuni vísa, at stórur munur er frá einum ári til annað. Hetta sæst eisini aftur í fiskinum, serliga hýsu og toski. Tey árini, tá nógvur gróður er, kemur meiri av toski og hýsu undan, og tey veksa eisini nógv skjótari. Enn er ikki greitt, hví gróðurin er so ymiskur tey ymsu árini, men alt bendir á, at tað er munur í veðurlagi, sum ger hetta. Um illa vil til, kunnu veðurlagsbroytingarnar tí fara at órógva gróðurin og harvið líkindini fyri fiskiskapi á landgrunninum.

Sí eisini[rætta | rætta wikitekst]

Ávísingar úteftir[rætta | rætta wikitekst]

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. "United Nations Global Issues". 2013-07-05. Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2013-07-05. http://archive.today/tPgdq. 
  2. "AFP: Natural disasters 'killed 295,000 in 2010'". google.com/AFP. 2012-06-25. Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2014-08-12. http://archive.today/dyFeE. 
  3. Yoga i Sahara[deyð leinkja], varden.no
  4. Sahara Desert: Hottest Desert in the World, famouswonders.com
  5. "Extinct Animals In The Last 100 Years, Extinct Animals". animalport.com. 2012-07-17. Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2012-07-17. http://archive.today/Mdvy. 
  6. "Climate change affecting European birds, study reveals". ec.europa.eu. 2012-07-08. Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2012-07-08. http://archive.today/ziuK. 
  7. "Luksus trupulleikin". skulin.fo. 2013-07-01. Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2013-07-01. http://archive.today/Quhkd. 
  8. "Faroe Islands Climate. Weather: When to visit Faroe Islands.". colonialvoyage.com. 2012-07-22. Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2012-07-22. http://archive.today/49vn. 
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið