Globala upphitingin

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Globalur hitamunum frá 1880 til og við 2010. Null er miðalhitin frá árunum 1951-1980. Tann svarta linjan er tað árliga meðalvirði, meðan tann reyða vísir meðalhitan yvir 5 ár. Teir grønu stáplarnir vísa tann metta feilmarginalin.
Frávik í tí globala meðalhitanum tíðarskeiðið 1999 til 2008 samanborið við meðalhitan fyri tíðarskeiðið frá 1940 til 1980.

Global upphitingin er tað ið man nevnir tað observeraðu upphitingina av jarðarinnar lægru atmosferu og havi síðan 1950-árini umframt tað spádda framhaldið av hesum. í 20. øld vaks tann globali miðalhitin við 0,74 ± 0,18 °C.[1] Sambært eitt nú klimapanelinum hjá ST, IPCC, skyldast henda upphiting mest sannlíkt tað at menniskju nýta ov nógv vakstrarhúsgass.[1] Hildið verður eisini, at ikki-menniskjaligir faktorar so sum variasjónir av sólaraktiviteti og vulkanútbrot hevur ávirka eitt tað eitt sindur kaldari síðan ár 1950.[2]

Kjakið um eina antropogena upphiting, tað vil siga ein upphiting, ið menniskjan hevur elvt til, hevur vakt stóran ans síðan 1990-árini. Í fleiri førum hava heimsins leiðarar møtt hvør øðrum, fyri at taka avgerð um hvussu útlátið av vakstrarhúsgassum kann avmarkast, eitt nú møttust teir og samdust um Kyotosáttmálan í 1997 og møttust á veðurlagsráðstevnu Sameindu Tjóða í Keypmannahavn 2009.

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. 1.0 1.1 http://www.naturvardsverket.se/Documents/publikationer/620-5677-8.pdf naturvardsverket.se - heitið: Sammanfattning för beslutsfattare, IPCCs rapport WG1 2007
  2. http://www.ipcc.ch/pdf/assessment-report/ar4/wg1/ar4-wg1-chapter9.pdf heitið: Understanding and Attributing Climate Change. Verk: Climate Change 2007: The Physical Science Basis. Contribution of Working Group I to the Fourth Assessment Report of the Intergovernmental Panel on Climate Change. Dagur: 2007. Útgevari: IPCC Heger, Gabriele C. et al.
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið