Maria Moy
Maria Moy er ómetaliga týdningarmikil í kristnu trúarlæruni. Í katólsku kirkjuni er hon týdningarmesta halgimenni, og er sum einasta menniskja saman við Jesusi, fødd uttan synd[1]. Í ortodoksu kirkjuni hevur hon eisini fyrstaplássið av halgimenninum, men er ikki ósmitta av syndini[2].
Maria Moy er einasta menniskja saman við Pontius Pilatusi, sum verður nevnd í gomlu játtunarritunum Apostólsku trúarjáttanini og Nikenukonstantinopolitansku trúarjáttanini. Orsøkin er hennara samband við Jesusi. Hon er móðir hansara. Og júst hetta er tað, sum gjørdi mariulæruna so týdningarmikla í fornkirkjuni. Jesus var ikki bert ein andi ella líknandi, so sum ymiskar gnostiskar rørslur vildu vita av; nei, hann var eisini eitt satt, likamligt menniskja - føddur av eini kvinnu. Tó var hann ikki bert eitt menniskja, hann var eisini heilt og fult Guð. Tí kallaðist Maria Moy Guðs móðir ella theotokos (hon, sum berur Guð)[3].
Fleiri dagar hava verið hildnir til minnis um ymiskar hendingar í lívinum hjá Mariu Moy, í Føroyum m.a. mariumessa um várið (25. mars) til minnis um at henni varð boðað, at hon skuldi bera Jesus í heim, mariumessa (15. august) til minnis um himmalferð hennara, og mariumessa um heystið (8. september) hildin sum føðingardagur hennara.