Jump to content

Longa

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Útbreiðsluøki.

Longa (frøðiheiti, latín: Molva molva) verður upp í 2 m. long. Smáar longur eru mest á grunn­ um vatni, um 30 m. Tær stóru eru at finna niður á 600 m. Longa er toskafiskur og hevur grunn­ nøs eins og toskur og hýsa. Grunn­nøsin er finnan, sum situr á lippuni á toskafiski. Hon er botnfiskur. Longa er virðismikil fiskur og verður nógv veidd.

Longa er kraddutur og glúpskur fiskur við stórum kjafti og sterkum tonnum. Føðin er serliga toskur, hýsa, sild, hvítings­ bróðir, svartkjaftur, men hon tekur eisini krossfisk, krabba­dýr, hummara og høgguslokk.

Longa er bæði á landgrunninum og við bankarnar vestanfyri. Annars úr vestara parti av Barentshavinum, undir Íslandi, kring Bretsku Oyggjarnar, í Norðsjónum, Skagerrak og Kattegat til norðara arm á Biskeiavíkini.