Maria

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Jómfrú Maria.

Maria, við frábrigdum, er mest brúkta konufólkanavn í kristna heiminum; við hvørt hevur tað kortini verið hildið ov heilagt til fólkanavn, og tað man vera grundin til, at tað hevur verið lítið brúkt í Norðurlondum í miðøld. Fleiri kvinnur í Nýggja Testamenti og eitt ótal av halgikvinnum hava itið Maria; tann kendasta og tann, sum fyrst og fremst hevur gjørt navnið so umtókt, er sjálvandi Maria Moy, mamma Jesus; aðrar kvinnur í Nýggja Testamenti eru Maria Magdalena, sum Jesus rak sjey illar andar úr, og sum síðani fylgdi honum, og Maria úr Betánia, sum salvaði føturnar á Jesusi; fleiri dagar hava verið hildnir til minnis um ymiskar hendingar í lívinum hjá Mariu Moy, í Føroyum m.a. mariumessa um várið (25. mars) til minnis um at henni varð boðað, at hon skuldi bera Jesus í heim, mariumessa (15. august) til minnis um himmalferð hennara, og mariumessa um heystið (8. september) hildin sum føðingardagur hennara.

Maria er vanligasta konufólkanavnið í Føroyum[1].

Kendar kvinnur sum eita Maria:

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. http://www.hagstova.fo/fo/hagtalsgrunnur/ibugvar-og-val/novn