Malavi
| |||
Tjóðarslagorð: Unity and Freedom | |||
Tjóðsangur: Oh God Bless Our Land of Malawi | |||
Alment mál | Chichewa og enskt | ||
Høvuðsstaður | Lilongwe | ||
Forseti | Lazarus Chakwera | ||
Kongur | Charles III | ||
Fullveldi | 6. juli 1964 (frá Stóra Bretland) | ||
Vídd - tilsamans - vøtn (%) |
118,484 km² 20.6 % | ||
Íbúgvar - tilsamans 2020 - tættleiki |
20,091,635 123/km² | ||
Gjaldoyra | Malaviskur kwacha (MWK) | ||
Tíðarøki | UTC +2 | ||
Økisnavn á alnetinum | .mw | ||
Telefonkota | +265
| ||
Lýðveldið Malavi ella bara Malavi (chichewa: Dziko la Malaŵi, enskt: Republic of Malaŵi), er eitt lítið land í Eysturafrika. Malavi hevur mark við Tansania í norðri, Sambia í vestri og Mosambik í suðri. Høvuðsstaður er Lilongwe. Lilongwe hevur umleið 866 túsund íbúgvar. Malavi hevur umleið 20 mió. íbúgvar (2020). Almennu málini eru tvey í tali, chichewa og enskt. Miðallívsævin í landinum er 43.45 ár. 37.30 prosent av fólkinum eru ikki lesifør. Sjúkur sum malaria eru vanligar, heilsuverkið er lítið ment og sjúkraviðgerð er ikki ókeypis. 28 % av teimum, sum doyggja á sjúkrahúsi, doyggja av malariasjúku. Tað eru ikki øll, sum hava ráð at fara á sjúkrahús, og tí koma nógvir sjúklingar ongantíð á sjúkrahús. Børn og kvinnur við barn eru í størsta vandabólkinum at fáa malaria. Malavi hevur eisini í fleiri ár verið illa plágað av eyðkvæmi.
Tað búgva 20 milliónir fólk í Malavi, og er eitt av fátakastu londum í heiminum. Eitt av teimum tryggastu og friðarligastu londunum politiskt í hesum parti í Afrika er Malavi, ið er á háslættanum í syðra enda á Stóra Rivudali. Tey seks størstu fólkasløgini semjast væl. Búskaparliga grundarlagið í Malavi er landbúnaður, men landið roynir at menna aðrar vinnur, t.d. matvøruídnaðin. Tey eru farnir at niðursjóða frukt og gera matolju, framgongd er eisini í námsvinnuni og øðrum ídnaði. Hóast viðurskiftini við grannalondini hava verið ring, tók Malavi ímóti meiri enn einari millión flóttafólkum, ið flýddu undan borgarakrígnum í Mosambik.
Heili 88% av fólkinum í Malavi búgva á bygd, og fáastaðni í Afrika hevur býarvøksturin verið so lítil. Mesta fólkið býr á láglendinum, kallað dambos, har jørðin stendur undir í vatni í regntíðini. Vanliga eru bygdirnar smáar, og bygdarfólkið nær skylt. Mótsett øðrum londum í Afrika liva størstu fólkasløgini í Malavi - chewas, nyanja, tumbuka, tonga, ngonis og yao - saman í sátt og semju.
Hetta landið er á stødd umleið tvær ferðir sum Danmark og við einum fólkatali, sum í dag telur góðar 20 milliónir menniskju. Malavi verður í ST høpi mett at vera millum fátækastu lond í heiminum.
Navnauppruni
[rætta | rætta wikitekst]Í 1964 fekk landið sjálvstýri frá Stóra Bretlandi og broytti samstundis navn til Malawi. Hetta hendi hin 6. juli. Navnið Malawi leiðir beinleiðis aftur á sagnkenda stórríkið Marawi.
