Skrubba
Skrubba (frøðiheiti/latín: Limanda limanda) er á grunnum vatni og út á 150 m dýpi. Hon tekur lit eftir botninum, og kann vera alt frá ljósabrún til svørtgrá um bakið. Ofta hevur hon eisini gular blettir á bakinum. Skrubba leitar oftast eftir føði um náttina. Um dagin grevur hon seg niður í sandin. Skrubba og ósaskrubba minna nógv um hvør aðra. Skrubba hevur tó eina nógv bogaða striku og ongan beinkamb aftur frá eyganum. Skrubba verður upp í 42 cm long, sjáldan størri enn 35 cm.
Skrubba er høgravendur flatfiskur. Hon hevur eina langa ryggfjøður frá mitt yvir vinstra eyga aftur til klingruna, eina langa gotfjøður frá gotinum til klingruna. Hon hevur stóran stert, smáar búkfjaðrar og smáar uggafjaðrar og pík við gotið. Hon hevur lítið høvd og lítlan kjaft, smáar roðslur, eitt sindur hvøss at føla eftir bakinum. Strikan gongur í stóran boga uppi yvir uggafjøðurini.
Skrubba er undir Føroyum og Íslandi, í Hvítahavinum, vestur og suður við Noregsstrondini suður í syðra part av Eystarasalti. Hon er í Norðsjónum, kring Bretsku Oyggjarnar til Biskeia.