Regnskógur

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Regnskógurin í Maleisia.
Tey grønu økini vísa, hvar ið regnskógur er.

Regnskógirnir reinsa luftina og vatnið, og dyggur heilivágur at grøða sjúkur verður gjørdur úr regnskógarplantum. Regnskógirnir eru ógvuliga týdningarmiklir í náttúruni, men teir minka hvønn dag - av skógarvinnu og landbúnaði. Vit mega virða og verja hesar skógir og fjølbroytta dýrameingið í teimum. Størstu regnskógarnir ur heimin eru kring Mið- og Suðuramerika (Amasonas).

Dýrameingi[rætta | rætta wikitekst]

Meiri enn helvtin av øllum dýrum í heminum er í Amasonlendinum í Suðuramerika. Alskyns dýr liva í tropuskógunum. Flestu teirra eru bæði stygg og støkkin og duga duga avbera væl at króga seg í skóginum. Reyðtenningurin hevur met fyri at vera ræðuligasti fiskur í heminum. Í 1981 varð sagt frá, at ein torva legðist á og át eini 300 fólk, tá ið ein ovfyltur bátur sakk á Obidosá í Brasil. Allir tenningar eru ikki vandamiklir - bara 4 av 18 sløgum leggjast á fólk.

Veðurlag[rætta | rætta wikitekst]

Tropisku regnskógirnir eru báðumegin miðkring - kringin, ið er um miðjuna á jørðini, sum eitt belti. Ongastaðni eru so góð gróðrarlíkindi til skógarvøkstur sum her, tí veðurlagið er so heitt og vátligt. Lett er hvønn dag at siga, hvussu veðrið verður - heitt, slavið og oysregn. Summastaðni í regnskógunum regnar 4 m um árið, og hitin er altíð úr 24C* upp í 27C*.

Dýravernd[rætta | rætta wikitekst]

Summi dýr í regnskóginum eru hótt, og bara heilt fá av teimum eru eftir í heiminum. Hesi dýr mega verða vard, skulu tey ikki doyggja út.

Vert at vita[rætta | rætta wikitekst]

  • Um bara 7% av allari jørðini veksur regnskógur.
  • Størsta tropiska regnskógarøki í heminum er í Amasonlendinum í Suðuramerika.
  • Jørðildið í regnskógunum er grunt, vanliga bara einar 10 cm, men har vaksa nøkur av hægstu trøum í heiminum.
  • Meiri enn helvtin av øllum dýrum í heiminum liva í regnskógunum.
  • Hvønn dag verður komið fram á ókend skordýr í regnskóginum.
  • Dýralívið í tropuregnskógunum er fjølbroyttari enn nakra aðrastaðni á jørðini.


Sí eisini[rætta | rætta wikitekst]

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið