Trúarjáttan
| Átrúnaður | |
| Jødadómur - Islam | |
| Kristindómur
Hendan grein er ein partur av røðini Kristindómur | |
| Skriftir | |
|
Bíblian · GT · NT | |
| Greinir um trúgv | |
| Tríeinigheitin | |
| Merkisdagar | |
|
Kirkjuárið | |
| Lívsringur | |
| Bønir | |
| Kirkjulív | |
| Gerandislív | |
| Nýggja testamentið | |
| Miðøld | |
| Trúbótin | |
|
Jan Hus · Martin Luther | |
| Fólkakirkju leiðir | |
| Leiðir | |
Ein trúarjáttan er ein tekstur, ið orðar grundleggjandi læruna í eini trúgv.
Í kristindóminum
[rætta | rætta wikitekst]Í kristindóminum eru fleiri trúarjáttanir. Tær elstu og vanligastu eru apostólska trúarjáttanin og nikæno-konstantinopolitanska trúarjáttanin. Afturat teimum hevur føroyska fólkakirkjan eisini athanasiansku trúarjáttanina og augsburgsku trúarjáttanina. Eisini Luthers Lítla katekismus verður roknað sum ein av teimum 5 trúarjáttanunum í luthersku kirkjuni.
Bæði í fólkakirkjuni og í katólsku kirkjuni er apostolska trúarjáttanin tann vanligasta í sambandi við dópin. Í fólkakirkjuni er hon eisini tann vanligasta í gudstænastuni. Í katólsku messuni verður hinvegin Nikæno-konstantinopolitanska trúarjáttanin meira brúkt.
Í Islam
[rætta | rætta wikitekst]Í islam verður trúarjáttanin, shahadah, roknað sum ein av teimum fimm súlunum.

