Angola

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
República de Angola
Flagg Angola
(Flagg Angola)
Skjaldarmerki Angola
(Skjaldarmerki Angola)
Tjóðarslagorð: Virtus Unita Fortior
Tjóðsangur: Angola Avante!
Alment mál Portugisiskt
Høvuðsstaður Luanda
Forseti João Lourenço
Varaforseti Bornito de Sousa
Fullveldi 11. november 1975
(frá Portugal)
Vídd
 - tilsamans
 - vøtn (%)
 
1,246,700 km²
0 %
Íbúgvar
 - tilsamans 2014
 - tættleiki
 
25,789,024
20.69/km²
Gjaldoyra Kwanza (AOA)
Tíðarøki UTC +1
Økisnavn á alnetinum .ao
Telefonkota +244

Tjóðveldið Angola (Portugisiskt: República de Angola) er eitt land í Afrika. Í norðri hevur Angola mark við Sair, í eystri við Sambia og í suðri við Namibia. Høvuðsstaðurin eitur Luanda. Fólkatalið var 25 789 024 við ársbyrjan 2014. Leingi hava borgarakríggj og hungur rakt Angola meint.

Bæði politiskt kegl og ósemjur millum ættbólkarnar elva ofta til kríggj. Fyrst í nítiárunum vóru Angola herjað av borgarakríggi og skerpingi. Her er mattrot, og í nógvum býum er eigin vatnútbúningur. Tað eru tey veikastu, børnini og tey gomlu, sum doyggja fyrst. Í 2002 var so stór hungursneyð, at 18 000 fólk vóru hótt [1][2].

Søga[rætta | rætta wikitekst]

Trælahandil[rætta | rætta wikitekst]

Evropeiski trælahandilin í Angola vaks ógvuliga nógv í 17. øld. Portugisar gjørdu herferðir inn í mong angolsk kongsríki eftir trælum. Í 1623 doyði kongurin í Ndongoríkinum í Angola, og árið eftir gjørdist systir hansara, Nzinga Mbande (15831663), drotning. Nzinga drotning setti seg uppímóti trælahandlinum, tá ið hon hoyrdi, hvussu ræðuligt tað var hjá trælunum umborð á skipunum, sum førdu teir til Suðuramerika. Tá ið Nzinga kom at samráðast við portugisar, vildu teir ikki geva henni sess. Men hon setti seg á bakið á einum manni, sum var komin við henni.

Ikki vardi leingi, til kríggj brast á ímillum hennara og portugisar, tí at hon sýtti fyri at útvega teimum alsamt fleiri trælir, sum skuldu verða sendir til gróðrarlundirar hjá portugisum í Suðuramerika. Hon fekk grannaríkini í part sær ímóti portugisum, og tá ið teir róku hana úr Ndongo, tók hon ræðið í Matamba í Norðurangola og helt fram frælsisbardaga sínum. Tá ið hon doyði í 1663, var Matamba enn frælst ríki.

Nýtt kongsríki[rætta | rætta wikitekst]

Seinast í 17. øld ráddu tvey bantufólk í Angola, lundar og lubar. Vælferð teirra bygdi á handil, helst við salti, kopari og jarni. Upprunaliga Lundaríkinum stýrdi kongsætt, sum nevndi seg Mwata Yamvo. Við kazembunum sum høvuðsmonnum sendi hon út rannsóknarlið at taka grannaríkini og vinna sær nýtslurættindi yvir náttúrutilfeinginum, sum har var. Ríkini, teir løgdu undir seg, gjørdust hjálond hjá Angola.

Í 1740-árunum ráddi ein kazembur á leiðini við niðara enda á Luapulaá. Hetta Luandakongsríkið kravdi inn skatt av salti og kopari í økinum vestantil og fekk eftirlit við jarnmálmanámunum eystantil. Í 1780-árunum seldi sami kazembur trælir vestureftir ígjøgnum Mwata Yamvo og kopar og fílabein eystureftir.

Borgarakríggj[rætta | rætta wikitekst]

Frá 1975 til 2002 var blóðugt borgarakríggj ímillum UNITA, sum m.a. USA stuðlaði, og vinstrasinnaðar uppreistrardeildir (stuðlað av Sovjet og Kuba).

Tá ið portugisar fóru úr Angola í 1975, brast borgarakríggj á. Kríggið stóð ímillum frælsisrørsluna MPLA, sum Kuba og Sovjetsamveldið stuðlaðu, og UNITA, sum USA og Suðurafrika stuðlaðu. Í 1991 fekst vápnahvíld í lag. Stutt eftir var val, MPLA vann, og so brustu bardagarnir á aftur. Í 1994-1995 samdust partarnir um at binda frið, men seint hevur gingið at seta avtaluna í verk. So at siga eingir landspartar sluppu óskalaðir undan krígnum. Túsundtals fólk lótu lív (uml. 500 000 [3]), og uppaftur fleiri vórðu meiðslað [4].

Politikkur[rætta | rætta wikitekst]

Uppreistur[rætta | rætta wikitekst]

Vegna tess, at uppreistur hevur herjað í Angola í fleiri ár, samstundis sum uppreistrarherurin UNITA ikki enn hevur hildið sínar skyldur, sum eru fevndar av Lusakasamtyktini, og samstundis sum støðan í Angola er ein hóttan í móti altjóða friði, hevur Trygdarráð Sameindu Tjóða samtykt fleiri fyriskipanir, ið limalondini eiga at útinna. Í 1993 varð samtykt at banna innflutningi av olju og vápnum til UNITA. Í 1997 og 1998 vórðu aðrar samtyktir gjørdar, sum hava til endamáls at avmarka og helst steðga virkseminum hjá UNITA.

Cabinda[rætta | rætta wikitekst]

Kort av Cabinda. Cabinda hevur mark við Sair og Kongo.

Cabinda er oljuríkur landslutur í Angola, og eisini samtíðis eitt øki, har uppreistrarmenn stríðast fyri sjálvstýri.

African Nations Cup 2010[rætta | rætta wikitekst]

Togo hevur tikið seg úr African Nations Cup í 2010 [5]. Orsøkin er, at uppreistrarmenn úr Cabinda í 2010 skutu við maskinbyrsum eftir spælarabussinum hjá Togo. Bussførarin doyði av skotunum og tveir leikarar vóru særdir. Leikararnir hava tí gjørt av, at teir ikki luttaka í African Nations Cup 2010. Bussurin var á veg úr Kongo til Angola.

Kendasti leikarin hjá Togo er óivað Emmanuel Adebayor, og hann er ikki ímillum teir skaddu. Málverjin Kodjovi Obilalé og verjuleikarin Serge Akakpo eru navngivnir sum skaddir, men lagt verður afturat, at fleiri eru á listanum. Annars frættist, at leikarar sluppu so væl, tí tveir bussar vóru. Uppreistrarmenninir skutu mest eftir fremra bussinum, har nærum bara viðføri var í. Flestu leikararnir sótu í aftara bussinum. Spurnartekin verður nú sett við, hví liðið úr Togo valdi at koyra í bussi gjøgnum vandaøki, tá teir eins væl kundu ferðast við flogfari til høvuðsstaðin í Angola, sum eitur Luanda.

José Fernando Lelo[rætta | rætta wikitekst]

José Fernando Lelo var tíðindamaður fyri Voice of America (VoA) í Cabinda frá 2003 til 2007. Hann skrivaði regluliga tíðindagreinir, har hann fanst at politikkinum hjá stjórnini í Cabinda og vantandi áhuganum hjá stjórnini fyri at halda friðaravtaluna. Hann hevur áður verið handtikin orsakað av kritisku áskoðaum sínum. Lelo varð 6. september í 2008 dømdur 12 ára fongsul fyri at hava mælt til uppreistur í landslutinum Cabinda [6]. Hann varð handtikin á arbeiðsplássi sínum 15. november 2007 av fólki frá vápnaða herliðnum í Angola, av tí at hann var undir illgruna fyri at vilja skipa fyri vápnaðum uppreistri. Rættarmálið var ikki rættvíst, og hann varð dømdur við ein hernaðardómstól.

José Fernando Lelo varð ákærdur fyri at hava givið seks hermonnum pening og tilfar til vápnaðan uppreistur. Tann 28. november í 2007 skuldu hermenninir, sum samstundis blivu handtiknir, vitna móti honum. Teir søgdu, at teir ongantíð høvdu møtt honum, og at teir gjøgnum píning vórðu blivnir noyddir at siga, at teir kendu hann og høvdu fingið pening frá honum. Hóast hetta bleiv José Fernando Lelo, eftir at rættarmálið hevði verið útsett fleiri ferðir, dømdur 12 ára fongsul við ein hernaðardómstól fyri uppreistur móti statinum. Fimm av teimum seks hermonnunum vórðu dømdir 13 ára fongsul.

Deyðadómur[rætta | rætta wikitekst]

Í Angola varð deyðarevsing avtikin í 1996 [7].

Landafrøði[rætta | rætta wikitekst]

Fylgisveinamynd av Angola, tikin av einum NASA-fylgisveini. Ovast sæst Cabinda.

Veðurlag[rætta | rætta wikitekst]

Veðurlagið syðst er temprað, fyri norðan er tropiskt veðurlag.

Okavangooyrar[rætta | rætta wikitekst]

Okavangooyrarnar eru ikki sum aðrar oyrar, ið leggjast við havið ella vøtn, men renna út í oyðimørk. Áin vellir upp í Angola og rennur í landsynning ígjøgnum Namibia, til hon ger oyrarnar í Kalaharioyðimørk í Botsvana. Stóru mýrarnar og áirnar eru stívliga 22.000 km2 í vídd og tilhaldsstaður hjá sonnum djóra- og plantumeingi.

Fólkið, ið býr við oyrarnar, siglir í oyrunum í holaðum kanoum, nevndar mokoro.

Luanda[rætta | rætta wikitekst]

Havnabýurin Luanda er høvuðsstaður og størsti býur í landinum. Portugisar bygdu býin í 1576, og í fleiri hundrað ár var hann trælamiðstøð, haðan trælir vórðu avskipaðir til Brasil, sum tá var portugisiskt hjáland. Portugisar bygdu eitt verndaivirki, og mong onnur prýðilig hús, ið nú standa síð um síð við nýmótans háhús.

Náttúra[rætta | rætta wikitekst]

Dýralívið[rætta | rætta wikitekst]

Her eru t.d. heimsins minsta antilopa, dik-dik, og størsta dýr uppi á landi, afrikanski fílurin. At verja hótt dýr eru stór øki løgd av sum friðingarøki og tjóðgarðar.

Búskapur[rætta | rætta wikitekst]

Angola kundi verið ímillum tey lond í Afrika, har framburðurin var størstur. Stórir partar í landinum eru fruktagóðir, fyri norðan eru stórir regnskógir, fyri sunnan víðar, turrar grasfløtur. Dyrkað verður so mikið, at landið er sjálvbjargið við mati, ríviligt av øðrum tilfeingi er eisini, bæði olja og gass og alskyns steinsløg, ið veita landinum góða inntøku. Men drúgva og harða borgarakríggið, ið vardi í 20 ár, hevur armað landið.

Ídnaður[rætta | rætta wikitekst]

Í Syðra-Afrika eru ógvuliga nógv steinsløg. Meginparturin av øllum diamantum, gulli, urani og kopari kemur hiðan, og hetta hevur broytt korini hjá fólki og búskapin í londunum nógv. Drúgva borgarakríggið hevur oyðilagt nøkur nám og ídnaðarvirki í Angola.

Í landnyrðingspartinum eru av størstu diamantlindum í heiminum, og syðri í landinum høgga teir jarnmálm og onnur steinsløg. Benguelajarnbreytin varð latin upp í 1931. Hon varð løgd at flyta kopar og onnur steinsløg eftir úr námunum í Sambia og Fólkaræðiliga Lýðveldinum Kongo til havnabýirnar Lobito og Benguela í Vesturangola. Mangir angolar arbeiddu á jarnbreytini og í havnabýnum, men mangir teirra gjørdust arbeiðsleysir, tá ið jarnbreytin varð oyðiløgd í borgarakrígnum. Eftir vápnahvíldina í 1991 eru partar av jarnbreytini gjørdir aftur.

Olja[rætta | rætta wikitekst]

Danska felagið Mærsk Oil hevur rakt við olju úti fyri strondini í Angola, og í 2011 fer felagið at taka støðu til, um tað skal fara undir framleiðslu har [8]. Mærsk Oil sigur við tíðindastovuna Reuters, at ein royndarboring gav 6.650 tunnur av olju úr brunninum um dagin, og tað er felagið væl nøgt við. Leitiøkið, sum Mærsk Oil hevur, er einar 60 fjórðingar úr angolsku strondini. Danska felagið eigur 50 prosent av loyvinum. Tað angolska ríkið og tvey onnur oljufeløg eiga hin helmingin av loyvinum.

Fólkið[rætta | rætta wikitekst]

Á skúla í Kuito.

39 % av fólkinum í Angola bugva á bygd [9]. Tó at ikki øll eru bøndur, fáast nógv tey flestu við jarðarbrúk. Í útryðjuni í Luanda búgva túsundtals fólk í fátækrabýlingum.

Mentan[rætta | rætta wikitekst]

Í Angola hevur verið vanligt, at konufólkið hevur havt ábyrgd av at hildið hús, umframt at dyrka jørðina. Mong mannfólk eru heiman upp í eitt og tvey ár í senn og arbeiða í námum og í býunum, tí eru næstan bara konufólk eftir í bygdunum. Tey fáa tí alt meiri ábyrgd av húsi og heimi.

Tónleikur[rætta | rætta wikitekst]

Humbiar í Útsynningsangola nýta vanligan boga sum ljóðføri. Hann, ið leikar, heldur boganum inn at munninum við aðrari hond. Við hinari hondini slær hann á bogastreingin við einum pinni, og tá koma ymiskir tónar, meðan leikarin flytir varrarnar eftir boganum.

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. http://news.bbc.co.uk/2/hi/africa/2504661.stm
  2. http://news.bbc.co.uk/2/hi/africa/1967082.stm
  3. "Archive copy". http://www.corpwatch.org/article.php?id=2576. Heintað 2011-07-04. 
  4. http://www.historyworld.net/wrldhis/PlainTextHistories.asp?historyid=ad33
  5. http://www.telegraph.co.uk/sport/football/6956588/Togo-pull-out-of-African-Nations-Cup-after-bus-attack-in-Angola.html
  6. http://www.amnesty.org/en/library/asset/AFR12/008/2008/en/0ad9b5fd-88ae-11dd-8e5e-43ea85d15a69/afr120082008en.html
  7. http://allafrica.com/stories/201005191246.html
  8. http://www.offshore.no/nyheter/sak.aspx?id=15338
  9. http://www.indexmundi.com/angola/urbanization.html
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið