Átrúnaður
Átrúnaður ella religión snýr seg um, at menniskjað á ein ella annan hátt stendur í samband við maktir uttanfyri menniskjað, sum hava ávirkan á lív og umstøður menniskjans. Menniskju hava til allar tíðir havt sinar átrúnaðir. Fra nátturureligion og persónligum spiritualiteti til trúnna á fleiri gudar til trúnna á ein Guð.
Fyri hvønn átrúnað sær kann ein hyggja at ymsum síðum, t.d. læru, ritualum, menniskjafatan, gudsfatan o.s.fr.
Dømir um átrúnaðir
[rætta | rætta wikitekst]- Ayyavali
- Ásatrúgv
- Bahá'í Trúgvin
- ☸ Buddisma
- ॐ Hinduisma
- ☪ Islam
- ࿗ Jainisma
- ✡ Jødadómur
- Klassiskar gudalærur
- Konfusianisma
- ✝ Kristindómur
- Rastafarilæran
- Shintoisma
- ☬ Sikhisma
- ☯ Taoisma
Átrúnaður í Føroyum
[rætta | rætta wikitekst]Høvuðsgrein: Átrúnaður í Føroyum
Flestu føroyingar hoyra til fólkakirkjuna. Av teimum, sum hoyra til fólkakirkjuna, eru kanska umleið 10% knýtt at Heimamissiónini. Hin føroyska heimamissiónin er føroyska greinin av Dansk Indremission. Eini 12 % av føroyingum halda seg til Brøðrasamkomuna. Hesi standa fyri tað mesta uttanfyri fólkakirkjuna.
Í Føroyum eru fleiri trúarbólkar - nógv teir flestu kristnir.
Aðrir trúarbólkar í Føroyum eru:
[rætta | rætta wikitekst]- Adventistarnir
- Bahá'í
- Hvítusunnusamkoman - eisini nevnd "pinsarnir"
- Jehova Vitni
- Katólska kirkjan