Fiskur

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Fiskur

Vísindaflokking
Ríki: Animalia
Rað: Chordata
Flokkur: Chondrichthyes & Actinopterygii

Fiskur er ryggdýr við fjaðrum og sterti ið livir í vatni el. sjógvi og andar vanliga við táknum. Fiskar eru ofta eitrandi. Tí eru fleiri sløg vandamikil at eta. Tann hættisligasti fiskurin er blásifiskurin, sum hevur eitt eitur, sum kallast tetrodoxin. Tað skal bert 0,1 gramm av eitrinum til at drepa eitt vaksið folk eftir 20 minuttum. Fiskurin sjálvur fær ikki skaða av eitrinum. Sjálvt um fiskurin er eitrandi, verður hann hildin at vera ein sannur leskibiti í m.a. Japan. Hesin serligi fiskarætturin kallast fugu. Kokkar eru fleiri ár um at læra seg at skera eitrandi partin av fiksinum burtur uttan at eitra restina av fiskakjøtinum. Hóast størt varsemi, verða fleiri fólk á hvørjum ári eitraði, tí tey eta fugu [1].

Orðið fiskur verður nýtt í ymiskum týdningum. Fyrr merkti tað alt, sum kundi fiskast, eitt nú skejladýr, høgguslokkar, vanligur fiskur og viðhvørt eisini hvalur. Í vísindaligum høpi verður orðið nýtt um hávar og beinfiskar umframt aðrar bólkar av fiski. Í havinum eru funnin 59% av øllum fiskasløgum, men heili 41% eru í vøtnum og áum, sum í vavi ikki eru meira enn umleið 1% av jarðflatanum. Eitt prosent av fiskasløgunum er ein part av lívinum í sjógvi og seinni í vatni, til dømis állur. Onnur fiskasløg sum t.d. síl og laksur eru fyrst í vatni og síðan í sjógvi. Okkurt fiskaslag kann skifta millum sjógv og vatn eftir vild, eitt dømi um tílíkt fiskaslag er kombikk. Í heimshøpi eru skrásett umleið 26,000 fiskasløg, og av teimum eru uml. 240 undir Føroyum. Av teimum sløgunum eru tey flestu beinfiskar.

Støddin á fiskasløgunum er sera ymisk. Norskahvoysa (Phrynorhombus norvegicus) og stubbar (Gobiidae) verða ikki meira enn ávikavíst umleið 12 og 7 cm long, men kalvi er tann størsti beinfiskurin. Hann kann gerast upp til uml. 3 m. langur. Tunfiskar (1-3 m.) eru eisini stórir, men eru bert í føroyskum sjógvi ávísar partar av árinum. Tann størsti bróskfiskurin í føroyskum sjógvi er brugda, sum gerst yvir 12 m. long. Undir Føroyum eru nøkur fá fiskasløg, sum eru at finna í stórum nøgdum mett í vekt: Av teimum kunnu nevnast svartkjaftur, toskur, upsi, hvítingsbróðir, svartkalvi, stóri kongafiskur, nebbasild, gullaksur, trantkongafiskur og lítil kongafiskur. Fram til 1968 var nógv av sild undir Føroyum.

Fiskivinnan er týdningarmesta inntøkukeldan í Føroyum.

Flokking[rætta | rætta wikitekst]

Fiskur verður skipaður í tveir høvuðsbólkar, annar uttan og hin við veruligum kjafti við kjaftbeinum. Fyrr nevndi bólkur verður nevndur rundmunnar, og bert sløgini súgari og súgálur eru undir Føroyum. Seinni bólkurin verður aftur býttur í tvey, bróskfiskar (tvørmunnar) og beinfiskar. Bróskfiskar eru hávar, skøtur og havmýs, meðan beinfiskar er so nógv tann størsti bólkurin við m.a. øllum teimum vanligu gagnfiskunum sum sild, laksi, toskafiskum og flatfiskum.

Vanligt er eisini at skilja millum botnfisk og uppsjóvarfisk. Botnfiskur livir og etur á ella nær botni. Skilt verður ímillum tveir ymiskar bólkar av botnfiski: Botnfiskur, sum hvílur á botninum (bentiskur fiskur), og botnfiskur, sum sveimar í vatnsúluni beint yvir botninum (bentopelagiskur fiskur). Dømi um bentiskan fisk eru toskur, hýsa, hvítingur, longa, blálonga, brosma, reyðsprøka, skrubba, tunga og skøta. Dømi um bentopelagiskan fisk eru gullaksur, búrfiskur og ymisk hávasløg á djúpum vatni. Uppsjóvarfiskur verður eisini nevndur pelagiskur fiskur. Dømi um epipelagiskan fisk eru makrelur, sild og tunfiskur. Dømi um mesopelagiskan fisk eru svartkjaftur og prikkafiskur.

Ein triði háttur at býta fiskar upp eftir er, hvussu og hvar teir liva. Feskvatnsfiskar liva bert í áum og vøtnum, saltvatnsfiskar liva bert í sjógvi, meðan aðrir á ymsum lívsstigum skifta millum feskt vatn og sjógv; Anadromir fiskar, t. d. laksur, hava gýtingar- og uppvakstrarøki í áum og vøtnum, meðan føðiøkið er í sjónum; katadromir fiskar, t. d. állur, verða gýttir í sjónum, meðan uppvakstrarøkið er í ósa- og feskvatni

Kelda[rætta | rætta wikitekst]

  1. http://www.nytimes.com/1981/11/29/travel/one-man-s-fugu-is-another-s-poison.html
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið