Falklandsoyggjar

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Islas Malvinas
Falkland Islands
Falklandsoyggjar
Flagg Falklandsoyggjar
(Flagg Falklandsoyggjar)
Skjaldarmerki Falklandsoyggjar
(Skjaldarmerki Falklandsoyggjar)
Tjóðarslagorð: Desire the right
Tjóðsangur: God Save the Queen
LocationFalklandIslands.png
Alment mál Enskt
Høvuðsstaður Stanley
Drotning Elisabeth II
Guvernørur Nigel Haywood
Fullveldi Onki1
Vídd
 - tilsamans
 - vøtn (%)
 
12,173 km²
0 %
Íbúgvar
 - tilsamans 2005
 - tættleiki
 
3 060
0.25/km²
Gjaldoyra Falklandsdollar (FKP)
Tíðarøki UTC -4
Økisnavn á alnetinum .fk
Telefonkota +500
1Undir Stóra Bretlandi síðan 1982

Falklandsoyggjar (enskt: Falkland Islands; spanskt: Islas Malvinas) er ein oyggjabólkur sum mestan er sæddur sum hoyrandi til Bretlandi; hóast hann er umstríddur. Argentinar kanna sær økið og nevna oyggjarnar har Islas Malvinas. Oyggjarnar vóru fýrst spanskar og siðan argentinskar frá 1767 til 1833, tá ið bretar tóku tær og góvu teimum navnið Falklandsoyggjar. Síðan tá hava Bretland og Argentina trætst um, hvør eigur oyggjarnar. Í 1982 hertók Argentina oyggjarnar, men nakrar vikur seinni róku bretar teir aftur. Ósemjan er harðnað, síðani bretska stjórnin loyvdi oljuleiting við oyggjarnar fyri nøkrum árum síðani. Størsi býurin og høvuðsstaður er Stanley. Argentinar vilja tingast um sjálvstýri fyri Falklandsoyggjar, meðan bretar tilskila sær yvirvaldsrættin har.

Millum 3000 og 4000 fólk búgva í Falklandsoyggjunum. Harafturat eru umleið 1000 bretskir hermenn har.

Politikkur[rætta | rætta wikitekst]

Fólkaatkvøða 2013[rætta | rætta wikitekst]

Úrslitið av fólka­atkvøð­uni í 2013 á Falk­lands­oyggjunum er greitt: Næstan 100 prosent av teimum, ið greiddu atkvøðu, siga ja til, at oyggjalandið fram­hald­andi skal vera part­ur av Stóra Bretlandi [1] [2]. 99,8 prosent av falk­lend­ingum hava atkvøtt ja til Stóra Bretland. Meirlutin er so stórur, at hann næstan er skemtiligur, men hetta gjørdist úrslitið av fólkaatkvøðuni á Falk­landsoyggjunum, og tað kemur ikki óvart á: Falk­lendingar vilja vera partur av Stóra Bretlandi, soleiðis sum allar kanningar fram­m­anundan fólkaatkvøðuni eisini vístu púra greitt. 1517 fólk greiddu at­kvøðu, og hetta er ein val­luttøka uppá 92 prosent. Og bara tríggir av teimum 1517 veljarunum søgdu nei til Stóra Bretland. Falklendingar minn­ast enn serstakliga væl, tá Argentina gjørdi inn­rás í 1982 og tað óhugna­liga kríggið, sum valdaði í tríggjar vikur, til Stóra Bretland hevði bart argentinarar aftur. Fólkaatkvøðan varð hild­in, tí Argentina heldur fram at trýsta á fyri at fáa bretar at sessast við samráðingarborðið. Argentina vil hava oyggja­landið undir sítt ræði, men London hevur víst hesum frá sær.

Myndir[rætta | rætta wikitekst]


Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. http://news.yahoo.com/falklands-vote-shows-99-8-pct-want-stay-034859843.html
  2. http://www.euronews.com/2013/03/12/falkland-islanders-vote-99-percent-to-remain-british-in-referendum/