Jump to content

Libya

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
ليبيا
Flagg Libya
(Flagg Libya)
Tjóðarslagorð: Onki
Tjóðsangur: "ليبيا ليبيا ليبيا"
("Libya, Libya Libya")
Alment mál Arábiskt
Høvuðsstaður Tripoli
Forseti Mohamed al-Menfi
Forsætisráðharri Abdul Hamid Dbeibeh
Fullveldi 24. desember 1951
Vídd
 - tilsamans
 - vøtn (%)
 
1,775,500 km²
0.0 %
Íbúgvar
 - tilsamans 2013
 - tættleiki
 
6 002 347
3.4/km²
Gjaldoyra Libyskur dinarur (LYD)
Tíðarøki UTC +2
Økisnavn á alnetinum .ly
Telefonkota +218

Libya (arábiskt ليبيا) er triðstørsta land í Afrika. Arábisku hertøkurnar í 7. øld og 11. øld hava sett sjónlig merki eftir seg í Libya. Arábar gjørdust brátt fjølmentari enn upprunafólkið, berbar, sum gjørdu uppreistur ímóti nýggju valdsharrum sínum. Arábar settu skjótt bæði mál sítt (arábiskt) og átrúnað sín (islam) í gildi í Libya.

Libya hevur mark við Tunesia og Algeria í vestri, Niger og Kjad í suðri, og Egyptaland og Sudan í eystri.

Upp ígjøgnum tíðirnar hevur tað staðið undir rómverskum, býsantinskum, arábiskum og turkiskum yvirvaldi, og frá 1911 til 1943 var Libya italskt hjáland. Mong fornminni eru í Libya úr teirri tíðini, tá ið landið var undir fremmandum yvirvaldi. Har eru m.a. ein av best varðveittu rómversku toftunum í Norðurafrika, fornaldarbýurin Leptis Magna við torgi, vatnleiðing og uttanduraleikpalli. Fønikar bygdu havnabýin um 800 f.Kr., og gjørdist hann miðdepil í handlinum við Afrika. Seinni varð hann partur í Rómverjaríki, til arábisku innrásina í 7. øld., tá ið býurin fór til grundar.

Libya varð fyrsta land í Afrika, sum fekk sjálvstýri eftir annan heimsbardaga. Tað varð í 1951.

Landafrøði

[rætta | rætta wikitekst]

Við Miðjarðarhavsstrondina ímillum Egyptaland og Algeria er triðstørsta land í Afrika, Libya. Um 90 % av landinum er oyðimørk, so at bara ein smalur geiri fram við strondini er nýtiligt landbúnaðarlendi, har fólk liva av at halda geitir og seyð. Mesta øki í Útnyrðingsafrika er glóðheit oyðimørk - Sahara - sum tíverri veksur ógvuliga skjótt, tí at ov nógvur fenaður er uppiá í graslendinum í útryðjunum í oyðimørkini.

Politikkur

[rætta | rætta wikitekst]
Gaddafi stýrdi Libya við harðari hond í 42 ár - frá 1969 til 2011.

Libyski leiðarin seinastu 42 árini (1969-2011), Muammar Gaddafi, doyði 20. oktober 2011. Hann tók valdið í Libya við einum dreymi um at sameina alt Norður­afrika til eina arábiska tjóð. Men hann legði seg út við bæði granna­londini og Vestur­heimin og endaði sum ein avbyrgdur einaræðis­harri. Eftir hernaðarúbúgving í Stóra Bretlandi í eitt ár, fór Gaddafi í 1966 aftur til Libya. Trý ár seinni skipaði hann fyri einum friðarligum kvetti móti Idrisi kongi, sum var í Grikkalandi í heilsubótarørindum. Libyska kongshúsið varð avtikið, trónarvingin settur í húsavarðhald og Sosialistiska Arabiska Lýðveldið Libya lýst. Gaddafi tók sjálvur ræðið og lýsti stjórn sína sum eina samanrenning av arábiskum tjóðskapi og vesturlendskari vælferð, sum hann kallaði islamska sosialismu. Vælferð og útbúgving vórðu raðfest frammarlaga. Gaddafi setti eisini í gildi eina skipan við sonevndum islamskum siðsemiskodum - rúsdrekka og spæl um pengar vórðu forbjóðað. Eins og Mao í Kina skrivaði sína "Lítlu reyðu", sum sosialistiska lærubók, skrivaði Gaddafi sína "Lítlu grønu" sum hugsjónarligt ástøði undir sínum politikki.

