Bolivia

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
República de Bolivia
Bulibya Republika
Wuliwya Suyu
Lýðveldið Bolivia
Flagg Bolivia
(Flagg Bolivia)
Skjaldarmerki Bolivia
(Skjaldarmerki Bolivia)
Tjóðarslagorð: ¡La unión es la fuerza!
Tjóðsangur: Bolivianos, el hado propicio
Alment mál Spanskt, Quechua, Aymará
Høvuðsstaður Sucre
Forseti Evo Morales
Varaforseti Álvaro García
Fullveldi 6. august 1825
(frá Spania)
Vídd
 - tilsamans
 - vøtn (%)
 
1,098,581 km²
1.29 %
Íbúgvar
 - tilsamans 2012
 - tættleiki
 
10 027 254
9.46/km²
Gjaldoyra Boliviano (BOB)
Tíðarøki UTC -4
Økisnavn á alnetinum .bo
Telefonkota +591

Bolivia ella Lýðveldið Bolivia (spanskt: República de Bolivia, quechua: Bulibya Republika, aymara: Wuliwya Suyu) er eitt land í Suðuramerika við 10,0 mió. íbúgvar.

Heimsins vandamiklasti vegur er ein veg úr bolivianska høvuðstaðnum Sucre, til eitt øki kalla Yungas, í fimm kilometra hædd og steyrrættum bergi. Ein bilur ferð útav umleið aðru hvørja viku, og árliga doyggja tí eini 200 til 300 fólk á hesum 80 kilometra langa vegastrekki.

Søga[rætta | rætta wikitekst]

Titicaca liggur á markinum ímillum Bolivia og Peru og er hægsta vatn í heiminum. Titicaca er eisini størsta vatn í Suðuramerika.

Stovnan[rætta | rætta wikitekst]

Simón Bolívar (24. juli 1783 – 17. desember 1830) ferðaðist í Evropa, tá ið hugsjónirnar frá fronsku kollveltingini breiddu seg, og haðan fekk hann íblástur til at vinna øllum Suðuramerika frælsi. Bolívar gjørdist oddamaður fyri tjóðveldisrørsluni í Venesuela í 1812. Hann stóð á odda fyri uppreistri í 1816 og lýsti Venesuela frælst, hóast Spania góðtók tað ikki. Í 1819 helt hann fram í Kolombia, vann á spaniamonnum, og gjørdist fyrsti forseti í landinum. Hann fór aftur til Venesuela, sigraði á spaniamonnum í Carabobo í 1821 og tók Caracas. Tað staðfesti, at Venesuela var frælst og óheft. Síðan fór Bolívar suðureftir at hjálpa øðrum hjálondum at gera uppreistur. Tá ið San Martin legði frá sær sum ríkisleiðari í Perú í 1822, bóðu tjóðveldismenninir Bolívar hjálpa teimum at reka sponsku herdeildirnar, ið eftir vóru, av landinum. Tað gjørdi hann, og í 1824 varð hann útnevndur einaræðisharri. Árið eftir fór Bolívar til Ovara Perú og grundaði eitt tjóðveldi, sum seinni varð kallað Bolivia eftir honum.

Drøgghandil[rætta | rætta wikitekst]

Í øldir hevur fólkið í Bolivia tugt kokabløð, sum stimbrað, og sum stilla svongd. Nú á døgum verður kokain vunnið úr bløðnum, eitt ólógligt drøggevni, sum gravgangur er eftir, helst í Norðuramerika og Evropa. Kokarunnurin veksur í rakjørð og krevur lítla og onga røkt, sum matplantur. Eisini loysir seg nógv betur fíggjarliga at dyrka koka enn vanliga grøði. Tí verður nógv koka dyrkað, serliga í oydnum pørtum í Andesfjøllum. Tá ið kokain er vunnið burtur úr kokabløðnum, verður tað smuglað. Kokarunnurin trívst væl í fjalladølunum í Bolivia og er góð inntøkukelda hjá fólkinum, sum býr har. Myndugleikarnir hava roynt at steðga kokadyrkingini og boðið bóndunum pening fyri at leggja um til annan landbúnað, til dømis sukur, bananir og kakao. Hetta hevur ikki borið til, og koka er enn høvuðsgrøði í Bolivia.

Búskapur[rætta | rætta wikitekst]

Í 1883 misti Bolivia strandalendi sítt til Kili, tað var í kyrrahavskríggjunum; tí fer næstan allur útflutningur nú við bili ella toki ígjøgnum Kili og Peru. Stórt náttúrurtilfeingi er í Bolivia, til dømis silvur og tin, men við tað at landið hevur verið so avbyrgt, og at stjórnarskifti hevur verið í heilum, er Bolivia fátækt.

Í Bolivia er nógv tin, silvur, blýggj, sink og onnur steinsløg. Tinvinnan er týdningarmikil vinnuvegur, og hóast afturgongd er Bolivia enn ímillum tey fimm londini í heiminum, ið vinna mest tin. Túsundtals fólk arbeiða í námunum; arbeiðsumstøðurnar eru vánaligar, trygdin ring og lønin lág. Mangir námsmenn trúgva, at ein andi, nevndur El Tio, heldur til í námunum og leggja honum sigarettir sum offurgávu fyri tinið.

Fólkið[rætta | rætta wikitekst]

Eini 70 % av fólkinum eru aymaráindiánar og quechuaindiánar, sum búgva á vindbarda háslættanum, nevndur altiplano. Teir eiga ikki meiri jørð, enn at teir so dánt fáa dyrkað so mikið, at teir breyðføða seg og síni. Kalt er á hálendinum í Bolivia. Jørðin er kørg, og nógvastaðni eru epli einasta grøði, ið veksur.

Aymaráindiánar hava tronglig kor, og arbeiðsdagurin er strevin, hvørki ravmagn ella vatn er lagt inn í húsini. Flestu fólk eru fátækir bøndur, sum dyrka epli, mais og bygg og hava nakrar kýr, seyðir, lamur og høsn. Úr lamuullini virka teir heit klæði, og lamutøðini verða nýtt til brenni. Aymarákonurnar og genturnar ganga undir myrkagrønum, svørtum ella brúnum hatti. Mangir aymaráindiánar ganga í plastskóm, nevndir ojotas.

Átrúnaður[rætta | rætta wikitekst]

Hóast Bolivia er katólskt land, eru gamlir átrúnaðarsiðir ikki heilt gloymdir. Í Titicacavatni er oyggin Isla la Sol (føroyskt; sóloy), og gomul trúgv er, at har varð sólin borin í heim. Tónleikur eigur stóran leiklut á stevnum og høgtíðum í Bolivia; spælt verður á panfloytu, trummu og messingljóðføri. Vanligar panfloytur verða gjørdar úr sevi.

Hygg eisini at[rætta | rætta wikitekst]

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið