Jump to content

Sambia

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Republic of Zambia
Flagg Tjóðveldið Sambia
(Flagg Tjóðveldið Sambia)
Skjaldarmerki Tjóðveldið Sambia
(Skjaldarmerki Tjóðveldið Sambia)
Tjóðarslagorð: "One Zambia, One Nation"
Tjóðsangur: "Stand and Sing of Zambia, Proud and Free"
Alment mál Enskt, Viðurkend mál: Bemba, Tonga, Lozi, Lunda, Luvale, Kaonde, Nyanja, Chewa
Høvuðsstaður Lusaka
Forseti Hakainde Hichilema
Varaforseti Mutale Nalumango
Fullveldi 24. oktober 1964
(frá Stóra Bretlandi)
Vídd
 - tilsamans
 - vøtn (%)
 
752,618 km²
1.0 %
Íbúgvar
 - tilsamans 2012
 - tættleiki
 
14 309 466
17.2/km²
Gjaldoyra Sambiskur Kwacha (ZMK)
Tíðarøki UTC +2
Økisnavn á alnetinum .zm
Telefonkota +260

Tjóðveldið Sambia (alment enskt heiti: Republic of Zambia) er eitt land í í syðra-Afrika við umleið 12,9 mió. íbúgvar. Í norðri hevur Sambia mark við Tansania og Kongo-Kinshasa, í eystri við Malavi og Mosambik, í vestri við Angola, og í suðri við Namibia, Botsvana og Simbabvi. Enskt er tað almenna málið í Sambia. Sambia er stórur háslætti, har eru høg fjøll og djúpir dalar.

Landið hevur fiskiørn sum tjóðmerki, og hon er eisini á sambiska flagginum.

[rætta | rætta wikitekst]

Politikkur

[rætta | rætta wikitekst]

Tá ið landið loysti frá Stóra Bretlandi í oktober 1964, brast politiskt stríð á, og stríð kyknaði ímillum fólkasløgini í Sambia. Stríðið stóð við til 1972, tá ið Kenneth David Kaunda (f. 28. apríl 1924) lýsti Sambia sum einfloksríki. Í 1991 tapti Kaunda á fyrsta fólkaræðiliga valinum í 19 ár. Nú er friðarligari í Sambia enn nógvastaðni í Afrika, hóast 14 fólkasløg eru í landinum.

Lógarbrot

[rætta | rætta wikitekst]

Fólk í Sambia eru friðarlig, vinsæl og sera hjartalig. Har nýtist tær ikki at óttast harðskap, men tjóvar og biddarar eru sum flugur allastaðni. Tey, sum eiga pening, hava tað gott og liva væl í stórum húsum. Tey hava húshjálp, sum gera alt arbeiði, bæði inni í húsinum og uttanum. Hjá teimum, ið eftir teirra málistokki eru vælhavandi, er neyðugt at hava høgar gyrðingar og portur uttanum húsini fyri at halda tjóvum burtur.

Eyðkvæmi

[rætta | rætta wikitekst]

Í Sambia doyggja nógv ung fólk av AIDS, miðal livialdurin er bert 52 ár [1]. Í Lusaka er spildurnýtt hospis til ung foreldur, ið liggja at doyggja. Tað eru nunnur, ið standa fyri hesum hospis. Tað verður gjørt nógv fyri at upplýsa fólk um smittuvandan, eitt nú við at framføra drama á fríøkjum.

Deyðarevsing

[rætta | rætta wikitekst]

Av teimum 53 londunum í Afrika hava 12 lond heilt avtikið deyðarevsing. Senegal avtók til dømis deyðarevsing í 2004, Côte d'Ivoire í 2000, Suðurafrika í 1997 og Angola í 1992. Lond sum Sambia, Mali og Algeria teljast millum tey 14 londini, sum ikki hava framt nakra avrætting seinastu 10 árini, hóast tey formliga ikki hava avtikið deyðarevsing.

Landafrøði

[rætta | rætta wikitekst]
Fylgisveinamynd.
Viktoriafossurin í ánni Zambezi er 108 metrar høgur.

Sambia er eitt slætt og vakurt land, men har er lítið dyrkað, og nærum alt er oyðið. Ein rúgva av djórum liva har og alt gongur leyst, uttan leyvur og hýenur. Tó ganga djórini ikki millum húsini. Tjóðargarðarnir, ið eru friðaðir til tess at verja dýralívið, eru meira enn triðingurin av Sambia. Fiskiørnin er vanligur fuglur við stóru vøtnini, har hon veiðir fisk.

Flestu fólk, ið búgva her, arbeiða í koparvinnuni. Tilsamans búgva 42 % av fólkinum í Sambia í býum, meiri enn í nøkrum øðrum landi í Afrika. Mong húski í Sambia hava búð í býum í trý, fýra ættarlið, og tað er sjáldsamt í Afrika.

Høvuðsnatúrutilfeingið er kopar.

Sambia er fjórðstørsta koparvinnuland í heiminum, og búskapurin í landinum er ógvuliga nógv ávirkaður av, hvussu gongdin í koparvinnuni er. Miðskeiðis í Sambia eru stórar koparlindir í einum øki, sum er 320 km. langt og 50 km. breitt. Økið verður kallað koparbeltið. Gongd kom á koparvinnuna í 1930-árunum, og koparið hevur fíggjað stóran part av menningini í Sambia. 85 % av útflutningsinntøkunum í landinum eru av hesari vinnu. Fall koparprísurin nógv á heimsmarknaðinum, hevði tað komið ógvuliga illa við búskaparliga. Eitt annað er, at koparið eisini er farið at minka.

Sambia, ið er inni í Afrika, má flyta kopar og aðrar útflutningsvørur ígjøgnum onnur lond til havnabýir, haðan tað kann verða avskipað. Til 1960-árini var meginparturin fluttur ígjøgnum Simbabvi, men viðurskiftini ímillum londini bæði versnaðu, og Sambia legði eina nýggja jarnbreyt gjøgum Tansania. Henda jarnbreyt er nú høvuðssútflutningsleiðin úr Sambia, og verður nevnd Tansamjarnbreytin. Tansamjarnbreytin er úr Sambia til havnabýin Dar es Salaam í grannalandinum Tansania.

Ferðavinna

[rætta | rætta wikitekst]

Zambeziá, sum er suðurmark í landinum, er umtókt ferðamannamál í Sambia. Her sigla Zambeziá, sum er suðurmark í landinum, er umtókt ferðamannamál í Sambia. Her sigla ferðafólk váðasigling oman eftir áunum í gummibátum, har áirnar renna stríðar (siglingin verður nevnd rafting), gera útferðir at síggja dýralívið og fara at hyggja at stórslignu Viktoriufossum. Við Kariba er stór byrging um ánna, haðan fer ravmagn bæði til koparnámini í Sambia og til grannalandið Simbabvi. Í Karibavatni, sum kom, tá ið byrgingin varð løgd, fiska mong ferðafólk.

Fátækradømi

[rætta | rætta wikitekst]

Fólkið er ógvuliga fátækt, lønirnar eru lágar og arbeiðsloysið stórt. Allan vegin fram við jarnbreytini ímillum koparbeltið og høvuðsstaðin Lusaka eru fatækrabýlingar. Alt er bráðfeingisbygging, og húsini hava hvørki vatn, ravmagn ella kloakkskipan; tí eru sjúkur elvdar av skittføri og troti vanligar. Størsti handilsmidepilin í høvuðstaðnum, Lusaka, har 1 mió. fólk búgva, er á stødd við SMS. Tó keypir vanligi afrikanarin keypir ikki har, men á marknaðum. Har er eisini vanligt, at fólk býta um vørur sínamillum.

Tað er at undrast á, at fátækradømið er so stórt, tí landið er fruktagott. Men fólk eru máttleys og uttan áræði. Hóast tey fáa tilboð um jarðarstykki, sum tey sjálvi skulu eiga grøðina av, so taka tey ikki av. Møguliga er orsøkin tann, at tey, sum royna at tjena pening, ongan kjans hava at savna nakað til sín sjálvs. Tey verða noydd fyrst at syrgja fyri familjuni, bæði systkjum og foreldrum. Lønirnar hjá afrikanarum í Sambia eru ógvuliga lágar. Ein lækni tjenar ikki meiri enn 3000 og ein lærari um 700 krónur (DDK) um mánaðin. Ein vællønt arbeiðsgenta fær bara 500 krónur í mánaðarløn. Orsaka av lágu lønunum, trívast tey, sum fáa sær útbúgvingar, ikki í landinum, men leita uttanlands at arbeiða.

Skúlaskapur

[rætta | rætta wikitekst]

Sjálvt um fátækradømi er stórt í Sambia, er samanhaldið í familjuni og umsorganin fyri hvørjum øðrum stór. Eitt, sum eyðkennir flestu fólk í Sambia, er, at tey eru serstakliga vinsæl. Men tey eru máttleys og hava einki áræði at vinna sær pening, ella at bøta um egnar liviumstøður. Orsøkin er, at har verður tikið sum givið at tjenar tú pening, hjálpir tú allari familjuni.

Ítróttur

[rætta | rætta wikitekst]

Sambia vann heilt óvæntað finaluna í African Nations Cup í 2012 eftir brotsspark kapping ímóti favorittunum frá Fílabeinsstrondini [2]. Eftir málleysan dyst og longda leiktíð, máttu brotsspørk til fyri at avgerða hvør skuldi vinna meistaraheitið í Afrika. Sambia vann 8-7, og er vinnari av kappingini fyri fyrstu ferð.

  1. "Archive copy". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2020-04-24. https://web.archive.org/web/20200424094929/https://www.cia.gov/library/publications/the-world-factbook/geos/za.html. Heintað 2012-05-09. 
  2. http://www.dailymail.co.uk/sport/football/article-2100183/AFRICA-CUP-OF-NATIONS-2012-Zambia-0-Ivory-Coast-0-AET-8-7-pens--Zambia-win-tournament.html
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið