Djibuti

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Djibuti

Lýðveldið Djibuti (franskt: République de Djibouti, arábiskt: جمهورية جيبوتي‎) er eitt lítið land í Eysturafrika. Djibuti hevur mark við Etiopia, Eritrea og Somaliland. Landið hevur 810 179 íbúgvar (2014). Djibuti er bæði høvuðsstaður og størsti býur í Djibuti. Lítla oyðimarkarlandið Djibuti gjørdist sjálvstøðugt ríki í 1977. Flestu fólk har eru flakkfólk. Landið hevur stóran týdning fyri henda partin í Afrika, tí at høvuðsstaðurin, ið eisini eitur Djibuti, er einasti stóri havnabýur afrikamegin Reyðahav. Inntøkurnar frá havnini eru høvuðsgrundarlagið undir búskapinum í Djibuti.

Regiónir í Djibuti[rætta | rætta wikitekst]

Regiónir í Djibuti
Regiónir
Región Vídd (km2) Fólkatal Høvuðsstaður
Ali Sabieh,

(Région d'Ali Sabieh)

2 200 75 005 Ali Sabieh
Arta,

(Région d'Arta)

1 800 69 047 Arta
Dikhil,

(Région de Dikhil)

7 200 80 023 Dikhil
Djibouti,

(Ville de Djibouti)

200 604 013 Djibouti
Obock,
(Région d'Obock)
4 700 40 128 Obock
Tadjoura,

(Région de Tadjourah)

7 100 79 567 Tadjoura



Lond í Afrika
Algeria | Angola | Benin | Botsvana | Burkina Faso | Burundi | Djibuti | Egyptaland | Ekvatorguinea | Eritrea | Etiopia | Fílabeinsstrondin | Fólkaræðiliga Lýðveldið Kongo | Gabon | Gambia | Gana | Guinea | Guinea-Bissau | Kamerun | Kap Verde | Kenja | Kjad | Komoroyggjar | Kongo | Lesoto | Liberia | Libya | Madagaskar | Malavi | Mali | Marokko | Miðafrikalýðveldið | Mosambik | Móritania | Móritsius | Namibia | Niger | Nigeria | Ruanda | Sao Tomi og Prinsipi | Sambia | Senegal | Seyskelloyggjar | Sierra Leona | Simbabvi | Somalia | Sudan | Suðurafrika | Suðursudan | Svasiland | Tansania | Togo | Tunesia | Uganda | Vestursahara


Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið