Miðallívsævi
Appearance
Miðallívsævi er heiti fyri, hvussu leingi fólkið livir í miðal í einum landi. Miðallívsævi er miðalaldurin á teimum, sum doyggja. Væntað miðal lívsævi er talið á árum, sum fólk í ávísum aldri í miðal væntast at hava eftir at liva. Hon er ymisk fyri ymiskar aldursbólkar. T.d. kunnu nýføðingar í Føroyum í 2014 vænta at liva í 80,11 ár.[1] Í 1950 var miðallívsævin í øllum heiminum 40 ár. Betri heilsuviðurskifti og betri og meiri matur hava gjørt, at miðallívsævin nú á døgum er 65 ár. Men hetta tal sigur einki um ovurstóra munin á ríkum og fátækum londum og munin ímillum stættirnar í einum landi. Rík fólk hava vanliga betri heilsu enn fátæk fólk, og tí er fólkið frískari og livir longur í ríkum londum enn í fátækum londum.
Hægsta miðallívsævi | Aldur | Lægsta miðallívsævi | Aldur | |
---|---|---|---|---|
![]() |
89,73 | ![]() |
31,88 | |
![]() |
84,41 | ![]() |
38,20 | |
![]() |
83,01 | ![]() |
38,63 | |
![]() |
82,43 | ![]() |
40,38 | |
![]() |
82,25 | ![]() |
41,18 |
Keldur
[rætta | rætta wikitekst]- ↑ "Archive copy". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2019-05-06. https://web.archive.org/web/20190506104321/https://www.cia.gov/library/publications/the-world-factbook/geos/fo.html. Heintað 2014-10-30.