Japan
| |||
Tjóðarslagorð: Friður og framgongd | |||
Tjóðsangur: Kimi Ga Yo | |||
Alment mál | Japanskt | ||
Høvuðsstaður | Tokyo 東京都 | ||
Keisar | Naruhito | ||
Løgmaður | Fumio Kishida | ||
Fullveldi | 11. februar 660 f.kr | ||
Vídd - tilsamans - vøtn (%) |
377,835 km² 0,8 % | ||
Íbúgvar - tilsamans 2015 - tættleiki |
127 094 745 336,376/km² | ||
Gjaldoyra | Yen (JPY) | ||
Tíðarøki | UTC +9 | ||
Økisnavn á alnetinum | .jp | ||
Telefonkota | +81
| ||
Japan er eitt oyggjaland eystan fyri meginlandið í Ásia. Á japanskum eitur landið Nihon ella Nippon. Tekinini, ið vera nýtt í navninum Japan á japanskum merkja sól og rót, og tí verður Japan stundum nevnt sólarrisins land. Japan er um somu stødd sum Finnland, men hevur 126 mió. íbúgvar.
Høvuðsstaður Japans, Tokyo (japanskt: 東京都), er staddur á størsti oynni, Honshū. Japanska flaggið er hvítt við einum eyðkendum reyðum sirkli í miðjuni. Tað verður nevnt, at Japan er landið við tí rísandi sólini og at tað er hetta, flaggið skal ímynda.
Søga
[rætta | rætta wikitekst]Niðursetufólk og handilsmenn av asiatiska meginlandinum komu til oynna Kyushu í Japan um 300 f.Kr. og fingu ávirkan á fólkið eystari. Mentan teirra eitur eftir staðnum Yayoi í Tokyo, har teir búsettust. Teir dyrkaðu rís, veittu vatn á velturnar og smíðaðu metal, soleiðis sum kinverjar gjørdu. Yayoi-fólkið hevði bæði jarn og bronsu við sær til Japans og gjørdi amboð, ker og vápn av metali. Tey nýttu eisini leirkerahjólið, og ímillum tað, tey evnaðu til úr leiri, eru nakrar av elstu myndunum av dýrum, menniskjum og húsum í Japan. Tey deyðu vórðu jarðað í krukku, trækistu ella steingrøv. Í summum stórum gravum vóru nógvir vakrir lutir, sum tykjast at hava hoyrt til aðalin.
Í triðju øld broyttist mentanin í Japan rættiliga nógv. Jarnøldin fekk fótafesti, og tað hevði við sær, at amboðini gjørdust betri, og landbúnaðurin gav meiri av sær. Betri vápn og brynjur styrktu um støðuna hjá vaksandi yvirstættini, rossið var tamt, so hermenn kundu kríggjast á rossabaki. Flestu broytingarnar vóru í miðpartinum í Vestur-Japan, har stórir gravheyggjar vórðu gjørdar til keisarar og aðrar mætar menn. Kømrini vórðu laðað av stórum steinum og síðan tyrvd við mold, summi vóru 37 m. høg. Tann deyði varð lagdur opin umgyrdur av sínum spjótum, vápnum og speglum. Hjálmurin varð lagdur við høvur hansara og leirker og perluketur við føturnar. Uttan um gravheyggin vórðu smáir leirmyndlar av grøvini settir niður í jørðina; teir vórðu nevndar haniwa og skuldu verja tann deyða fyri illum andum.
Í 5. øld hevði Kina stóra ávirkan á granna sín Japan fyri eystan. Kinverjar lærdu japanar at skriva og lesa kinesiskt, og japanar lagaðu til og broyttu kinesiska skriftmálið og settu tað í gildi sum alment skriftmál í Japan. Kinesiska ávirkanin var mest, tá ið buddistiskur munkar úr Kina fingu japanska hovið at seta í gildi buddismuna til almennan átrúnað í Japan. Gomlu templini vórðu rivin niður, og nýggj tempul reist á grundunum. Um 640 setti Kotoku keisari í verk Taika, ábøtur, at skipa landsins stýrislag eftir kinesiskari fyrimynd. Trælahald var avtikið, fróðskaparsetur vórðu stovnað og embætisverk skipað.
Miðskeiðis í 12. øld tók Fujiwaraættin ræðið frá keisarunum. Borgarakríggj brast á ímillum Fujiwara og tvær krígsaðalsættir, samuraiarnar: Minamoto og Taira. Í 1160 tók oddamaðurin í Taira-ættinni, Kiyomori, ræðið frá Fujiwaraættini, men í bardaganum við Dan No Ura í 1185 mátti Taira lúta fyri Minamotoættini. Yorimoto, ovastur fyri Minamoto, stovnaði hernaðarstýri í navni keisarans. Í 1192 útnevndi keisarin hann til shogun (mikil herovasti).
Tíðliga í 16. øld var borgarakríggj ímillum tveir máttmiklar aðalsmenn. At enda tóku sterkir herovastar valdið og umskipaðu landið og savnaðu tað í eitt ríki. Valdsjúki aðalsmaðurin, Oda Nobunaga, sum ikki var av háaðalsætt, tók høvuðsstaðin Kyoto í 1568, og í 1573 setti hann seinasta Ashikagashogunin frá. Hann tók sær ræðið yvir aðalsmonnum í landslutunum tætt við býin og noyddi teir at gera eftir boðum sínum. Oda Nobunga doyði í 1582, og herovasti hansara, Hideyoshi gjørdist kampaku, ella sivilur einaræðisharri, í 1585. Hideyoshi steðgaði ikki, fyrr enn hann hevði fingið alt valdið í Japan í 1591. Hann setti sær fyri at savna alt Asia í eitt stórt ríki. Hann leyp á Korea, men herdeildir hansara máttu lúta og vórðu riknar aftur, tá ið Kina legði uppí. Í Japan royndi Hideyoshi at fáa skil á aftur í landinum. Hann býtti fólkið í stættir. Nýggjar lógir forðaðu samuraium at fara frá harra sínum, og bøndur máttu ikki fara av garði sínum.
Tá ið Tokagawa Ieyasu doyði í 1616, tók sonur hansara Hidetada við sum shogunur og stýrdi til 1623. Hann helt somu politisku kos sum pápin og jagstaði tey kristnu, og á fyrsta sinni vóru europeiskir trúboðarar tiknir og avrættaðir. Søkt varð at teimum kristnu, tí shogunarnir óttaðust fyri, at útlendingar kundu gera innrás ella fáa alt ov stóra ávirkan. Eftirmaður Hidetadas, Tokugawa Iemitsu, fór upp aftur longri og vísti øllum trúboðarum og útlendskum handilsmonnum úr Japan. Umframt at jagstra tey kristnu og vísa fólki av landinum løgdu mynugleikarnir nú doyin á at avmarkað alt samband við onnur lond. Japanar sluppu ikki av landinum, og tey, sum vóru uttanlands, sluppu ikki heim aftur. Bann var sett fyri at byggja stór skip, sum kundu sigla til fjarskotin lond at handla. Einastu útlendingar, ið enn sluppu at verða verandi í Japan, vóru niðurlendingar og kinverjar; og handilssambandið við Korea helt fram sum áður. Hesin strangi uttanríkispolitikkur hevði við sær, at friðarligt var í landinum, og fólkið stóð saman. Buddisman hevði í øldir verið sterkasta trúarlæran í landinum, men kom undir alment eftirlit og birt varð í aftur fornu konfusianismuna, sum legði stóran dent á holla vitan og lærdi, at tú skalt vera yvirvaldi tínum lýðin.
Í 1853 og 1854 fór Matthew Perry flotovasti til Japans fyri amerikonsku stjórnina; ørindini vóru at knýta samstarvsbond ímillum bæði londini. Í 1854 varð avtala undirskrivað, sum læt tvær havnir í Japan upp fyri amerikonskum handli. Seinni gjørdi Japan samstarvsavtalur við onnur lond til dømis Stóra Bretland og Russland. Hesin broytti politikkur hevði við sær, at shogunsveldið viknaði, og mangir samuraiar trákkaðust eftir, at keisarin aftur skuldi taka valdið í landinum. Í 1868 feldi ein samgonga av aðalsmonnum shogunsveldið og fekk unga keisaran Mutsuhito at flyta høvuðsstaðin úr Kyoto til Edo, sum broytti navn til Tokyo. Víðfevndar samfelagsligar, búðskaparligar og politiskar nýskipanir vórðu gjørdar eftir europeiskari fyrimynd at nýmótansgera Japan, so at landið kundi gerast eitt stórveldi.
Landafrøði
[rætta | rætta wikitekst]Japan er eitt oyggjaland við 6.852 oyggjum, har fýra tær størstu eru Honshū, Hokkaidō, Kyūshū og Shikoku. Innan fyri oyggjarnar eru stór høv: Okhotskarhavið, Japanshavið og Eysturkinahavið. Meiri enn tríggir fjórðingar av landinum er bergligt fjallalendi. Japan liggur í einum jarðfrøðiligum virknum øki og tí er jarðskjálvti eitt vanligt fyribrigdi. Til dømis, so er størsta fjall í Japan 3.776 m høgt, Fujiyama, eitt sovandi gosfjall. Siðstu ferð tað goysti var í 1707. Harðir jarðskálvtar, tá hús rapa og brýr, vegir og jarnbreytir fara í sor, kunna eisini koma fyri og í 1995 var ein tílíkur harður jarðskjálvti í havnabýnum, Kobe; yvir 5.000 fólk lóu eftirá. Fujiyama er óføra vakurt fjall, og japanesarar meta tað sum teirra heilaga fjall. Túsundtals fólk hava í øldir á hvørjum ári gingið niðan á fjallið at fáa sær sálarstyrk. Nú hava menn lagt veg niðaná, so nú streyma ferðafólkini niðan at síggja niður í tað víða gosopið og at njóta ta frísku luftina og tað vakra útsýnið, sum har eru.
Japanska veðulagið er ymiskt. Í syðri oyggjunum er lýtt alt árið, men longur norður tú kemur, kaldari gerst tað. Nógvur kavi legst á fjøllini fyri norðan um veturin.
Politikkur
[rætta | rætta wikitekst]Sum eitt í høvuðsheitum konservativt land hevur Japan deyðadóm. Í september 2008 vórðu tríggir menn avrættaðir í Japan, og hetta merkir, at 13 fólk eru avrættað í Japan í 2008, og í minsta lagi 102 fangar eru í deyðskliva.
Í 2009 vann vistravendi flokkurin "Democratic Party Of Japan", stytt til DPJ, (japanskt: 民主党, Minshutō), valið í Japan og fekk tá stjórnarvaldið. Høgravendi flokkurin "Liberal Democratic Party", stytt til LDP, (japanskt: 自由民主党, Jiyū-Minshutō), misti stjórnarvaldið eftir at havt tað í 54 ár.
Hvalaveiði
[rætta | rætta wikitekst]Japanar veiða vanliga fleiri hundrað hval árliga við Antarktis til vísindalig endamál, men Greenpeace, Sea Shepherd og aðrir felagsskapir hava mótmælt veiðini, sum tey siga vera óneyðuga. Japan hevur veitt stórhval í Suðuríshavinum í eini 25 ár; alment hava japanar sagt, at talan var um "veiði við vísindaligum endamáli", men hesa frágreiðingina góðtók Altjóða Dómstólurin í Haag ikki í 2014. Síðani 1987 hava japanar veitt hval í Suðuríshavinum við vísindaligum endamáli, men fleiri halda, at tað við vísindini er bara ein umbering fyri at sleppa at veiða hval við vinnuligum endamáli. Tað er Avstralia, sum hevur stevnt Japan fyri dómstólin í apríl 2014 við kravi um, at japanska stórhvalaveiðan í Suðuríshavinum verður dømd ólóglig. Málið snýr seg bara um ta japonsku stórhvalaveiðina í Suðuríshavinum, har japanar plaga at veiða umleið 1000 hvalir um árið. Tað merkir, at úrskurðurin hjá dómstólinum hevur onga ávirkan á ta japonsku hvalaveiðina har norðuri í Kyrrahavinum ella í japonskum sjógvi. Tí hava myndugleikarnir í Tokyo boðað frá í apríl 2014, at øll loyvini at veiða hval har suðuri eru tikin aftur. Hinvegin ætla japanar at halda fram at veiða hval har norðuri í Kyrrahavinum og fram við landi [1].
Búskapur
[rætta | rætta wikitekst]Japan er ein av heimsins størstu búskapum og er limur í G7, sum er; sjey teir størstu búskapirnir í heiminum. Høvuðsstaðurin Tokyo hevur ein av teimum størstu virðisbrævamarknaðunum í heiminum. Japan er eisini ein tann týdningarmesta fiskivinnutjóðin í heiminum.
Útflutningur
[rætta | rætta wikitekst]Japan er ikki nakrar stórur marknaður fyri føroyskan útflutning. Nakað verður útflutt av millum annað frystum laksi, men talan er um smærri nøgdir. Men talan er um ein stóran marknað í heimshøpi, og verður hann órógvaður kann tað hava víðfevndar avleiðingar, sum eisini kunnu raka føroyskan fiskaútflutning. M.a. Noreg flytir stórar nøgdir av laksi til Japan, og sleppur tann vøran ikki fram, skal hon finna aðrar marknaðir.
Keisarin
[rætta | rætta wikitekst]Elsta trúnarvingakeisaraveldi er í Japan. Upprunaliga úr 7. øld f.Kr. Flestu japanarar virdu keisaran sum gud, og tí hevði hann stórt vald. Men eftir seinna heimsbardaga, tá Japan tapti og mátti gevi seg yvir, noyddist keisarin at siga alt politiskt vald frá sær.
Akihito keisari er 125. trúnarvingin í somu ætt.
Fólkið
[rætta | rætta wikitekst]Miðallivialdurin í Japan, har áleið 127 milliónir búgva, er ímillum teir hægstu í øllum heiminum. Kvinnurnar gerast í miðal 86 ár og menninir 79 ár. Seinastu seks árini er talið av japanarum, ið eru farnir um tey 100 árini, tvífaldað og eru teir nú tilsamans 36.000 í talið. ST væntar, at yvir ein millión japanarar verða yvir 100 ára gamlir í 2050.
Sumo-glíming er ógvuliga væl umtókt ítrótt í Japan.
Mentan
[rætta | rætta wikitekst]Frá fyrst í 17. øld til miðskeiðis í 19. øld hevði Japan lítið samband við umheimin. Tað gav japanarum høvi til at menna nýggjar listagreinir, sum lýstu gerandislív, vælferð, átrúnaðir (buddismu og shintoismu) og náttúrufatan teirra.
Í nýggju dukkusjónleikaralistini "bunraku" rørdu dukkurnar seg so nettliga og væl, at áskoðararnir næstan hildu, at tær vóru livandi. Ímillum aðrar nýggjar listagreinir var eisini "kabuki"-sjónleikur. Tað vóru sangleikir, leiktir í litføgrum búnum, sum viðgjørdu/umrøddu núlig evni í samfelagnum ella søguligar hendingar. Síðla í 17. øld fóru japanar at gera træskurðarprent og at mála málningar. Summi prent vóru endurgerðir av gomlum listaverkum, onnur vóru livandi myndir úr gerandislívi. Tey vórðu nevnd "ukiyo-ye". Nøkur ukiyo-ye-listafólk, sum til t.d. Katsushika Hokusai (1760 - 1849), eru vorðin heimsgitin.
Japanar vístu hugsan sína um náttúruna og vakurleika hennara á mangan hátt. Ein háttur var "bonsai"-listin, pottaplanting, har ávís træsløg vórðu gróðursett í pottar og røkt soleiðis, at tey líktust vanligum trøum. Sum fráleið fingu teir tey at vaksa bæði innandura og uttandura. Nú á døgum hava mong fólk um allan heim bonsai-trø.
Kenda prentið hjá Hokusai "Í einum aldudali úti fyri strondini í Kanagawa" úr røðini "Tríatiseks útsýni at Fujifjalli", er úr 1830-árunum. Tað setur máttloysi menniskjans upp ímóti náttúrunnar ófatiligu megi og vísir skip og manningar verða tveitt í kring í øgiligum sjógvi.
Tey, sum hoyra til shintontrúnna, ið er ein av størstu átrúnaðunum í Japan, halda Fujifjallið (Fujiyama) verða heilagt. Fleiri túsund pílagrímar fara tungu leiðina upp á fjallið hvørt ár at vitja shintoheilgidómin, sum er á hægst á fjallinum. Fujiyama verur mett at vera tjóðarmerki landsins og tí hava mangir japanar mynd ella málning av Fujiyama uppi á bróstinum í húsum sínum.
Japanar fara í kimono (merkir "klæði") høgtíðardagar og aðrar hátíðarligar løtur. Kimono er síðermd kápa við breiðum belti um miðjuna. Hann er vovin úr silki, bummull ella ull. Mangir silkikimonoar eru litfagrir og vakurt baldýraðir.