Jump to content

Frakland

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Frakland - Frankaríki
République Française
Flagg Frakland
(Flagg Frakland)
Skjaldarmerki Frakland
(Skjaldarmerki Frakland)
Tjóðarslagorð:
Liberté, Égalité, Fraternité

(franskt: Frælsi, Javnaður, Brøðralag)

Tjóðsangur: La Marseillaise
Alment mál Franskt
Høvuðsstaður Paris
Forseti Emmanuel Macron
Forsætisráðharri Michel Barnier
Fullveldi Verdunavtalan 843
Vídd
 - tilsamans
 - vøtn (%)
 
671 051 km²
0,26
Íbúgvar
 - tilsamans 2023
 - tættleiki
 
68 042 591
121/km²
Gjaldoyra Evro
Tíðarøki UTC +1
Økisnavn á alnetinum .fr
Telefonkota +33

Frakland ella Frankaríki er størsta land í Vesturevropa. Í norðri hevur Frakland mark við Belgia, Luksemburg, í eystri við Týskland, Sveis og Italia, og í suðri við Spania og Andorra. Paris er høvuðstaður Fraklands og aðrir stórir býir er Lyon, Marseille, Toulouse og Bordeaux. Tað var í mai í 2017, at Emmanuel Macron tók við sum franskur forseti.

Ímillum best kendu holumálningar í Europa eru hesir úr Lascaux-hellinum. Teir málningarnir, sum eru varðveittir, eru møguliga frá um 15.000-10.000 f.Kr.

Tá ið trúbótin breiddi seg um Evropa, fór Frakland sum mong onnur lond í tvíningar trúarliga, og fólk vóru protestantar (meginparturin kalvinistar) og katolikkar. Franski kongurin, Karl 9., og mamma hansara, Katarina de Medici, vóru katolikkar, men aðalin stóð ikki longur saman í trúarspurninginum, og brátt valdaði hart innanhýsisstríð í landinum. Bartalsmessudag 1572 komu allir oddamenninir hjá hugenottum til París í brúdleyp hjá franska trúnarvinginum Heindriki av Navarra, hann var hugenottur. Við samtykt Katarinu lupu katolikkar á um náttina og drupu allar høvuðsmenninar og fleiri túsund aðrar hugenottar í einum ræðuligum blóðbaði, sum síðan varð kallað bartalsmessunáttin ella blóðbrúdleypið í París. Heindrikur 4. royndi at fáa partarnar at binda frið, tá ið hann gjørdist kongur í 1589. Hann tók við katólskari trúgv, men við Nantes avtaluni í 1598 vissaði hann hugenottum trúarfrælsi.

Karl 2. kongur av Spania átti ongan arving. Tá ið hann doyði í 1700, læt hann franska hertuganum Filipi av Anjou trúnuna. Hann var sonarsonur Ludvík 14. Onnur lond í Europa, sum ikki vildu hava, at Frakland og Spania vórðu sameind á henda hátt, stovnaðu eina stóra samgongu, og í 1701 brast spanska trúnarvingakríggið á. Ein av fremstu herovastunum í samgonguni, John Churchill hertugi í Marlborough, vann stórsigur á fraklendingum í bardaganum við Blenheim í 1704, og tríggjar aðrar sigrar seinni. Hóast hesar ósigrarnar var Frakland enn stórveldi, og eftir Utrecht-sáttmálanum, sum fekk enda á krígnum í 1713, var Filip í Anjou sitandi á sponsku trúnuni. Tað var rættiliga drúgt hjá Fraklandi at vinna á avleiðingunum av spanska trúnarvingakrígnum. Tá ið Ludvík 14. doyði í 1715, var bara fimm ára gamli langabbasonur hansara Ludvík 15. at taka við eftir hann, og eitt skifti vóru stjórnarviðurskiftini í landinum óstøðug. Tá ið Ludvík 15. fylti 16 ár, útnevndi hann lærara sín Fleury til ríkisstjóra. Fleury legði dent á at menna ídnað og handil og bøtti um fíggjarviðurskiftini og rættarskipanina. Hann gjørdi góðar sáttmálar við onnur lond og bygdi upp franska flotan. Men Fleury gjørdi einki at bøta um korini hjá arbeiðara- og bóndastættunum, og tí vaks misnøgdin við ráðandi myndugleikarnar nógv hesi árini.

Í øldir var Frakland kongsveldi. Kongarnir lótu nógvar vakrar borgir byggja, sum til dømis Chenonceaux við ánna Loire. Alt hetta fekk bráðan enda í kollveltingini í 1789. Kongsveldið varð tikið av, og Ludvík 16. kongur og Maria Antoinette drotning vórðu hálshøgd alment. Í 1792 varð Frakland lýst tjóðveldi.

Franska Kollveltingin

[rætta | rætta wikitekst]
Trikolorurin, trílitt flagg í reyðum, bláum og hvítum, var nýggja merkið í franska lýðveldinum.
Franski heimspekingurin Voltaire hevði stóran ávirkan í upplýsingartíðini. Frælslyntu sjónarmið hansara høvdu við sær, at hann tvær ferðir varð settur fastur í Bastilluna í París.

Franska Kollveltingin var ein fullkomilig uppgerð við feudalu samfelagsskipanina. Síðan 1740 hevði Frakland verið í trimum stórum kríggjum og var avmergjað, og nú, ið grøðin sveik, ruku matvøruprísirnir upp. Kongur hevði einaveldi, og bannað var at finnast at stýrinum. Aðalin, ið enn stýrdi sum skattafrælsir feudalharrar, kroysti enn hægri avgjøld úr fátæku og alsamt ónøgdaru bóndunum, ið oman á alt guldu meginpartin av landsskattinum. Eisini miðalstætturin var ónøgdur. Ímillum teirra, sum tóku undir við kollveltingini, vóru keypmenn, arbeiðarar, hermenn og bøndur. Øll vóru tey samd um, at valdsharrarnir vóru farnir illa við teimum. Vaktur av upplýsingarheimspekini kravdi hann rætt og vald í samfelagnum. Í 1789 stevndi Ludvík 16. kongur stættatinginum saman fyri fyrstu ferð í 150 ár at greiða búskaparstøðuna í landinum. Í stættatinginum var prestastætturin hægst, so aðalstætturin og lægst triðistætturin, har øll hini vóru. Triðistætturin kravdi stættatingið tikið av og tjóðarting sett í staðin. Tá ið kongur og hinir báðir stættirnir noktaðu fyri hesum, kunngjørdi triðistættur, at hann var tjóðarting Fraklands. Stór mannamúgva herjaði á fangahúsið í París, Bastilluna, 14. juli, ið síðan hevur verið tjóðardagur Fraklands. Tjóðartingið gjørdi í skjótari vending nógvar broytingar, ið tóku av feudalskipanina. M.a. viðgitnu yvirlýsingina um mannarættindi og fólkaræðiliga grundlóg, sum var grundað á javnað, frælsi og brøðralag.

So hvørt sum teir víðgongdu kollveltingarmenninir fingu meiri vald, vórðu alt fleiri og fleiri fólk avrættað í falløksini. Tað galt eisini tey, sum høvdu staðið á odda fyri kollveltingini. Víðgongda kvinnurættindastríðskonan Maria Olymp de Gouges, varð avrættað í 1793. Tveir kendir kollveltingarmenn, løgfrøðingurin Georges Jacques Danton og ritstjórin Jacques René Hébert, vórðu avrættaðir eftir boðum frá hægsta kollveltingarmanninum, Maximilien Robespierre, sum sjálvur fekk somu lagnu í 1794. Falløksin, sum læknin J.I. Guillotin gjørdi, gjørdist ímyndin um fronsku kollveltingini. Hon stóð á tí, sum nú er Place de la Concorde í miðbýnum í París. Undir ræðslustýrinum vóru avrættingarnar ein blóðig sjón, sum dró stóra áskoðarafjøld. Hvassa blaðið á falløksini gjørdi, at tann deyðadømdi varð skjótt og menniskjaliga avrættaður. Blaðið fell niður á hálsin á tí deyðadømda, tá ið bøðilin slepti tognum. Høvd og kroppur á tí avrættaða vórðu borin burtur í kurvum og grivin í ómerktum hópgrøvum.

Franska hjálandaveldið

[rætta | rætta wikitekst]
Fronsku hjálondini, 1919-1939.

Tað franska hjálandaveldið, ið byrjaði við hertøkuni av Algeria, var stovnað í 1830. Tey komandi árini tóku fransmenn sær yvirvaldsrætt á fleiri økjum í Afrika og í sunnara partinum av Indokina. Men tað var ikki fyrr enn eftir tann stóra ósigurin móti Týsklandi í 1871, at Frakland av álvara fór at reka ein imperialistiskan politikk, ið umsíðir tryggjaði Fraklandi yvirvaldsrættin í Indokina, stórum pørtum av Afrika kring ekvator, í oyggjunum í Kyrrahavinum og Indiska havinum og harafturat í Norður-Afrika, úr Marokko til Tunesia. Tann franski politikkurin, ið hevði til endamáls at økja um fronsku ognirnar í Afrika, førdi nakrar ferðir til stórar ósemjur við hini evropeisku londini. Í 1898 varð ósemja við Stóra Bretland og í 1905-1911 við Týskland. Ósemjan við Týskland førdi ongantíð til beinleiðis kríggj, men sambandið landanna millum kólnaði nógv hetta tíðarskeiðið. Av øllum teimum fronsku hjálondunum var tað Algeria, sum tók ímóti teimum flestu fronsku niðursetufólkunum. Í 1906 var 8. hvør íbúgvi í Algeria fransmaður ella av fronskum uppruna.

Politikkur

[rætta | rætta wikitekst]
Ein tann gitnasti bygningur í París er Eiffeltornið. Tað varð bygt í 1889 og er 300 m. høgt. Byggimeistarin æt Alexandre Eiffel.
Markið millum Spania og Frakland gongur eftir einari fjallarøð.

Stjórnarskipan

[rætta | rætta wikitekst]

Landið verður stýrt úr høvuðsstaðnum Paris av forseta og fólkavaldari stjórn. Síðani 5. franska republikkin varð stovnað 4. oktober 1958 undir Charles de Gaulle, hevur Frankaríki havt bæði ein forseta og ein forsætisráðharra. Forsetin verður valdur beinleiðis av fólkinum, og tilnevnir síðani forsætisráðharran og hinar ráðharrarnar. Forsetin verður valdur fyri fimm ár í senn. Valið gongur fyri seg í tveimum umførum. Til fyrra umfarið kunnu øll stilla upp. Um eingin av teimum sum stilla upp, fær meiri enn helmingin av øllum atkvøðunum, verður farið víðari til annað umfar. Men nú er tað bert tey bæði umboðini, sum fingu flestar atkvøður í fyrra umfarinum, sum standa fyri vali. Endamálið við hesi tvíbýttu skipanini er at forða fyri, at ov víðgongdar politiskar kreftir vinna valdið.

Síðani stovnanina av 5. republikkin í 1958, so hava tað verið tveir stórir politiskir flokkar í Frankaríki – Sosialistarnir og Republikanararnir. Og hava hesir flokkar í stóran mun skiftst um at havt valdið. Hvørgin av hesum flokkum kom víðari til annað umfar í 2017.

Savnið Louvre er heimsins størsta listasavn og telist millum tey kendastu.

Áðrenn kristna kirkjan fór at umsita hjúnabandið, vóru parløg og hjúnabond millum tvey av sama kyndi ikki óvanlig; hjúnabond millum fólk av sama kyndi vóru vanlig í gamla Fraklandi. Í miðøldini í Fraklandi kundu menn lógliga undirskriva ein almennan “affrérement” sáttmála sína millum [1]. Hesin sáttmáli kravdi, at teir livdu saman og deildu ”un pain, un vin, et une bourse” (eitt breyð, eitt vín og eina pengamappu). Hesin sáttmáli verður mettur at vera eitt tað fyrsta dømið um eitt alment góðkent skrásett parlag. Í 1791 verður Frakland fyrsta landið í heimin, sum aftur ger samkyndleika lógligan.

Í sínum valstríði lovaði sosialistiski forsetin François Hollande at fáa lógina samtykta um hjúnabond, og tað lyfti er uppfylt í 2013; fronsk samkynd kunnu giftast frá 2013 [2]. Sambært nýggjum hagtølum eru samkynd 6,5 prosent av veljaraskaranum í Fraklandi.

Versailles er óføra stór og stásilig borg stutt frá París.
Dómkirkjan í Chartres, 90 km í ein útsynning úr París, er meira enn 700 ára gomul.

Fronsk mentan, t.d. franskur matur og klædnamóti, hevur havt ávirkan um allan heim. Frakland er framkomið og ríkt ídnaðarland, hevur stóran leiklut í altjóða viðurskiftum og var eitt av teimun 6 londum, ið tóku stig til at stovna ES. Seinastu fimti árini er landið vorðið størsta landbúnaðarland í Evropa. Høvuðsgrøðin er hveiti, sukurrøtur, sólblómufræ, súrepli og vínber.

Fraklendingar kunnu erpa sær av at eiga heimsins skjótasta tok, TGV-tokið, sum kann koyra 515 km/h.

Paris, ið er báðumegin Seineá, er høvuðsstaður Fraklands og mentanarligur og polotiskur miðdepil í landinum. Hann er ein tann býurin í heiminum, har flest ferðafólk koma, t.d. at síggja Eiffeltornið, Louvre-savnið og Notre Dame-kirkjuna. Har eru eisini mong onnur kend søvn og stórir handlar og fínar matstovur. Á hvørjum vári sýna gitnastu mótaskaparar í heiminum fram nýggjastu klæði síni.

Til samans búgva 66 milliónir fólk í Fraklandi. Av fraklendingunum, ið hoyra til eina kirkju, hoyra teir flestu til katólsku kirkjuna. 2 prosent hoyra til protestantisku kirkjuna. Frakland er tað landið í Evropa, har tað búgva flest jødar í 2015, nevniliga 700.000.

Landafrøði

[rætta | rætta wikitekst]
Korsika er landsins størsta oyggj.
Høvuðsvegurin í París, Champs-Élysées.

Frakland er størsta landið í Vesturevropa. Norðureftir og eystureftir hevur Frakland langt mark ímóti bæði Belgia, Týsklandi, Italia, Sveis og Luksemburg. Andorra, Spania og Miðjarðarhav eru sunnanfyri, og vestanfyri er markið Ermarsund og Atlantshav.

Í landinum eru víðar, grønar fløtur og litfargir smáir og stórir býir og bygdir um alt landið. Tær vøkru, nógvu borgirnar minna um ta spennandi og longu søguna. Í Norðurfraklandi er veðurlagið bæði vátligt og kaldligt. Syðri, fram við Miðjarðarhavi, er heitari og nógv turrari. Um summarið kemur hitin í Suðurfraklandi ofta upp um 25 °C. Í býunum skugga trøini fyri sólini, og gosvøtn køla luftina. Høgar brekkur eru fram við strondini, og í dølunum eru umstøðurnar góðar til landbúnað. Inni í landinum er nógv fjallalendi, Miðfjøllini, har útkólnað gosfjøll síggjast har og her. Eystanfyri eru Alpurnar við hægsta fjallinum í Evropa, Mont Blanc, og á markinum ímóti Spania eru Pyrineafjøll.

Frakland eigur eisini Miðjarðarhavsoynna Korsika umframt nakrar oyggjar í Kyrrahavi og í Karibia.

Landbúnaðurin hevur stóran týdning í Fraklandi, men flestu garðarnir eru smáir, og nógvir bøndur selja grøðina á gøtumarknaðum.
Frakland ger um fjórðingin av øllum víni í heiminum, og víngarðar eyðkenna franska landslagið.
Sigursportrið í París.

Landbúnaður

[rætta | rætta wikitekst]

Høvuðsvinnuvegurin i Fraklandi er landbúnaður. Í norðara og vestara parti av fronsku fløtuni velta teir mest hveiti og sukurrøtun. Neytum hava teir nógv av, og fronsku neytini bera orð fyri at vera góð. Nógv av mjólkini verður gjørt til ost, og nógvastaðni er tann franski osturin væl umtóktur. Garðarnir eru nú oftast ikki størri enn so, at maður og kona við børnum fáa gjørt tað sum er at gera. Á franska hálendinum og upp móti Pyrenearljøllunum hava teir stór fylgir av seyði og nakað av geitum eisini. Summastaðni í Fraklandi, t. d. rundan um Bordeaux og í landspartinum Champagne eru stórar fløtur avplantaðar við víni. Tað lýggja veðurlagið og tann góði sólargangurin ger, at vinviðjurnar trívast væl, og einki annað land í verðini framleiðir so nógv vín sum Frakland. Teir flyta vín út í stórum. men nógv verður eisini drukkið í landinum, tí teir brúka tað aftur við mati. Í Normandinum ber ikki til at dyrka vin, tí veturin er ov kaldur, men so hava teir stórar súreplagarðar i staðin fyri. Í Rhonedalinum er fult av morberjatrøum á gørðunum, og fólk ala upp nøgd av silkiormum. Suðuri við Miðjarðarhavið dyrka teir nakað av risi og suðurí móti Pyreneunum mais.

Í eystara parti av Fraklandi er bæði nógv kol og nógv jam, mesta jarnið er vestan fyri Vogesurnar og mesta kolið eystur móti belgiska markinum. Teir stoyta so nógv jarn í Fraklandi, at teir mugu flyta hópin av koli inn úr Týsklandi og Belgia. I teimum stóru verksmiðjunum gera teir m. a. bilar, maskinur, brúgvar, vápn og ymisk amboð. Harafturat flyta teir eisini út ein hóp av jarnbjálkum og skinnarum. Stálskípum smíða teir eisini nógv av. Tó at tað eru nógvar ídnaðarvirkir í Fraklandi, so er ikki so stórt svarðloysi rundan um tey sum í Bretlandi. Summastaðni í Alpunum eru tjúkkar fláir av einum leirslagi, sum teir kalla bauxit; úr hesum gera teir aluminium, og verður tað gjørt við elmegi. Einamest eru fraklendingar gitnir fyri klædnavarur sínar. Teir hava gløgt eyga fyri vakurleika, og sum mótakongamir i París skipa fyri, fara konufólkini um tað mesta av Evropa at ganga klødd. Nógv av tilfarinum er silki, og tó at væl av silki verður framleitt í Fraklandi, so flyta teir nógv inn eisini, og tað mesta av lf er kunstsilkí. Umframt konufólkatoy flyta teir eisini út nógv luktilsi, sum verður gjørt úr blómum.

Fiskiskapur

[rætta | rætta wikitekst]

Fiskiveiðan í Fraklandi er hópin stór. Flestu fiskiførini eru úr Bretagne og Normandinum. Summi skipini eru heilt stór, og teir royna bæði undir Grønlandi, Íslandi og Nýfundlandi í Kanada.

  1. "Archive copy". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2014-05-07. https://web.archive.org/web/20140507020012/http://www.eurekalert.org/pub_releases/2007-08/uocp-acu082307.php. 
  2. http://www.nytimes.com/2013/05/19/world/europe/hollande-signs-french-gay-marriage-law.html?_r=1&

Hygg eisini at

[rætta | rætta wikitekst]

Ávisingar úteftir

[rætta | rætta wikitekst]
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið