Santa Nikolaus frá Myra

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Ein nútíðar metal ikon av Santa Nikolaus eftir bulgarska listamannin Georgi 'Chapa' Chapkanov, ið vísir fremsta halgimennið hjá fiskimonnum við einum fiski í hondunum. Gilbert House, Stanley, Falklandsoyggjar.

Santa Nikolaus frá Myra var biskupur í Myra (nú Antalya í Turkalandi) í Lítlaásia í fyrru helvt av 4. øld. Deyðadagur hansara, 6. desember, kallast Niklasarmessa.

Hann doyði 6. desember millum ár 345 og 351. Hann var av ríkari ætt og var tiltikin at vera hjálpsamur og gávumildur, men varð fongslaður vegna trúgv sína undir Maximinius keisara. Hann sigst hava verið millum teirra, ið tóku lut á kirkjufundinum í Nikea ár 325. Santa Niklas var best umtókta halgimennið í miðøld, næst eftir Mariu moy, og hann var verndari hjá sjómonnum, børnum, ógiftum gentum, keypmonnum, advokatum, fiskimonnum, apotekarum, sløkkiliðsmonnum og fangum.

Tað er tó gávumildni hjá Niklasi, sum hevur gjørt hann mest kendan og hevur givið íblástur til siðin at geva gávur henda dag. Martin Luther helt, at betri var at minnast Jesus við gávum enn halgimennið Niklas, og tí varð gávusiðurin fluttur til jólaaftan. Siðurin at geva gávur á Niklasarmessu livdi tó víðari, serliga í Hollandi, og við hollendingum, ið búsettust í USA, flutti hann vestur um hav, har siðvenjan kom í bland við enska Father Christmas. Navnið, Santa Nikolaus, styttist til Claus, og soleiðis verður Santa Claus til, sum jólamaðurin eitur á enskum.

Hugmyndin at lata jólamannin koma ríðandi á sletu við reinsdjórum fyri er helst íblástur frá Tóri í norrønu gudalæruni, sum norðmenn, ið hava búsett seg í USA, hava havt við sær.

Í 1087 stjólu italienskir sjómenn halgileivdirnar av Santa Niklasi úr Myra í Lítlaásia og tóku tær við sær til Bari í landsynnings Italia; tí verður hann eisini kallaður Santa Nikolaus frá Bari.

Kelda[rætta | rætta wikitekst]

  • Heimasíðan hjá Universitetsbiblioteket i Trondheim > alfabetisk index > Utstillinger.

Hygg eisini at[rætta | rætta wikitekst]