Søga
[rætta | rætta wikitekst]Tá ið Malavi tók sjálvræði, gjørdist Hastings Banda forseti í landinum og stýrdi mest sum einsamallur í 30 ár. Í stjórnartíð hansara menti landið seg nógv og kom væl áleiðis at gerast sjálvbjargið; men politisk andstøða varð ikki told, og mong fólk vórðu handtikin, pínd ella sett føst. Hann syrgdi fyri, at mótstøðumenninir vórðu beindir av vegnum, so hann kundi gera, sum hann vildi. Hetta hevði eisini við sær, at grannalondini fóru at halda seg aftur í sambandinum við Bandastýrið. Men eftir var Suðurafrika, sum Banda hevði gott samband við, hóast apartheidstjórnina har. Og sum vera man gjørdi hetta ikki sambandið við grannalondini hjá Malavi betri. At Banda so alment boðar frá, at eftir hansara meting hoyra stórir partar av grannalondunum Sambia, Tansania og Mosambik søguliga til Malavi, ger ikki støðuna betri. Men Banda heldur fram, og í 1971 útnevnir hann seg sjálvan til forseta fyri lívstíð í Malavi. Og hóast mannarættindarfelagsskapir og stjórnirnar í øðrum londum gera alt fyri at boykotta landið, verður tað um tað lagið, at Banda situr fyri lívið. Alt, sum stendur upp í móti honum, verður ruddað av vegnum. Eisini teir, sum í síni tíð vóru við til at fáa hann á ovasta sessin í landinum.
Í 1992 tóku teir katólsku biskupparnir seg saman og gjørdust teir fyrstu, sum opið tordu at bjóða Banda av. Hetta hendi í einum hirðabrævi, har teir kravdu meira rætt til fólkið at virka politiskt. Og undir eftirliti av altjóða eygleiðarum atkvøða 63% av veljarunum fyri fleirflokka vali. Hóast hendan greiða meiriluta fyri at loyva fleiri politiskum flokkum, varð úrslitið nógv soltnari, enn væntað. Allar metingar framman undan søgdu, at ikki undir 75% fóru at vera fyri. Og í 1994 verður so fyri fyrstu ferð val í Malavi, har fleiri flokkar sleppa at luttaka. Úrslitið verður, at Banda fær 33% av atkvøðunum og kemur í minniluta. Roynt verður síðan at fáa hann fyri rættin ákærdan fyri morð. Men onki ber til. Hann verður fríkendur og fær eina treytaleysa umbering frá stjórnini.
Gjøgnum øll hesi árini hevði hann syrgt fyri, at alt, sum gav nakað av sær í landinum, varð keypt av feløgum, hann átti. Sostatt sótu hann og familjan á øllum útflutninginum. Og hóast roynt varð seinni at taka hetta aftur, bar ikki til. Tí so hegnisliga var atborið, at rætturin bert kundi staðfesta, at alt var farið lógliga fram. Hin 25. november 1997 doyði hann av lungnabruna á einum sjúkrahúsi í Suðurafrika.
Búskapur
[rætta | rætta wikitekst]Landbúnaður er týdningarmesti vinnuvegur í Malavi. Tubbak, te og sukur eru 85% av øllum útflutninginum, og 80% av fólkinum liva av landbúnaði. Til tess at leggja inn meiri dyrkilendi eru mýrar drenaðar og skógur ruddaður. Áir eru byrgdar og brunnar grivnir, so at vatn kann verða veitt á turru grasfløturnar. Oár kunnu koma fólkinum í Malavi ógvuliga illa við. Mangir malaviar dyrka ikki meiri, enn teimum nýtist í húsarhaldinum. Tað, ið loypur av, verður selt á marknaðinum.
Slakur helmingur av landinum er skógur og skógarlendi, men nógvur skógur verður feldur til brenni og lagdur inn til dyrkilendi. Hvørki olja ella kol eru í Malavi, so vanligasta brenni er trækol, ið er brendur viður, brendur makliga og sleppur ikki at rúka. Nógv dyrkilendið verður lagt inn soleiðis, at skógur verður høgdur niður, eldur settur á trøini, og dyrkað verður í øskuni. Men lendið kann bara verða nýtt stutta tíð, tí at vindur og regn taka moldina burtur.
Nógv verður fiskað í Malavivatninum, og her eru fleiri enn 500 flskasløg. Mest verður veitt av fiskinum usipa, ið er átøkur sardin. Hann verður turkaður á strondini og seldur um alt landið. Hesin fiskur er týdningarmesti proteinkostur hjá teimum stívliga 15 milliónum (2010) fólkunum í Malavi. Fiskimenn fanga fagurlittar fiskar, nevndir cichlid. Teir verða fluttir út og havdir í fiskabúrum um alian heim.