Við tað at allir politiskir flokkar vórðu bannaðir í 1971, hevur øll andstøða ímóti Gadaffi verið stýrd úr útlondum. Av tí at Gadaffi hevur stuðlað yvirgangsfelagsskapum, hava lond í Vesturheiminum sett revsiatgerðir í verk ímóti Libya. Í t.d. apríl 1980 gav Gaddafi boð um at drepa allar libyskar andstøðingar uttanlands. Níggju libyar vórðu fyribeindir hetta tíðarskeiðið. Amerikanski forsetin Ronald Reagan metti Libya sum eitt "ránsmannabøli", m.a. orsakað av fíggjarligum stuðuli til yvirgangsfelagsskapir, og hann skýrdi Gaddafi "tann óða hundin í Miðeystri". Í 1986 skipaði Reagan fyri einum loftálopi á Benghazi og Tripoli, tá staðfest varð, at libyska stjórnin hevði skipað fyri bumbuálopinum á náttklubbin La Bella í Berlin, har tveir amerikanskir hermenn lótu lív og 260 fólk vórðu særd. Reagan ætlaði við nevnda loftálopi at drepa Gaddafi, sum mátti vera staddur á hernaðarstøð antin í Benghazi ella Tripoli. Men Libya fekk njósn um álopsætlanina, so tað eydnaðist Gaddafi í góðari tíð at leita sær skjól. Í 1988 sýtti Gaddafi fyri at útflýggja tveir libyar undir illgruna fyri at hava lagt til rættis Lockerbie-bumbuna, sum hetta árið kostaði 270 fólkum lívið, tá eitt ferðafólkaflogfar sprongdist yvir Skotlandi.

Men Muammar Gaddafi hevur við árunum vunnið sær betri umdømi í Vesturheimi, Ásia og eisini øðrum londum í Afrika; m.a. hevur hann fingið rós frá fyrrverandi suðurafrikanska forsetanum Nelson Mandela. At Gaddafi hevur vunnið betri umdømi í Vesturheimi skyldast m.a., at hann var ein av fyrstu muslimsku leiðarunum, sum fordømdi al-Qaeda. Í oktober 2002 átóku libyskir myndugleikar sær ábyrgdina av Lockerbie-yvirgangsgerðini og rindaðu stórt endurgjald. Í 2006 boðaði USA frá, at tað fór at knýta diplomatiskt samband aftur við Libya, um Gaddafi afturfyri lovaði at sleppa ætlanini at menna hópoyðingarvápn. Og tað gjørdi hann. Gaddafi oberstur hevur stjórnað Libya við harðari hond í meira enn fjøruti ár - umstøður, ið geva honum tann ivasama heiður at hava verið tann ríkisovastin í Afrika, ið longst hevur sitið við valdinum.

Libya fer at hava tá islamsku sharialóggávuna, og stýrisskipan landsins verður grundað á koranina. Tað kunngjørdi libyska tjóðarráðið í juli 2012. Ráðið legði afturat, at tað kemur ikki upp á tal at leggja spurningar um átrúnaðarlig viðurskifti út til fólkaatkvøðu [1]. Leygardagin 7. juli 2012 verður val í Libya, og hetta er tað fyrsta valið í landinum, síðani Muammar Gaddafi varð koyrdir frá í 2011. Í fyrsta umfarið skulu fólk velja eitt ráð, sum skal orða nýggja vallóg og lýsa tjóðartingsval innan eitt hálvt ár. Aftan á tjóðartingsvalið skal landið so hava nýggja stjórn. Tjóðarráðið, sum er sett saman av umboðum fyri ymsar uppreistrarbólkar, hevur stýrt Libya, síðani Gaddafi fall.

Mannarættindi

[rætta | rætta wikitekst]

Mannrættindini í Libya hava ring kor. Níggju libiskir borgarar vórðu avrættaðir í apríl mánaði í 2012, uttan at grundgeving varð givin fyri hesum. Nakrir deyðadómar vórðu broyttir, um familjan rindaði eina stóra upphædd, og flóttafólk og innflytarar eru í fleiri førum blivin pínd. Mismunur verður í stóran mun gjørdur mótvegis kvinnum. Mismunur verður gjørdur í mun til arvareglur og hjúnaskilnað, og enn er eingin lóg gjørd um at verja kvinnur, sum hava verið fyri harðskapi heima [2][3].

Stórar oljukeldur hava gjørt Libya ríkt, og oljuídnaður er høvuðsvinna.

Tá ið olja varð funnin í 1959, gjørdist Libya eftir fáum árum ríkt land. Síðan oljuvinnan tók seg upp, eru eisini mangir útlendingar komnir til Libya at arbeiða í oljuvinnuni. Oljuvinnan hevur alt at siga í libyska búskapinum, og 99 % av útflutninginum eru olja og gass. Áðrenn olja varð funnin, vórðu týdningarmestu útflutningsvørurnar jarn og sev. Mesta oljan verður vunnin í vestara parti í Libya, men landið eigur eisini oljuleiðir úti fyri strondina. So hvørt oljuvinnan er vaksin, eru býirnir vaksnir, har hevur verið nógv bygt, og vinnu- og tænastustøðið eru munandi batnað.

Um 84 % av fólkinum í Libya býr nú í býum. Frammanundan búði meginparturin á bygd og livdi sum flakkfólk og bøndur. Flestu fólk í Libya eru arábar, men fyri sunnan í landinum eru bæði tuaregar og berbar. Fólkið er skift sundur í ættarbólkar ella høvdingadømi. Ættarbólkurin er týðandi partur í samfelagnum og hevur politiska ávirkan. Fólkanøvnini siga ofta, úr hvørjum ættarbólki fólk eru. Uppreisturin, sum kyknaði í februar í 2011, hevur skift landið sundur við trimum mørkum, sum minna um tað í fornøldini. Í fornari tíð var ríkið skift sundur í tríggjar sjálvstøðugar lands­partar, fólkaðir av hópatals ættarbólkum og stættum.

Næstan øll eru muslimar (97 %). Undan krígnum í 2011 vóru knapt trý prosent av libyska fólkinum kristin. Libyska fólkið, sum í høvuðsheitum er hóvligir muslimar, hevur sambært fleiri kirkjuleiðarum hildið fram við tolseminum mótvegis teimum kristnu, og kirkjurnar hava ongantíð fingið boð um at steingja ella flyta.

Fá fólkasløg hava lagað seg til at búgva í Sahara. Eitt av hesum harðbalnu fólkasløgum eru tuaregar, sum í øldir hava livað sum flakkfólk og eru gitnir fyri at fara langar leiðir ígjøgnum oyðimørkina á marknaðirnar við salti. Reiðdýr teirra er kamelur, og av honum fær fólkið eisini mjólk, kjøt, ull og húðir. Alt fleiri tuaregar gevast nú við at liva sum flakkfólk og búseta seg í býunum. Sumstaðni í stóru, kørgu oyðimørkini kemur vatn upp úr jørðini, og við hesar keldur, nevndar grønur, hava fólk sett seg niður. Her veksur væl, og landbúnaðurin hevur stóran týdning, men fólkið livir eisini av peningi frá skyldfólkum, sum arbeiða í býunum, og av at handla við keypmenn, ið koma hagar at keypa og selja. Fyrr vóru grønabygdirnar lívsneyðugir hvíldarstaðir hjá kamelkaravanum, ið fluttu vøru ígjøgnum oyðimørkina. Nú er mesti flutningurin við lastbili.

  1. http://nrk.no/nyheter/verden/1.7511594
  2. "Archive copy". http://genderindex.org/country/libya. Heintað 2012-08-15. 
  3. http://www.unhcr.org/refworld/country,,FREEHOU,COUNTRYREP,LBY,456d621e2,47387b6dc,0.html
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið