Jump to content

Halgimenni

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Halgimenni eru kristin fólk, sum hava liðið í blóðvitnisdeyða, ella tey eru eftir sítt kristna lív tikin upp í Guds ríki.

”Halgimenni er ein og hvør, sum við lívi sínum prógvar, at Gud er til!” segði svenski biskupurin Nathan Søderblom.[1]

Sambært Katólsku Kirkjuni, er eitt halgimenni, ein og hvør, ið er í Himmiríki, annaðhvørt viðkomandi er viðurkendur á jørð ella ikki, og er partur av "stóra skýnum av vitnum uttan um okkum" (Hebr.12,1).[2]

Tá Kirkjan – eftir áheitan – hevur kannað lívið hjá einum menniskja, sum á serligan hátt hevur boðað Jesus Krist, kann Kirkjan lýsa hetta menniskjað halgimenni at vera. Tá kann ein biðja hann/hana um forbøn. Fremst av halgimennum er Maria moy.[3]

Sí eisini

[rætta | rætta wikitekst]

Slóðir úteftir

[rætta | rætta wikitekst]