Adventistar
Adventistar eru trúarflokkur, ið væntar afturkomu Krists í næstum. Kirkjan stavar frá fleiri kirkjum, sum høvdu tað í felag at tær vantaðu Jesu afturkomu skjótt. Skilnaður kom í hesu samkomu í 1944 og tann størsti bólkurin fekk heiti Sjeyndadags adventistar. Teir nevna seg eisini sjeyndadagsadventistar av tí, at teir halda sjeynda dag í vikuni, leygardag, heilagan. Mitt í 1930-talinum fóru tey at byggja kirkju í Sverrisgøtu í Tórshavn. Í 1978 bygdu tey eina nýggja adventista-kirkju við Hoyvíksvegin í Havn. Í 1966 læt Adventistasamkoman upp Frískúlan við Hoyvíkstjørn, sum hon eigur og rekur. Sjeyndadags adventistar hava einans Bíbliuna sum grundarlag, teir viðurkenna ikki barnadóp, men doypa vaksin við at tey fara undir kav. Altargangurin er ímyndarligur, og limirnir í sam- komuni skulu halda seg frá alkoholi, rúseitri og tubbaki fyri at menna likam og sál. Harafturat verða tey ávirkað til at vera sámilig í klædna- búna, fara væl um likamið við hóskandi rørslu og hvíld og eta heilsu- góðan mat.