Sahara

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Sahara í Libya.

Sahara er størsta oyðimørkin í heiminum. Sahara er næstan so stór sum øll Evropa, hon tekur triðingin úr Afrika (9,100,000 km²). Sahara røkkur eystan úr Reyðahavi og vestur í Atlantshavi, norður at Atlasfjøllunum og Miðjarðarhavinum og suður at Sudan, nakað suður um 20 stig á norðurbreidd. Her veksur næstan einki.

Veðurlagið í Sahara er sera heitt, tí har sær sólin hvønn einasta dag frá morgni til myrkurs frá skýleysum himli. Hitin verður tí óførur um dagin, eini 45-50 °C (113-122 °F) stig í skugganum. Veðurlagið í Sahara er sera eins alt árið, tí hvør dagur er sólardagur, og hvør dagur er regnleysur. Í teimum flestu støðum ganga fleiri ár ímillum hvørt ælið. Fjøllini TibestiLibya) og AhaggarAlgeria) koma upp í 3.000 metra hædd, tey eru heldur svalligari at búgva í enn niðri á háslættunum, og har uppi kemur ikki so lítið av avfalli. Har eru tí fleiri vala bygdir.

Seinastu árini hevur Saharaoyðimørk etið seg longri og longri suðureftir, og nógv gott beitilendi er vorðið oyðimørk. Fá fólkasløg hava lagað seg til at búgva í Sahara. Eitt av hesum harðbalnu fólkasløgum eru tuaregar, sum í øldir hava livað sum flakkfólk og eru gitnir fyri at fara langar leiðir ígjøgnum oyðimørkina á marknaðirnar við salti.

Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið