Bulgaria

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Република България
Republika Bǎlgarija
Lýðveldið Bulgaria
Flagg Bulgaria
(Flagg Bulgaria)
Skjaldarmerki Bulgaria
(Skjaldarmerki Bulgaria)
Tjóðarslagorð: Съединението прави силата
Tjóðsangur: Mila rodino
Alment mál Bulgarskt
Høvuðsstaður Sofia
Forseti Rumen Radev (Румен Радев)
Forsætisráðharri Kiril Petkov (Кирил Петков)
Fullveldi 1878
Vídd
 - tilsamans
 - vøtn (%)
 
110 994 km²
Íbúgvar
 - tilsamans 2021
 - tættleiki
 
6 875 040
63/km²
Gjaldoyra Lev
Tíðarøki EET +2
Økisnavn á alnetinum .bg
Telefonkota +359

Bulgaria er eitt lýðveldi í Evropa. Í norðri hevur Bulgaria mark við Rumenia, í suðri við Turkaland og Grikkaland, og í vestri við Lýðveldið Makedónia og Serbia. Landaøki, ið nú er Bulgaria, hevur mestsum alla tíð sína staðið í skugganum av sterku grannum sínum. Bæði grikkar, rómverjar og turkar hava rátt her, og frá 1944 til 1989 var Bulgaria partur í kommunistiska Eysturevropa.

Søga[rætta | rætta wikitekst]

Bulgaria var í gomlum døgum máttmikið ríki, men seinni løgdu býsantiskar og síðan osmanniskar herdeildir landið undir seg. Í 1870-árunum fóru bulgarar at krevja frælsi. Turkar fóru ógvuliga harðliga fram ímóti sjálvstýrisrørsluni, og tað elvdi til vreði í Evropa, helst í Russlandi. Í 1877 leyp Russland á Turkaland. Bretar stuðlaðu turkum, og í 1878 varð vápnahvíld fingin í lag ímillum londini við San Stefano-avtalini. Eftir avtaluni gjørdist Bulgaria væl størri, men ikki leið long tíð, so var syðri partur í landinum aftur undir turkiskum yvirræði. Í 1887 sameindu bulgarar við Stefani Stambulov á odda (1854-1895) norðara og syðra part og valdu Ferdinand av Coburg, skyldmann Victoriu drotning, til valdsharra. Men í sjey ár var Stambulov veruligi valdsharrin í Bulgaria, sum nú gjørdist sterkasta Balkanlandið og hildið at vera sterkasta bulverkið fyri russiskari landtøku á Balkan. Stambulov legði alla orku í at fáa semju í lag við Turkaland, gamla fígginda Russlands, tað hóvaði ikki Ferdnandi, sum setti hann frá í 1894. Stambulov varð myrdur í 1895, kanska vóru Ferdinand og russar vorðnir samdir um at beina fyri honum.

Fólkið[rætta | rætta wikitekst]

Mesta fólkið er bulgarar; lítil partur turkar og makedónar.

Politikkur[rætta | rætta wikitekst]

Mentan[rætta | rætta wikitekst]

Anna-Maria Ravnopolska-Dean.

Fólkið hevur altíð lagt dent á at goyma gamlar bulgarskar siðir. Tí hava mangir býir sínar sermerktu stevnur við tónleiki og skrúðgongu. Siður er mangastaðni, at stevnufólkini lata seg í skreytbúna og gekkaskort, ið tey sjálvi hava gjørt.

Tónleikarar[rætta | rætta wikitekst]

Búskapur[rætta | rætta wikitekst]

Síðan 1989 hevur ein liður fram ímóti fólkaræði og at umskipa búskapin verið at skifta ríkisriknu stórgarðarnar sundur í smáar garðar. Nógv hevur eisini verið gjørt at fáa útlendsk ferðafólk at koma til gomlu býirnar og til strendurnar við Svartahav. Jarnmálmurin og kolið í Bulgaria eru ikki so góð, sum krevst at gera jarn, ið kann nýtast í tungídnaðinum. Fyrr keypti Bulgaria jarn, kol og olju bíliga úr Sovjetsamveldinum, men nú má hetta verða keypt á fría marknaðinum. Seinastu árini hevur Vesturevropa lænt Bulgaria nógvan pening at umskipa og menna ídnaðin, til dømis telduídnaðin. Klædnaídnaður og matvøruídnaður eru tyðandi vinnuvegir.

Landafrøði[rætta | rætta wikitekst]

Fleiri enn ein millión fólk býr í høvuðsstaðnum Sofia. Býurin er týðandi ídnaðarmiðdepil, og bæði á láglendinum og í hálendinum uttan um býin hava bøndurnir nógv dýrahald. Mangir gamlir og vakrir bygningar eru í býnum, til dømis Alexander Nevsky-kirkjan, bygd teimum russisku hermonnum til minnis, ið róku turkar úr Sofia í 1878. Vegakervið í Bulgaria er gott. Í Sofia koyrir meginparturin av fólkinum í tráðbussum.

Býir[rætta | rætta wikitekst]

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

Hygg eisini at[rætta | rætta wikitekst]

Ávisingar úteftir[rætta | rætta wikitekst]

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið