Kirkjuár

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Kirkjuárið byrjar við adventini 4. sunnudagin undan jólum og gongur til næsta adventin byrjar. Til kirkjuárið hoyrir ein tekstarøð, sum prædika verður úr í fólkakirkjuni. Fyrra tekstarrøð verður nýtt tey árini, tá meginparturin av kirkjuárinum er eitt árstal, sum er staktal (ólíkatal), td. 2001, 2003, 2005, 2007), og seinna tekstarrøð verður nýtt tey árini, tá meginparturin av kirkjuárinum er eitt árstal, sum er makatal (líkatal), td. 2002, 2004, 2006, 2008.