Suðursudan

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Republic of South Sudan
Flagg Lýðveldið Suðursudan
(Flagg Lýðveldið Suðursudan)
Skjaldarmerki Lýðveldið Suðursudan
(Skjaldarmerki Lýðveldið Suðursudan)
Tjóðarslagorð: "Justice, Liberty, Prosperity"
(føroyskt: Rættferð, Frælsi, Hepni)
Tjóðsangur: "South Sudan Oyee!"
Alment mál Enskt
Høvuðsstaður Juba
Forseti Salva Kiir Mayardit
Varaforseti Riek Machar
Fullveldi 9. juli 2011
(frá Sudan)
Vídd
 - tilsamans
 - vøtn (%)
 
619,745 km²
Íbúgvar
 - tilsamans 2010
 - tættleiki
 
8,260,000
13,33/km²
Gjaldoyra Sudanskur dinarur (SDG)
Tíðarøki UTC +3
Økisnavn á alnetinum .sd
Telefonkota +249

Lýðveldið Suðursudan (enskt: Republic of South Sudan) er eitt land í Miðafrika, sum lýsti seg sjálvstøðugt 9. juli 2011. Størsti býurin og høvuðsstaður er Juba. Stórur munur er á, hvussu fólkið livir í arábiska Sudan og afrikanska Suðursudan. Mál, átrúnaðir, siðir og húsabygging eru púra ólik.[1]

Loysing[rætta | rætta wikitekst]

Suðursudan bleiv sjálvstøðugt land í 2011, eftir at ein fólkaatkvøða bleiv hildin um loysing frá Sudan. Fólkaatkvøðan var í døgunum frá 9. januar til 15. januar 2011. Forsetin í Sudan, Omar Bashir, góðkennir úrslitið av fólkaatkvøðuni, og at Suðursudan tekur loysing. Fólkaatkvøðan varð ásett longu í 2005, tá partarnir samdust um eina friðaravtalu, sum endaði ta longsta borgarakríggið í Afrika. Tí eru fólk fegin um, at landið nú er býtt sundur í tvey lond. Men enn er ikki friður. Stríð er framvegis um markið millum londini bæði, og heldur ikki er semja um, hvør fær økið Abyie, sum er størsta oljuøkið í Sudan. Hóast kríggið formliga er liðugt, prutlar tað undir lokinum, og tí hevur ST framvegis 7000 friðarvarðveitandi hermenn í landinum [2].

Í Sudan (Norðursudan) búgva umleið 1,5 milliónir suðursudanesarar, sum stjórnin síðan í 2010, hevur goldið ferðaseðilin fyri, um tey vildu fara heimaftur [3]. Tí tilboðnum hava fólk í hundraðtúsundatali tikið av. Og við einum valúrsliti, har 99 % luttóku og 98,6 % av teimum atkvøddu fyri einum sundirbýti av Suður- og Norðursudan [4], sær tað út til, at talið av flóttafólkum, sum flyta heimaftur, fer at økjast enn meira.

Hungursneyð[rætta | rætta wikitekst]

Hungursneyð var lýst í Suðursudan í februar 2017. Hungursneyðin er hin ringasta í heiminum seinastu árini. Sameindu Tjóðir (ST) hevur heitt á heimsins lond um at hjálpa. Føroyska landsstýrið hevur í apríl 2017 latið 1,4 milliónir stuðli til World Food Programme, ið skal nýtast í Suðursudan, har stórur partur av fólkinum livir undir hungursmarkinum, fyrst og fremst vegna ein svíkjandi búskap í landinum og eitt borgarakríggj, ið hevur vart í nøkur ár.[5] Borgarakríggj og turkur eru høvuðsatvoldirnar til álvarsomu støðuna. Borgarakríggj hevur verið í landinum síðan 2013, tá eitt stríð tók seg upp millum forsetan og ein av hansara varamonnum. Um 300.000 fólk eru mett at verða deyð í borgarakrígnum.

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. http://www.bbc.co.uk/news/mobile/world-africa-13351773
  2. http://www.newser.com/article/d9obkf701/un-approves-peacekeeping-force-with-7000-troops-for-south-sudan-on-eve-of-independence.html
  3. http://www.brookings.edu/opinions/2011/0708_south_sudan_independence_ferris.aspx
  4. http://www.nrk.no/nyheter/verden/1.7473598
  5. http://www.oyggjatidindi.com/landsstyrid+letur+14+million+i+neydhjalp+til+sudursudan.html
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið