Argentina

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
República Argentina
Lýðveldið Argentina
Flagg Argentina
(Flagg Argentina)
Skjaldarmerki Argentina
(Skjaldarmerki Argentina)
Tjóðarslagorð: En unión y libertad
Tjóðsangur: Himno Nacional Argentino
LocationArgentina.svg
Alment mál Spanskt
Høvuðsstaður Buenos Aires
Presidentur Cristina F. de Kirchner
Visepresidentur Julio Cobos
Fullveldi 25. mai 1810
(frá Spania)
Vídd
 - tilsamans
 - vøtn (%)
 
2 780 400 km²
1.1 %
Íbúgvar
 - tilsamans 2011
 - tættleiki
 
40 518 425
14,4/km²
Gjaldoyra Argentinskur peso (ARS)
Tíðarøki UTC -3
Økisnavn á alnetinum .ar
Telefonkota +54

Argentina (Spanskt; República Argentina) er eitt land í Suðuramerika. Í vestri hevur Argentina mark við Kili, í norðri við Paraguei, Bolivia og Brasil, í eystri við Uruguei. Høvuðsstaður er Buenos Aires, og londinum hevur umleið 40 millionar íbúgvar.

Argentina hevur kravt rættin til Falklandsoyggjar síðan bretar hertóku tær í 1833. Í 1982 gjørdi argentisk herdeild innrás á oyggjunum, men varð rikin aftur av bretum eftir kríggj í tveir mánaðir.

Søga[rætta | rætta wikitekst]

Tann 24. mars 1976 tók herurin í Argentina valdið við eitt kvett og fór undir at forfylgja politiskum mótstøðufólkum við harðari hond. 30 000 fólk vórðu dripin ella hvurvu. Tjúgu ár seinni stovnaðu synir og døtur hjá teimum horvnu felagið Hijos, sum stríðist fyri at fáa tey, sum høvdu ábyrgdina av drápunum at standa til svars fyri sínar gerðir. Hernaðarstýrið hevði vanrøkt landið. Búskapurin lá í skeljum, og royndirnar hjá Alfonsin at endurreisa hann miseydnaðust. Í 1989 var javnan ófriðarligt, tí at mattrot var, og virðisminkanin var 200 % um mánaðin. Í mai 1989 varð Peronisturin Carlos Menem (f. 2. juli 1930) valdur at taka við eftir Alfons. Hann setti strong búskapartiltøk í verk, seldi tjóðarrikin ídnaðarvirki og mangt annað, ið tyngdi búskapin. Menem varð aftur valdur sum forseti í 1995.

Meðan Alfonsin var forseti, vórðu mangir oddamenn fyri gamla hernaðarstýrinum ákærdir fyri at hava brotið mannarættindini. Fleiri kvettroyndir vórðu gjørdar ímóti Alfonsin sum hevnd fyri, at hann dró mangar teirra til svars, tá ið hernaðarstýrið hevði valdið.

Í mong ár hevði Argentina kravt yvirvaldsrættin yvir Falklandsoyggjum, har bretar ráða, og í 1982 tóku argentinskar herdeildir oyggjarnar. Eftir stutt, men hart kríggj, tóku bretar oyggjarnar aftur. Forsetin í Argentina, Galteri herovasti, legði frá sær, og stutt eftir loyvdi hernaðarstýrið størri frælsi. Politiskar rørslur fingu loyvi at virka og í 1983 varð frælst val í landinum. Og á fyrsta sinni í 17 ár tók ein fólkavald stjórn við valdinum í landinum. Nývaldi forsetin, Raúl Alfonsin (f. 13. mars 1927), setti strong búskapartiltøk í gildi til tess at vinna á ovurstóru virðisminkanini.

Fólkið[rætta | rætta wikitekst]

Útbúgving[rætta | rætta wikitekst]

Sagt verður at Argentina hevur tí bestu útbúgvanarskipanina í Suðuramerika. Tey størstu liggja í Buenos Aires, Cordóba, Mar del Plata og Mendoza. Serligani er tað væl umtøkt hjá amerikumonnum at fara og fáa sær útbúgvin í Argentina, av tí hon er ókeypis. Eisini fleiri evropear nema sær útbúvin í Argentina.

Politikkur[rætta | rætta wikitekst]

Argentinska grundlógin nevnir ikki neyvt, um tað er ein treyt, at hjúnarbond eru millum mann og kvinnu. Tí er tað upp til hvønn einstakan landslut, um tey loyva samkyndum pørum at giftast, ella ei.

Landslutir[rætta | rætta wikitekst]

Landslutir í Argentina. "Argentinska Antarktis og Suðuratlantisku oyggjar" (23) ikki víst.

Argentina er býtt sundur í 23 landslutir (provincias, eintal – provincia), og eitt føderalt distrikt (distrito federal).

  1. Buenos Aires (føderalt distrikt)
  2. Provincia de Buenos Aires
  3. Catamarca
  4. Chaco
  5. Chubut
  6. Córdoba
  7. Corrientes
  8. Entre Rios
  9. Formosa
  10. Jujuy
  11. La Pampa
  12. La Rioja
  1. Mendoza
  2. Misiones
  3. Neuquen
  4. Rio Negro
  5. Salta
  6. San Juan
  7. San Luis
  8. Santa Cruz
  9. Santa Fe
  10. Santiago del Estero
  11. Tierra del Fuego, Antártida e Islas del Atlántico Sur
  12. Tucumán-provinsen

Hygg eisini at[rætta | rætta wikitekst]

Útvortis Ávising[rætta | rætta wikitekst]


Lond í Suðuramerika
Argentina | Bolivia | Brasil | Ekvador | Gujana | Kili | Kolumbia | Paraguei | Peru | Surinam | Uruguei | Venesuela