Rómversk-katólska kirkjan

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Pæturskirkjan í Róm.

Tann Rómversk-katólska kirkjan er størsti trúarbólkur í heiminum og tann langstørsta kristna kirkjan. Kátolska kirkjan er ein heimsumfatandi felagsskapur av kristnum, ið telur uml. 1 160 000 000 limir [1] í 2010. Bispurin í Róm (pávin), ið verður roknaður sum eftirfylgjari Pæturs, ápostul, er sjónliga tekinið um einleika kirkjunnar. Katolikkar trúgva, at høvur kirkjunnar, pávin, er umboðsmaður Guds á jørð. Í trúarmálum er hann hægsti myndugleiki. Ein útsøgn frá pávanum, tá ið hann úttalar seg ex cathedra (latín: "úr læristólinum") um trúgv og siðalæru, er lýtaleys. Pávin býr í Vatikanríkinum, sum er elalítið sjálvstøðugt ríki í Róm.

Katólska kirkjan er um allan heim og er høvuðstrúgvin í m.a. Fraklandi, Meksiko, Eysturtimor, Póllandi, Írlandi og mongum øðrum londum. Nógvir katolikkar ganga til messu sunnudag, og teir kunnu játta presti syndir sínar. Teir hava serliga stóra virðing fyri Mariu Moy, móður Jesu, og biðja bæði hana og onnur halgimenni um forbønhjá Gudi. Halgimenni eru kristin fólk, sum hava liðið í blóðvitnisdeyða, ella tey eru eftir sítt kristna lív tikin upp í Guds ríki.

Katólska kirkjan hevur 7 sakramenti : dópur, altargangur, ferming, bótarinnar sakramenti, salving teirra sjúku, hjúnalag og prestavígsla. Altargangsgudstænastan eitur messa. Kirkjan er býtt sundur í bispadømi undir leiðslu av einum bispi. Bisparnir hava lærumyndugleika. Uppgávan hjá kirkjuni er at boða boðskapin. Skrivliga keldan er Bíblian. Harumframt hevur kirkjan munnligar keldur, ið røkka aftur til frumkirkjuna. Trúarjáttanin, ið kirkjan nýtir, stavar frá konsiliinum í Nikæa og Konstantinopel.

Til tess at loysa átrokandi andaligar og sosialar uppgávur innan kirkjuna, ella í samfelagnum sum heild, loyvir kirkjan teimum trúgvandi at liva í felagsskapi við serligum reglum (til dømis lyfti um at liva ógift, í lýdni og í persónligum fátækradømi). Fransiskanasystrarnar eru eitt dømi um hetta. Gudstænastumálið er vanliga móðurmálið, men latín, sum fyrr varð brúkt, kann eisini nýtast. Katolikkar nýta rósukransin, eitt perluband, at hjálpa sær, tá ið teir biðja. Teir biðja eina bøn fyri hvørja perluna.

Fremst av halgimenninum er Maria moy.

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. http://www.zenit.org/rssenglish-29058